Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STÓRSTEYPINI ENDAÐU Í HØVUÐSSTAÐNUM Í báðum stórsteypadystunum máttu vestmenningar lúta ímóti høvuðsstaðarfeløgunum, ið vóru eina tonn betri. Greipuvinnarin í fjør hjá kvinnum, Neistin, vann kvinnudystin, meðan steypavinnarin hjá monnum í fjør, H71, vann mansdystin Neli Heldarskarð Nýggja hond­bólts­kappingar­ árið fór av bakka­stokki í gjár, tá ið árligu dystir­ nir um Lions­bikarið vórðu spældir. Talan er um dyst ímillum føroyameistararnar og steypa­vinn­ar­ar­nar frá farna kappingar­ári hjá bæði kvinnum og monnum. Fíggjar­ligi ágóðin av dystin­ um fer til Lions Club, ið síðani letur peningin víðari til væl­ger­andi enda­mál. Í ár vóru tað samarittar­nir hjá Reyða Krossi, sum fingu til­ lutað peninga­gávu, ið skal nýtast til ymisk amboð, sum samarittarnir hava tørv á.  Endaspurturin bjargaði Neistanum Hjá kvinnunum gjørdist Neistin greipu­vinn­ari í fjør, og tí var tað VÍF, sum tapti steypa­final­una í fjør, ið skuldi spæla um Lions­bik­arið ímóti Neistanum. Dyst­ur­in endaði 20-19 til Neistan eftir hálv­leiks­støðuna 8-7. Nógvum kvinnudystum líkt, so var til tíðir ikki serliga nógv ferð á mál­skjót­ing­ini, og hetta var ser­liga sjón­ligt fyrstu løtuna í dystinum. Eftir 10 minuttir var støðan ikki meira enn 2-0 til Neistan, og tað var ikki fyrr enn nakrar minuttir eftir hetta, at VÍF fekk síni fyrstu mál. Dysturin var javnur og spennandi allan vegin ígjøgn­ um, og tá ið liðini fóru til hálv­leiks var Neistin á odda við einum máli. Neistin var tað eina málið framman­fyri so at siga allan fyrra hálv­leik, men hetta broyttist í seinna hálvleiki. Tá fór at ganga betur hjá VÍF, sum kom framum, og vest­menning­ar megnaðu eisini at varð­veita leiðsluna ein stóran part av seinna hálv­leiki. Eitt skifti líktist tað einum VÍF-sigri, tá ið vest­menningar komu á odda við tveimum málum seint í dystin­um. Men seinastu løtuna kom Neistin sterkt aftur og legði seg á odda 20-17, áðrenn VÍF at enda fekk tvey týdningarleys mál, ið gjørdu, at dysturin endaði 20-19 til Neistan. Liðið hjá Neistanum er mannað við mestsum somu spælarunum, ið vunnu greipuna í fjør. Ein gamal kenningur, Bára Hansen, er tó komin aftur á liðið. Hon var ikki við í farna kappingarári, tí at hon var við barn. Dysturin í gjár var eisini fyrsti dysturin hjá nýggja brasilska venjaranum hjá neistakvinnum, Danilo Gagliardi. Hjá VÍF er stóra broytingin tann, at tveir av profilunum hjá kyndakvinnunum seinastu árini, Turið Arge Samuelsen og Marianna Geirsdóttir Eystberg, nú spæla við VÍF. Marianna er dóttir Geir Wardum, sum er venjari hjá VÍF-kvinnunum. H71 fekk sína hevnd Mansdysturin um Lions­ bikarið var ímillum føroya­ meist­ar­ar­nar úr VÍF og steypa­vinn­ar­ar­nar úr H71. H71 vann dystin trygt 24-19 eftir hálv­leiks­støðuna 10-9. Sostatt fingu hoyvíkingar hevnd fyri finalutapini ímóti VÍF í farna kappingarári, har vestmenningar struku avstað við meistaraheitinum, hóast H71 vann grundspælið sera sannførandi. Sum tað sæst á støðuni, so var dysturin væl javnari í fyrra hálvleiki, enn hann var í seinna hálvleiki. Liðini fylgdust á máltalvuni allan hálv­leikin, men hoyvíkingar fóru til hálvleiks við eini eitt­ máls­leiðslu. Sum heild var talan ikki um ein serliga væl spældan dyst, tí at dømt varð fyri óvanliga nógvum tekniskum villum. Talan var tó kortini um ein fínan dyst, har bæði liðini góvu alt, ið tey høvdu. Í seinna hálvleiki vaks mál­munurin á liðunum, og sigurin hjá hoyvíkingum kom ongan­tíð veruliga í vanda. At enda vann H71 við fimm málum - 24-19. Breidd á muni Til mansdystin í gjár var eyð­ sæð, at H71 hevur ein hóp, sum hevur størri breidd enn tann hjá VÍF. H71 hevði 16 mans við til dyst, og hartil skal leggjast, at hoyvíkingar manglaðu onkrar leikarar orsakað av skaðum. Hinvegin hevði VÍF einans 12 mans á dómaraseðlinum. Í mun til kappingarárið í fjør var ein