Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroyska landsliðið er so gott sum sett til landsdystin í annaðkvøld móti Ungarn. Einastu ivamálini eru á vengrunum, har Lars Olsen hevur nakað at hugsa um IVAMÁLINI ERU Á VENGRUNUM Tróndur Arge Føroyska landsliðið hevur nú verið samlaði skjótt eina viku og havt fleiri venjingar. Tær geva altíð eina ábending um hvussu liðið kemur at síggja út. Millu teirra, ið heilt víst byrja inni eru Gunar Nielsen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur David­sen, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen og Jóan Símun Edmundsson. Ivamálini So eru fýra pláss eftir, har tað enn tykist vera dystur um plássið. Á høgra bakki eru møguleikarnir Bárður J. Hansen og Jónas Tór Næs. Her hevur Bárður J. Hansen verið fyrstaval til venjing allar dagarnar. Hann hevur vunnið sær fast pláss á høgra bakki í Fremad Amager og tykist væl fyri. Lars Olsen hevur eisini valt fyrrverandi víkingin framum Jónas Tór Næs, tá hann hevur havt møguleikan. Síðani er tað miðvøllurin, har Fróði Benjaminsen er aftur. Hann er í kapping við Heina Vatnsdal og Róald Jakobsen. Til venjing hevur Lars Olsen ongan iva latið verið um, at tað verður veteranurin, ið byrjar inni á miðvøllinum. Tað er hann heldur ikki bangin fyri at siga. Eg kann ikki endaliga staðfesta hvør byrjar inni, men tað er líkt til, at Fróði Benjaminsen verður millum teirra, ið byrjar, avdúkar Lars Olsen í regninum á Tórsvølli í morgun. Leitar á vengrunum Størstu ivamálini eru á vengrunum, har Sølvi Vatnhamar hevur havt stórar trupulleikar við eitt trælær, ið órógvar hann so nógv, at hann ikki hevur vant saman við hinum hesa vikuna. Til venjing hevur Lars Olsen brúkt René S. Joensen og Árna Frederiksberg á vengrunum, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu hevur verið á ”eykaliðnum”. Verður Sølvi Vatnhamar klárur, so er einki ivi um, at hann byrjar á høgra vongi. Spurningurin er so um tað verður Árni Frederiksen ella Kaj Leo í Bartalsstovu, sum byrja inni. Verður Sølvi Vatnhamar ikki tøkur, so eru tveir møgu­ leikar. René Shaki Joensen og Kaj Leo í Bartals­stovu kunnu spæla á høgru. Sølvi væntandi klárur Eisini maðurin, ið stríðst við skaða fram til dystin er Sølvi Vatnhamar. Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot á landsliðnum, tá Ungarn seinast vóru á Tórsvølli. Nógv bendir tó á, at Sølvi Vatnhamar byrjar inni. Hann vandi við í gjár og venur aftur í dag. Eg havi ikki fingið annað at vita, enn at hann er klárur, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari. Hann sigur eisini, at tað er á vengrunum at iva­ málini eru. Har eru fýra spælarar. Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu, Árni Frederiksberg og René S. Joensen. Eg komi so at skuffa tveir av teimum, men soleiðis er tað við fótbólti, sigur Lars Olsen. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Vit gita liðið: Gunnar Nielsen – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson