mánadagur 5. september 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jóannes Hansen
KÍ kvinnurnar vóru ovur
fegnar, tá ið Rani A. Skaalum
bríkslaði fyri seinastu ferð
á Tórsvølli leygarkvøldið.
Máltalvan vísti 2-3, og harvið
hevði KÍ tryggjað sær sigurin
í sjeyndu steypafinaluni á
rað.
Hetta var vorðið sum
vikuskifti fyri kvinnufót
bóltin í Klaksvík. Fríggja
kvøldið vunnu U-17 kvinnur
nar steypafinaluna á B36.
Beinanvegin eftir síðsta
bríksl leygarkvøldið boðaði
sprelski og ítróttaráhugaði
borgarstjórin, Jógvan Sko
rheim, frá, at tað fór at vera
móttøka
fyri
kvinnuligu
steypavinnarunum
í
KÍ
høllini seinni leygarkvøldið.
Eina viku frammanundan
var mansliðið hjá felagnum
fagnað fyri sín finalusigur
í steypakappingini, og nú
vóru tað tvey kvinnulið, sum
vórðu fagnað.
Tey
hava
nógv
at
fegnast
um
í
Klaksvík,
men KÍ kvinnurnar hava
longu snarað sær burtur
frá sigrinum í steypakapp
ingini. Nú ræður tað um
hart arbeiði. Setningurin er
at endurvinna FM heitið og
harvið at syrgja fyri, at talan
verður um sjeyndu greip
una á rað, og at heimsmetið
í
meistaraheitum
verður
seytjan!
Ein av teimum, sum hevur
verið við til at vunnið alt
gullið og skreytið, er Rannvá
B. Andreasen. Hon varð
kosin at vera besti spælari
í finaluni, og tað var ikki
óvæntað. Hon legði upp til
tvey mál, og hon var framúr
væl uppløgd og rann og
tuskaði alla tíðina.
– Vit fegnast um sigurin.
Tað hevur einki at siga, at vit
hava vunnið nógvar sigrar
frammanundan. Tað er
sigurin í dag, sum telur og
einki annað. Mikudagin
skulu vit spæla aftur, og
tá hevur sigurin í steypa
kappingini einki at siga,
staðfesti Rannvá B. Andrea
sen eftir dystarlok.
At hon sipar til miku
dagin kemst av, at tá er
sekstanda umfar í lands
kappingini á skránni. Tá
skal KÍ aftur í Gundadal, og
avbjóðingin verður stór. B36,
sum hevur vunnið fimm
tær seinastu ferðirnar, og
sum fyri fáum døgum síðani
vann 2-0 á útivølli ímóti EBS/
Skála, tekur ímóti.
Fínt undirhald
Finalan leygarkvøldið var
fín reklama fyri kvinnufót
bóltin. Hóast KÍ var leikliga
oman á so at siga alla tíðina,
so var málmunurin størsta
partin av tíðini lítil og eingin.
At Olga Kristina Hansen
og Ása Klakstein Thomsen
vóru komnar heim úr Dan
mark bar við sær, at saknurin
í
leikbannaðu
Mariu
K.
Thomsen var ikki so stórur,
sum tað kundi roknast við.
Tær bláu høvdu nógvar
streingir at spæla uppá, og
tær spældu seg í fleiri góðar
støður. Serliga eftir steðgin
vóru
tær
grammari
og
vunnu flestu nærdystirnar.
HB stríddist fyri møgu
leikanum. Teirra vápn var
Milja R. Simonsen, sum var
einsamøll í fremstu røð.
Royndu
KÍ
miðverjarnir
Bára S. Klakstein og Ragna
Patawary høvdu HB skjóta
álopsspælaran
í
stuttum
tjóðri,
men
tvær
ferðir
megnaði hon at skora. Fyrra
ferðin var tveir minuttir
undan
steðginum,
tá
ið
hon sneiddi framvið fleiri,
áðrenn hon úr høgru sendi
bóltin í handara síðunetið,
og so var 1-1. Seinna ferðin
var fram ímóti dystarenda,
tá ið hon rann frá verjuni
og í tveimum førum slapp
framvið málverjanum og
síðani trillaði bóltin í tóma
málið. So var 3-2 til KÍ, sum
tó megnaði at halda tørn.
– Olga Kristina og Ása
gjørdu
stóran
mun.
