Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÓNLEIKUR Sólvit E. Nolsø Hvussu Gud velur at svara Kris, tá teir einaferð møtast í teim ævigu bústøðum, er ringt at siga, men eg kann siga fyri meg, at um tað var bjarg­ingarátakið, ið gjørdi, at Kris kundi halda áfram í sínum tónleiki, so hava vit nógv at takka Gudi fyri. Søguforteljari Fyri ein so stóran Kris- fjeppara sum meg sjálvan, so var henda løtan í Norður­ landahúsinum heilt serstøk. Endiliga fekk eg møguleik­ an at uppliva stóra mannin við hittum Bobby McGee, Here Comes That Rainbow Again og Help Me Make It Through The Night. Tað var eisini ein felagskensla í rúminum, at endiliga sita vit her. Øll vórðu sjálvandi greið yvir, at maðurin er 80 ára gamal og tað tekur mann við í væntanir til konsertina. So traðkar hann á pall­ in – Kris. Rankur sum ein unglingi stillar hann seg við guitarinum og munn­harp­ uni. Good evening Faroe Islands var hansara heils­an at byrja við og so legði hann til brots. Við tí var leiðin løgd til restina av kvøld­ inum. Hann steðg­aði ikki mill­um sang­irnar at siga frá teimum. Hann fortaldi ikki frá hvussu sangir blivu til ella hvussu hann fekk Johnny Cash at innpæla Sunday Morning Coming Down. Hann gloppaði ikki eina­ferð inn í tað hav av upp­livingum, ið hava slóða fyri frá­sagnunum, ið sangir hans­ara eru. Meðan eg sat í Norður­ landa­húsinum vildi eg hava hann at siga okkurt. Eftir­ fylgj­andi eri eg komin til tað niðurstøðu, at tað ger einki, at hann ikki segði nak­að. Sangirnir siga í veru­ leikanum frá sær sjálvum: See him wasted on the sidewalk in his jacket and his jeans, wearing yesterday’s misfortunes like a smile (Pilgrim Chapter 33) Freedom’s just another word for nothing left to lose (Bobby McGee) All he’s good for is getting in trouble and shifting his share of the blame. Some people swear he’s my double and some even say we’re the same (Silvertounged Devil and I) Tað er ikki neyðugt hjá Kris at fortelja okkum hvat hann meinar. Um mann hev­ ur eitt sindur av inn­litið í lív hansara, so kennir mann søgurnar. Tað er í veru­ leikanum tað, ið Kris fortelur – søgur. Hann fortelur søg­ur­ nar syngjandi. Hann ballar einki inn. Tí er tað so lætt hjá okkum at verða til staðar. Vit skilja hvat hann vil fortelja við sínum søgum. Blandað tónlistarlig uppliving Eg vendi aftur til, at maðurin er 80 ára gamal. Tað ávirkar sjálvandi. Røddin er viknað og guitarspælið var heldur veikt til tíðir. Hann misti takt­ina onkuntíð fyri síðan at royna at fanga hana aftur. Tað var tó ikki nakað, ið hann royndi at fjala. Hann dylir ikki at hann er sjúkur og hann tykist ikki darvast av, at vit vita hann verða vikn­aðan. “I normally end this song with an harmonica solo but I forgot which one I’ve got on” segði hann eina­ferð tá hann brádliga endaði ein sang. Við tí tók hann burtur allan iva um, at hann roynir at fjala sínar veikleikar. Autentisiteturin sigraði Næstan øll, sum hava verið á konsert hjá Kris Kris­toff­ erson hesuferð hava brúkt eitt orð at lýsa tær við: autentiskt. Tað lýsir upp­ livingina væl. Hon var veru­ liga autentisk. Har var einki at taka feil av. Kris Kris­toff­ erson, við øllum tí sum hann er og hevur uppliva, var til staðar hetta kvøldið. Vit fingu so eina løtu sam­ an við honum meðan hann fortaldi sínar søgur. WHY ME LORD? Kris Kristofferson spyr so eymlig Várharra um hví júst hann (Kris) bleiv bjargaður. Hvat havi eg gjørt, Harri, til at eg havi uppiborðið nakað frá tær?