mánadagur 5. september 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Simonsen
Tað er sjálvandi ein vandi
at endurtaka setningin, at
føroyska landsliðið gevur
okkum nógva umtalu uttan
lands, men tað bleiv enn
einaferð staðfest, tá ein fór
at leita ígjøgnum mynda
søvnini, sum »Getty Images«
hevur frá ymiskum dystum
hjá føroyska A-landsliðnum
í fótbólti í hesari øldini. Ser
liga vóru tað tríggjar myndir,
ið fangaðu eyga nú met
maðurin og stríðsmaðurin
á føroyska landsliðnum, 38
ára gamli Fróði Benjamin
sen hevur meldað seg kláran
aftur at taka dystin upp við
útlendsku mótstøðuleikar
arnar á miðvøllinum.
Fróði og Ballack
Myndirnar vit vísa í greinini
her eru frá trimum ymiskum
tíðarskeiðum hjá føroyska
fótbóltslandsliðnum. Fyrsta
myndin er frá 16. oktober
í 2002, tá ein 24 ára gamal
Fróði Benjaminsen saman
við liðfeløgunum gav týsku
HM-silvurvinnarunum
skarpan gang á útivølli á
Niedersachsen leikvøllinum
í Hannover. Hetta var í tíðini
tá Henrik Larsen var lands
liðsvenjari
hjá
Føroyum.
Myndin vísur ein firtnan
Michael Ballack, sum ikki
dámdi
mótspælið
hann
fekk frá Fróða Benjaminsen.
Filmsbrot frá dystinum vísur
eisini, at Michael Ballack
noktaði at býta um troyggju
við Fróða tá dysturin var
lokin.
Fróði og Zidane
Onnur myndin vísur Fróða
Benjaminsen í nærdysti við
einum av heimsins bestu
fótbóltsspælarum
nakran
tíð, Zinedine Zidane. Leygar
dagin 3. september í 2005
møtti
føroyska
landslið
num einum krútsterkum
fronskum liði, og slapp við
einum 0-3 tapi ímóti stóru
fronsku stjørnunum. Jógvan
Martin Olsen var føroyskur
landsliðsvenjari tá. Zinedine
Zidane tyktist ikki líka firt
in, sum Michael Ballack,
men eisini Zizou slapp at
kenna stálið hjá Fróða. Ikki
so fáir landsliðsveteranar
vilja meina, at Zidane er besti
spælarin,
sum
nakrantíð
hevur spælt ímóti Føroyum.
Fróði og Zlatan
Triðja myndin er frá tíðar
skeiðnum hjá Lars Olsen,
sum føroyskum landsliðs
venjara. Besti svenski ein
staklingurin
nakrantíð,
Zlatan Ibrahimovic, sum tó
ikki hevur spælt á teimum
bestu svensku landsliðun
um nakrantíð var ikki so
fegin um føroyska stríðs
mannin, Fróða Benjamin
sen. Bæði í heimadystinum
á Tórsvølli á heysti í 2012, tá
svenskarar vóru hepnir at
fáa ein 2-1 sigur til høldar,
og á Friends Arena í Solna
uttanfyri Stokkhólm, týs
kvøldið 11. juni í 2013 var
Zlatan alt annað enn glaður
fyri at sleppa at stríðast við
timburmannin av Toftum,
og báðu ferð gav hann eisini
øðiliga ilt av sær. »Fiskarar«
gekk Zlatan og rópti eftir
føroysku
landsliðsspælar
unum, men Atli Gregersen
syrgdi fyri at seta Zlatan
verbalt uppá pláss, og bleiv
Zlatan
meiri
friðarligur,
tá Atli hevði givið honum
av glatta lagnum. Nú bíða
Fótbólts-Føroyar
spentar
eftir, at Fróði Benjaminsen
fer at stríðast fyri føðilandið
í landsdysti nummar 87.
Ungarn hevur ongan Ballack,
Zidane ella Zlatan, men tað
verður óivað líkamikið fyri
Fróða
Benjaminsen,
sum
altíð gevur seg 110 prosent í
einum landsdysti.
FÓTBÓLTUR
Tað er rættiliga hugaligt at leita í altjóða myndasøvnum, og at síggja,
at 38 ára gamla landsliðskempan, Fróði Benjaminsen ongantíð hevur
spart seg í nærdystum við heimsins fremstu fótbóltsspælarar
FRÓÐI BAKKAR
ONGANTÍÐ FYRI
STÓRU STJØRNUNUM
Fróði og Ballack
Fróði og Zidane
Fróði og Zlatan