mánadagur 5. september 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TALV
Jóannes Hansen
Annað hvørt ár herjar talv
fepurin hesa tíðina á ári
num. Tað er, tá ið okkara
talvlandslið
luttekur
í
talvolympiaduni. Í síðstu
viku fóru fimm telvarar av
landinum. Kósin var ímóti
Aserbadjan og Baku, har tað
leygardagin varð farið undir
42. talvolympiaduna.
Í Aserbadjan er klokkan
tríggjar tímar frammanfyri
okkara klokku. Í dag klokk
an 15 lokala tíð ella á middegi
okkara tíð settust telvararnir
fjórða dagin á rað við talv
borðini.
Serligt vinalag og serligur
spenningur er yvir dagsins
landsdysti. Tað kemst av, at
tað eru frændir okkara fyri
vestan, sum í dag kappast
við okkara telvarar. Felags
fyri Ísland og Føroyar er, at
úrtøkan í trimum teimum
fyrstu umførunum er fýra
dystarstig. Tað vil siga, at
talan hevur verið um tveir
sigrar og eitt tap.
Tað eru fimm føroyskir
telvarar í ferðalagnum. Teir
eru Helgi Dam Ziska, John
Rødgaard,
Jóan
Hendrik
Andreasen, Sjúrður Thor
steinsson og Finnbjørn Vang.
Finnbjørn er formaður í Talv
sambandi Føroya og ein av
eldsálunum at arbeiða til
frama fyri telving, bæði í
lokala felagnum í Klaksvík
og í Talvsambandinum.
Í Baku verður millum
føroyingarnar
vónað,
at
tað skal bera til hjá teimum
fýra fremstu at vera við í so
nógvum umførum, sum tað
ber vil. Um tað vísir seg, at
einum fer at berast frá, so fer
Finnbjørn Vang at loysa av.
Tað er stór avbjóðing at
luttaka
í
talvolympiadu.
Teir telvaðu fríggjadagin,
leygardagin, í gjár og aftur í
dag og í morgin. Mikudagin
verður kærkomin frídagur,
og so verður ikki helmað í,
fyrr enn ellivta umfar er telv
að týsdagin um eina stóra
viku.
Ísland er stórfavorittur
Í gjár vunnu Føroyar 3 ½
- ½ favoritt sigur á Jersey.
Tá ið tíðindini í gjárkvøldið
bórust um, at mótstøðuliðið
í dag er Ísland, var tað søtur
musikkur millum føroysk
ar telvarar, hóast tað sam
stundis verður ásannað, at
íslendingar eru stórfavor
ittar.
Men tá ið talan skal vera
um eitt av stinnaru liðunum,
so er tað hugaligt, at tað er
ímóti íslendingunum, sum
føroyingar so ofta áður hava
telvað ímóti.
Á heimasíðuni hjá Talv
sambandi
Føroya,
faroe
chess.com,
verður
nógv
gjørt burturúr. Har var í gjár
kvøldið tikið soleiðis til um
risa stóru avbjóðingina ídag:
Ísland hevur ríka talv
søgu og hevur verið fremsta
talvtjóð í heiminum eftir
fólkatalinum. Glæsisligasta
tíðarskeiðið
í
íslendskari
telving mundi vera í 80-
unum. Tá mannaðu teir seg
við stórmeistarum á hvørjum
borði, og endaðu nummar
fimm á talvolympiaduni í
Dubai í 1986.
Føroyar fingu óvæntað
javnleik 2-2 móti Íslandi
á seinastu olympiaduni í
Tromsø í 2014. Olaf Berg
vann, og John Rødgård og
Høgni
Egilstoft
Nielsen
telvaðu javnt. Helgi Dam
Ziska tapti ta ferðina fyri
Hannesi Stefanssyni, sum í
nøkur ár hevur verið fremsti
telvari
hjá
íslendingum.
Londini møttust aftur í
EM-kappingini í Reykjavík
í fjør, men tá fekk Ísland
revansju og vann 3½-½.
Bara Helgi Dam Ziska helt
tørn – aftur móti Hannesi
Stefanssyni á 1. borði. Ann
ars møttust Føroyar og Ís
land eisini í síðsta umfari
á talvolympisku leikunum
á Mallorca í 2004. Tá vann
Ísland 3-1. John Rødgård og
Hans
Kristian
Simonsen
fingu remis.
