Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Neli Heldarskarð Týskvøldið skal føroyska U-21 landsliðið fyri næst­ sein­astu ferð í hesari undan­ kappingini í dyst, tá teir á útivølli skulu spæla móti Aserbadjan. Fyri eitt sindur meira enn einum ári síðani byrjaði U-21 landsliðið eisini ver­andi undankapping í dysti, sum teir spældu ímóti júst Aserbadjan. Tá tapti før­ oyska U-21 landsliðið tep­urt 1-0, eftir at teir annars høv­du spælt fult upp við mót­støðu­ lið­ið úr Aserbadjan størsta partin av dystinum. Hitin verður ein avbjóðing Fyritreytirnar til dystin týs­ kvøldið eru tó eitt sindur øðr­ vísi enn tær vóru til dystin fyri einum ári síðani, tí hesa­ ferð kemur serliga hitin at vera ein stór avbjóðing hjá føroysku leikarunum. Hitin kemur at vera ein avbjóðing fyri okkara ungu menn, tí veðurmaðurin lovar 26 hitastig klokkan 18:00 týskvøldið, so tað eru eitt sindur óvandar umstøður fyri okkara menn. Men vit fyri­reika okkum sjálvsagt so væl sum møguligt, sigur Bill McLeod Jacobsen, U-21 lands­liðsvenjari. Frálíkar umstøður í Aserbajdan Føroyska U-21 landsliðið kom seint leygarkvøldið uppá pláss í Baku í Aserbadjan, eftir eina langa og drúgva ferð umvegis Istanbul í Turka­landi. Føroyski U-21 lands­liðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen, letur væl at umstøðunum í Aserb­ adjan. Sum heild er talan um frá­ líkar umstøður í einum vøk­ rum og vælútbygdum býi, har oljumilliónirnar veru­liga síggjast aftur í landslagnum. Eisini er talan um framúr góðan venjingarvøll sum vit higartil hava vant á, so talan er um stak góðar umstøður. Anti-klimaks móti Russlandi Hóskvøldið spældi U-21 lands­liðið á heimavølli móti Russlandi, í einum dysti sum føroyska liðið tapti greitt 3-0. Undan dystinum vóru vónirnar góðar til at fáa stig, av tí at føroyska liðið seint í fjør tapti tepurt á útivølli móti Russlandi. Men hóskvøldið var talan um heldur skuffandi avrik, har før­oysku leikararnir serliga í fyrra hálvleiki vóru greitt við undirlutan móti einum væl­spælandi russiskum liðið. Til dystin hóskvøldið var tað eisini dyggur smeitur at ein av miðvallarprofilunum á U-21 landsliðnum, Hákun Ed­mundsson, fekk gult kort og harvið leikbann til dystin hós­kvøldið, meðan Teit Jac­ obsen mátti skiftast út tíð­ liga í seinna hálvleiki, tí at hann var skaddur. Skaddu menninir vera tøkir Tað er greitt at Hákun Ed­ munds­son ikki kemur at spæla týskvøldið, men Bill McLeod Jacobsen er bjart­ skygd­ur um at Teit Jacobsen kem­ur at vera klárur til dyst­ in í Baku týskvøldið. Jóannes Bjartalíð, Teit Jac­obsen og Jákup V. Olsen hava allir havt smávegis snudd­ir at drigist við sein­ astu dagarnar, har Jóannes Bjartalíð eisini mátti sita utt­ anfyri til dystin móti Russ­ landi. Til fyrstu venjingina í Baku vandu tó allir tríggir við føroyska liðnum, so teir vera allir tøkir at spæla týs­ kvøldið. Tunnur føroyskur miðvøllur Størsta avbjóðingin hjá før­ oysku venjaranum til dystin týskvøldið er at manna ein nýggjan miðvøll. Sum sagt hevur Hákun Edmundsson leik­bann, meðan Betuel Han­sen hevur melda avboð til útidystin í Aserbadjan. Før­oysku venjararnir hava tí bara ein sokallaðan 6’ara á miðvøllinum at ráða yvir, sum er Jonas G. Hansen. Bill McLeod Jacobsen við­ ur­kennir eisini at teir skulu gera nakrar broytingar á før­ oyska miðvøllinum. Eftirsum vit bara hava Jonas eftir sum 6’ara á mið­ vøllinum, vera vit noyddir at gera nakrar broytingar til dystin. Tað sum eg hugsi nú er nærliggjandi er, at leik­arar sum Gestur B. Dam og Magnus Egilsson koma í spæl til tey bæði plássini mitt á miðvøllinum saman við Jonas. Eg rokni eisini við at vit koma at spæla 4-5-1 niðri í Aserbadjan, meðan vit stillaðu meira álopssinnað upp móti Russlandi hós­ kvøld­ið, har vit byrjaðu við tveim­um áleyparum, sigur Bill McLeod Jacobsen. Sær altíð ljóst uppá uppgávuna Sum heild er talan um eitt sterkt mótstøðulið sum før­ oyska U-21 landsliðið skal spæla ímóti í Baku týs­kvøld­ ið. Bill McLeod Jacobsen sigur eisini, at liðið hjá Aser­ b­adjan er broytt í mun til tað liðið sum spældi á Svanga­ skarði móti Føroyum fyri eitt sindur meira enn einum ári síðani. Eg tori at siga at liðið hjá Aserbadjan ikki hevur somu styrki sum Týskland, Eyst­ urríki og onkur av hinum lið­unum í bólkinum, so tí havi eg góðar vónir. Men Aser­badjan vann nýliga 3-0 ímóti Russlandi, so talan er avgjørt um eitt lið við góðum dygdum, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum tó er vónríkur. Eg síggi altíð ljóst uppá upp­gávurnar, so eg síggi sjálv­andi møguleikar hjá okk­um í hesum dystinum, sigur Bill McLeod Jacobsen at enda. Dysturin millum før­ oyska U-21 landsliðið og aser­ badjanska U-21 lands­lið­ið verður spældur í Baku lokala tíð klokkan 18:00 týskvøld­ið. Dysturin byrjar tí klokkan 15:00 føroyska tíð, av tí at klokkan er tríggjar tímar framm­anfyri í Aserbadjan. Vit tippa føroyska liðið: Niklas Thomsen – David Langgaard, Andrias Eriksen, Hørður Askham, Ári M. Jóns­ son – Teit Jacobsen, Gestur B. Dam, Jonas G. Hansen, Mag­nus Egilsson, Jóannes Bjarta­líð – Jákup Thomasen SKULU MANNA NÝGGJAN MIÐVØLL U-21 landsliðið skal týskvøldið royna at vinna sær síni fyrstu stig í verandi EM-undankapping. Hóast bjartskygdur, viðurkennir føroyski venjarin, Bill McLeod Jacobsen, at talan verður um eina avbjóðing at manna føroyska miðvøllin, sum hesa ferð mestsum skal mannast av nýggjum