Vit
høvdu roknað við, at tær
fóru at koma heim úr Dan
mark at hjálpa til. Vit mugu
eisini ásanna, at KÍ var betri
enn okkara lið. Ein av mun
unum er, at vit hava fleiri
óroyndar spælarar, og at vit
ikki eru so samanspældar,
tí vit hava so ofta skift
fólk, var viðmerkingin hjá
HB miðverjanum og liðfor
manninum Liljuni av Fløtum
Petersen.
Rannvá sera eyðsýnd
Undan steðginum vóru mál
møguleikarnir ikki so nógvir.
KÍ vann úrtøku burtur úr
tí størsta, tá ið Rannvá B.
Andreasen breyt ígjøgnum í
vinstru og smekkaði flatt inn
fyri málið, har Evy á Lakjuni
rann fram um verjuna og
sendi bóltin upp í nettakið.
Fríggjakvøldið var Evy á
Lakjuni ein av eyðsýndastu
spælarunum, tá ið KÍ vann
U-17 finaluna, og leygar
kvøldið var hon aftur væl
uppløgd.
Stutt eftir steðgin legði
KÍ seg framum 2-1. Vong
verjin í vinstru, Katrina
Akursmørk, smekkaði flatt
innfyri, Hervør Olsen fekk
tak á, snaraði um seg sjálva
og sendi bóltin upp í net
takið. Gott lag í KÍ leguni,
og málskjúttin kyndi undir
undirhaldið við fleiri ferðir
at gera flikk flakk!
– Tað er gott at hava Evy
og Hervør frammi í álopin
um. Tær flyta seg nógv, og
tað ber við sær, at tað verður
lættari at spæla tær leysar,
sigur Rannvá B. Andreasen.
Liljan
Jacobsen
loysti
miðskeiðis í seinna hálvleiki
Evy á Lakjuni av, og fimm
minuttir seinni økti hon
til 3-1. Enn einaferð var tað
Rannvá B. Andreasen, sum
átti fríspælingina, ið var sera
hegnislig.
Olga Kristina Hansen var
ovurfegin um, at hon enn
einaferð hevði verið við til
at vinna steyp og skreyt til
Klaksvíkar:
– Hetta var alt hjá mær í
ár. Eg var við í Europa Cup, og
tá ið tær heittu á meg um at
koma heim at spæla finalu,
so var eg fegin um tað. Eg
lesi niðri, og nú eg fari niður
aftur, verður spæliloyvið
flutt til Danmarkar, og tað
ber við sær, at eg verði ikki
við í avgerandi dystunum um
FM heitið.
Malena Josephsen hevur
í nógv ár verið liðformaður
og ein av stuðlunum á KÍ
liðnum.
Leygarkvøldið
var hon á beinkinum inn
til tað restaði ein lítil løta.
KÍ kvinnurnar hava snarað fokus frá sjeynda finalusigrinum á rað í steypakappingini
og ímóti avbjóðingini, sum nú er at tryggja sær sjeyndu greipuna á rað
NÚ SNÝR TAÐ SEG
GREIPUNA Á RAÐ
HB VEGURIN Í FINALUNA
Fyrra hálvfinala
22. mai
HB-ÍF/Víkingur 2-0 (1-0)
1-0: Lív Arge 29.
2-0: Milja Simonsen 56.
Seinna hálvfinala
16. juni
ÍF/Víkingur-HB 0-2 (0-1)
0-1: sjálvmál 40.
0-2: Milja Simonsen 87.
KÍ VEGURIN Í FINALUNA
Innleiðandi
Fyrsta mai
Giza Hoyvík-KÍ 0-16 (0-8)
0-1: Liljan Jacobsen 10.
0-2: Hervør Olsen 16.
0-3: Rannvá B. Andreasen 19.
0-4: Maria K. Thomsen 26.
0-5: Hervør Olsen 27.
0-6: Hervør Olsen 29.
0-7: Hervør Olsen 33.
0-8: Evy á Lakjuni 35.
0-9: Maria K. Thomsen 57.
0-10: Rannvá B. Andreasen 62.
0-11: Malena Josephsen 80.
0-12: Liljan Jacobsen 84.
0-13: Evy á Lakjuni 85.
0-14: Erla Christiansen 90.
0-15: sjálvmál 91.
0-16: Maria K. Thomsen 92.
Fyrra hálvfinala
22. mai
KÍ-EBS/Skála 0-1 (0-0)
0-1: Birna Johannesen 87.
Seinna hálvfinala
16. juni
EBS/Skála-KÍ 1-2 (1-1)
1-0: Rúna Joensen 20.
1-1: Eyðvør Klakstein 45.
1-2: Gudny Johannesen 67.
Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR