mánadagur 5. september 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101
9
SKATTUR
Árni Gregersen
Virðini í Føroyu skulu býtst javnari.
Tað er ein av høvuðssetningunum í samgongu
skjalinum. Og fyri at tað kann gerast, so er neyðugt at
broyta skattalógina.
Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina
Háfoss, Tjóðveldi, hevur tí sett eina skattanevnd, sum
skal fremja eitt javnari býti av landsins virðum.
Hetta skal gerast fyri millum annað at eggja bæði
borgarum og vinnu at velja Føroyar til – heldur enn frá.
Uppgávan hjá skattanevndini er ógvusliga stór og
tíðin at gera arbeiðið í er stutt. Longu 1.juni næsta ár
skal nevndin lata landsstýriskvinnuni eitt álit, sum
skal mæla til, hvussu ein kann gera eina meira einfalda
og gjøgnumskygna skattaskipan, sum samstundis skal
tryggja fíggjarliga haldføri hjá landinum og føroysku
kommununum.
Eitt annað krav er, at skattaskipanin skal tryggja, at
Føroyar og føroyskt vinnulív gerast betri kappingarfør.
Ein uppgáva er eisini at stuðla undir til umhvørvis
vinarliga og burðardygga atferð hjá vinnu og borgarum.
Tá ið landsstýriskvinnan setti nevndina, tók hon
serliga atlit til at velja fólk, sum hava vitan um, hvørja
ávirkan skattur og avgjøld hava á samlaða búskapin.
Tey hava servitan innan tjóðarbúskap, skatt og avgjøld
og føroyska samfelagið.
Stór avbjóðing
Avbjóðingarnar hjá sakttanevndini eru stórar.
Hóast talan er um fólk, sum dagliga arbeiða við
búskapi og skatti og sum gjøgnum teirra útbúgvingar
eru væl vitandi um, hvørja ávirkan skattur og avgjøld
hava á búskapin, so er bara greiningin, nevndin skal
gera ómetaliga stór.
Harumframt skal nevndin koma við tilmæli um,
hvussu skattur og avgjøld skulu skipast í framtíðini.
Grundleggjandi skal skipanin eggja okkum til at
arbeiða og framleiða meira við og undir einari nýggjari
skatta- og avgjldsskipan.
Hóast nevndin sjálv skal leggja sítt ar beiðið til
rættis, so er henni tó álagt at viðgera ávís evni, sum eru
ásett í arbeiðssetninginum.
Millum annað skal nevndin koma við tilmælum
og viðgera spurningarnar um betri kappingarføri um
fólkið, so fleiri velja at búseta seg í Føroyum.
Tilmælini skulu eisini eggja til at fleiri vilja arbeiða
her og so skal broytingin eggja enn fleri fyritøkum at
virka her og gera íløgur í Føroyum.
Undantøkini
Skattalógin sum vit hava í dag, hevur nøkur undantøk.
Teimum skal skattanevndin eisini hyggja at. Talan
er um undantøk, frádráttir og serksipanir.
Her verður hugsað um selrigar frádráttir, sum
sjómannafrádráttin og annað. Eisini verður hugsað um
skattin, sum føroyingar, sum arbeiða uttanlands gjalda
umframt ymiskt annað.
Skattanevndin skial koma við tilmæli til broytingar,
sum meira takað atlit til orkuna at gjalda skattin,
heldur enn at taka sær av at kanna, hvussu og hvar
peningurin er forvunnin.
Heldur ikki skal so stórat atlit takat til, hvat slag av
inntøkum talan er um.
M LAND OG
SINI KANNAST
Sverri Hansen,formaður í Búskaparráðnum,
hevur saman við ráðnum mælt til, at meira stýr
fæst á kommunala búskapinum í Føroyum.
Skattanevndin
klár við álitinum
næsta summar
Um níggju mánaðir skal skatta
nevndin hjá landsstýriskvinnuni
við fíggjarmálum, vera klár
við einum skattaáliti
Hetta vil siga, at tað eru
fólk, sum fáa almannaveit
ingar og ikki sjálvi forvinna
pening. Hetta skal skatta
nevndin eisini kanna.
Hvussu eru skipanirnar
við mótrokning í hesum
veitingum um fólk arbeiða
og forvinna eitt sindur av
peningi. Nevndini er álagt
at koma við einum tilmæli
til broytingar, sum gera, at
veitingarnar frá ti almenna
ikki taka fíggjarliga fyri
munin burtur hjá hesum
fólkum at arbeiða, tað tey
orka og kunnu.
Skattanevndin hevur eis
ini fingið álagt, at tilmælini,
sum nevndin kemur við, eru
so greið og løtt at skilja, at
tey eru búgvin til politiska
viðgerð.
Endaliga
verður
eisini
sagt, at tá ið hugt verður eft
ir samlaðu tiltøkunum og
tilmælunum, so skulu tey
tryggja, at inntøkuójavnin
ikki verður størri – heldur
minni.
Uppskotini og tilmælini
frá
skattanevndini
skulu
handast
landsstýriskvinn
uni í seinasta lagi 1. Juni
næsta ár.
Nýggja skatta- og avgjaldsskipanin, skal eggja
til, at fleiri fyritøkur velja at arbeiða í Føroyum