Í kvøld og í morgin er
fyrireiking á skránni hjá
Føroyum til Íslands-dystin.
Serbiski
stórmeistarin
Branko Tadic virkar sum
venjari hjá føroyska lands
liðnum í Baku. Ikki er
greitt, hvørjir íslendingar
telva í morgin, men teir eru
mannaðir við trimum stórm
eistarum og tveimum al
tjóða meistarum í Aserbad
sjan. Stórmeistararnir eru
Hannes Stefansson, Hjørvar
S. Grétarsson og Johann
Hjartarson. Hjartarson var
í síni tíð fremsti telvari í Ís
landi. Í 1988 vann hann seg
heilt fram í fjórðingsfinal
una í HM-kappingini eftir at
hava vunnið í áttandaparts
finaluni á Viktor Korchnoi. Í
fjórðingsfinaluni tapti hann
fyri Anatolij Karpov.
Mistu á stokkinum
Í fyrsta umfari vunnu Før
oyar 3-1 ímóti Suðursudan.
Tá var Jóan Hendrik And
reasen tann einasti, sum
tapti. Tí er tað hugaligt, at
Jóan Hendrik í gjár vann
fulla úrtøku ímóti Jersey.
Størsta avbjóðingin hig
artil var leygardagin, tá ið
Føroyar telvaðu ímóti Bulg
aria, ið er styrkismett sum
nummar 22, meðan føroyska
liðið er styrkismett sum
nummar 84.
At Føroyar megnaðu at
vinna eitt stig frá Bulgaria
var framúr. Serligan ans vek
ir tað, at Helgi Dam Ziska
megnaði remis ímóti Topa
lov, sum í løtuni verður rokn
aður at vera tíggjundi stinn
asti telvarin í heiminum!
John Rødgaard hevur á
heimasíðuni hjá Talvsam
bandinum frásøgn úr Baku,
og hann ásannar, at tað var
tætt við, at hann og liðfelag
arnir rukku javnleikin.
-Topalov hevði lítlan fyri
mun, men Helgi vardi seg
væl, og teir høvdu báðir rók,
bisp og tríggjar finnur, tá ið
Topalov bjóðaði remis, og
Helgi tók av.
Hóast remis ímóti stór
meistaranum Branko Tadic
er fínt úrslit, so iðrar John
Rødgaard seg um, at hann
ikki sá leikin, sum kundi bor
ið við sær, at hann vann fulla
úrtøku:
-Í tíðarneyð var hann ikki
so neyvur í kompliseraðu
støðuni, og eg hevði greiðan
fyrimun. Eftir 36 leikir og við
37 sekundum eftir bjóðaði
hann remis. Eg hevði sjey
minuttir eftir og grundaði í
seks minuttir yvir støðuna.
Men eg fann ikki einfalda
vinnaraleikin og tók ímóti
remis tilboðnum, sigur John
Rødgaard.
Sambært John Rødgaard
var Jóan Hendrik Andreasen
sannførandi fyrstu løtuna,
men so himpraðist hann um,
hvørja ætlan hann skuldi
halda seg til, og so slerdi
toran niður og føroyski telv
arin noyddist at leggja kong
in.
Sjúrður
Thorsteinsson
sat leingi og totaðist á fjórða
borði, og eftir 55 leikir hevði
hann lítlan fyrimun. At hann
var kroystur í tíðarneyð bar
við sær, at hann ikki var so
neyvur, og brádliga vann
bulgarski
stórmeistarin
sær veg til kongin og so var
liðugt.
-At tapa 3-1 ímóti Bulgaria
er ikki so galið, men vit vóru
altso um reppið at røkka 2-2,
sigur John Rødgaard úr Baku
og umvegis heimasíðuna hjá
Talvsambandi Føroya.
Seinni í dag fæst at vita,
hvussu føroyingarnir megna
avbjóðinga ímóti Íslandi, ið
er styrkismett sum nummar
44 ella væl lægri enn Bulg
aria, sum føroyingarnir vóru
um reppið at vinna javnleik
ímóti!
Ísland er mótstøðuliðið í dag, eftir at Helgi Dam Ziska og liðfelagar
hansara í trimum teimum fyrstu umførunum hava staðið seg lutfalsliga væl
TALVFEPURIN GER
AFTUR UM SEG
Topalov og
Helgi Dam Ziska