nýggjur maður á liðnum hjá H71. Talan var um Boga Gaard Davidsen, sum er komin heim eftir at hava verið uttanlands í lestrarørindum. Ein annar nýggjur maður á liðnum hjá H71 er Dánjal Tórgarð, ið tó ikki spældi við í gjár orsakað av skaða. H71 hevur eisini fingið nýggjan venjara, danska Sonni Larsen. Hann stóð á fyrsta sinni á odda fyri H71 í gjár. Mannfall í VÍF Hinvegin hevur størri út­ skifting verið í VÍF, sum í mun til seinasta kappingar­ ár hevur mist Áka Egilsnes, Niklas Simonsen og Nicklas Selvig. Harafturat eru Heini Hanusar­son, Agnar Joensen og Sámal Joensen (aftur) givnir, men tað undrar neyvan nakran, um hesir garvaðu leik­ar­ar­nir spæla við aftur seinni í ár.  Tveir nýggir út­lendingar, sum eru væl kendir í før­ oysk­um hond­bólti, vóru at síggja á liðnum hjá VÍF í gjár. Talan var um mál­mannin, ið hevur staðið í mál hjá Kyndli í nøkur ár, Mladen Mjerimacka, og tungi striku­ spælarin Jugoslav Djumic, ið hevur spælt við Neistanum í eini 10 ár. Eins og so ofta áður, so var tað tví­henti, danski stór­skjúttin hjá H71, Peter Krogh, ið gjørdist topp­ skjútti hjá hoyvík­ingum. Krogh skoraði ein triðing av málunum hjá H71, átta mál, og var hann ein væl nøgdur maður eftir dystarlok. Fyrst og fremst var hetta ein týdningar­mikil dystur fyri at koma væl í gongd við nýggja kapp­ing­ ar­árið. Vit skulu vísa, at vit vilja eitt sindur meir, enn vit vildu í fjør. Vit byggja víðari, og í dag haldi eg, at vit arbeiða sera væl. Hóast dysturin var merktur av nógvum villum, so haldi eg, at vit standa sera væl í verjuni, sigur Peter Krogh. Dysturin um Lions­ bik­arið er øðrvísi enn aðrir dystir, tí at ongin stig standa upp á spæl, og úrslitið av dyst­in­um broytir neyvan nakað serligt hjá luttakandi lið­ un­um. Peter Krogh sigur tó, at tað hevði stóran týdning, at H71 av­rikaði væl. Eg haldi, at tað er gott at byrja kappingarári við ein­um slíkum dysti, og vit spæla hóast alt um eitt steyp. Hesin dyst­ ur­in er sjálvandi ikki eins týdningar­mikil og kappingar­dyst­irnir, sum vit fara at spæla, men kort­ ini hevði tað týdning, at vit vístu, at vit vildu hetta her, sigur Peter Krogh. Stóra broytingin hjá besta mans­liðnum hjá H71 er, at Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen eru farnir frá sum venjarar, meðan danski Sonni Larsen er komin í teirra stað. Peter Krogh letur væl at nýggja venj­ar­an­um. Sonni Larsen er komin við ymsum nýggjum. Vit hava havt ein góðan upp­start, har vit hava vant hart, men tað er komið okkum væl við. Tað er eisini gott at royna okkurt nýtt onkuntíð, tí at Sonni er væl øðrvísi enn venjararnir, sum vit høvdu framman­undan, sigur Peter Krogh. Í fjør var leingi líkt til, at H71 fór at strúka avstað við føroya­meistara­heit­ in­um. Alt kappingar­árið vóru hoyvík­ing­ar klárt á odda í grund­spælinum, men tá ið mest stóð á í alt­ av­gerandi finalu­dystun­ um gekk tað galið hjá H71, sum tapti ímóti VÍF. Peter Krogh torir ikki at lova, at tað verður í ár, at H71 vinnur sítt fyrsta føroya­ meistara­heiti síðani 2012. – Tað fari eg ikki at lova. Vit taka ein dyst at gangin, og so fáa vit at síggja, hvat tað endar við, sigur Peter Krogh at enda. HONDBÓLTUR Gott at royna okkurt nýtt H71-VÍF 24-19 (10-9) H71: Peter Krogh 8, Hilmar Leon Jacobsen 7, Jónas Djurhuus 3, Rúni Vest Højgaard 2, Sigmund Nolsø 1, Tróndur Arge 1, Bogi Gaard Davidsen 1 og Andor Sivertsen 1. VÍF: Julian Olsen 5, Filip Jojic 4, Hanus Christophersen 4, Andrias Eriksen 3, Rúni Joensen 2 og Sjúrður Olsen 1. Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam Neistin-VÍF 20-19 (8-7) Neistin: Marjun Danberg 5, Jacklin Durhuus 5, Bára Hansen 3, Birita Jacobsen 2, Eir Berg 2, Fríða á Dunga 1, Rannvá Hanusson 1 og Brynja Høj 1. VÍF: Marianna Holm Jacobsen 8, Marjun Geirsdóttir Eystberg 4, Turið Arge 3, Daniella Joensen 3 og Kathe Frederiksen 1. Dómarar: Gunnar Djurhuus og Jákup Símun Simonsen