mánadagur 5. september 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Sølvi. Tú ert einasti
leikari sum er meldaður
ivasamur uppundir dystin
móti Ungarn. Kanst tú lýsa
heilt stutt hvat er galið?
Eg fekk eitt hart slag inn á lærið,
eitt sokallað "træ lær" um miðjan
seinna hálvleik í steypafinaluni
seinasta vikuskiftið.
Hvussu eru útlitini
fyri at tú verður førur
fyri at spæla?
Skaðin hevur hildið meg uttanfyri
frá venjingum í seinastu viku.
Men nú sær betur út. Eg vandi
við í morgun og føli meg væl fyri.
Hvussu metir tú at
landsliðið er fyri til
hesa komandi HM-
undankappingina?
Eg haldi at liðið er væl fyri. Pílurin
peikar rætta vegin, og vit mugu
fyrst og fremst halda tí gongdini.
Eisini eru fleiri leikarar farnir at
gera nógv um seg bæði uttanlands
og her heima, sum vónandi eisini
kemur at flyta landsliðið rætta
vegin.
Hvussu eru vónirnar so fyri
stigum til hesa komandi
undankappingina?
Hugsi tá samanlagt?
Málið má vera at gera tað betur og
at skava fleiri stig saman enn til
seinastu undankapping.
At enda, hvat væntar tú
at úrslitið endar móti
Ungarn týskvøldið?
Tórsvøllur skal vera skansin
hjá okkum, tað er her vit kunnu
geva øllum mótstøðu. Um vit fáa
líknandi stuðul, ið vit hava fingið
til seinastu heimadystirnar, so
liggur stig og bíðar eftur okkum
á Tórsvølli. Trúgvi tí eisini at vit
vinna móti Ungarn
Vikan ið fór
KÍ kvinnurnar vinna
steypakappingina fyri
sjeyndu ferð upp í slag. Tær
vinna 3-2 á HB, sum minkar
um munin stutt fyri tíð
KÍ vinnur eisini U17
steypakappingina hjá gentum.
Hóast tær eru aftanfyri 1-0, so
vinna tær 4-1 tá samanumkemur
H71 hjá monnum og Neistin hjá
kvinnum vinna stórsteypadystin í
hondbólti. Dysturin er startskotið
til hondbóltskappingarárið
U21 landsliðið tapur 3-0 fyri
Russlandi á Svangaskarði.
Gestirnir settu alt upp á
pláss í fyrra hálvleiki, tá
teir skoraðu øll málini
Føroyska A-landsliðið samlast
undan fyrsta HM 2018
undankappingardystinum.
Dysturin er móti Ungarn
á Tórsvølli týskvøldið
Føroyska talv-landsliðið
luttekur í talv olympiaduni,
sum er í Aserbadjan
FM í dart byrjar aftur. Remy G.
Hansen og Hans Eivind Olsen
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Hetta er ein bók um eitt hugtak,
sum fleiri og fleiri velja ikki at
brúka. Tí hvat er eitt talent?
Hvussu blívur ein spælari ein
góður spælari. Tað finst einki
rætt svar, tí tað sum riggar
fyri ein – riggar ikki altíð fyri
hini. Eitt er tó púra vist. Ongin
kemur langt uttan at hava nøkur
grundleggjandi ting.
Vilji framum evnir og eitt
mennandi umhvørvi er ein partur
av niðurstøðuni hjá Ulrik Wilbek,
ið er maðurin handan bókina.
Hann hevur skrvað aðrar bøkur
um eitt nú motivatión.
Í hesi bókini greiðir Ulrik
Wilbek frá við dømum, hvussu
ávísir
hondbóltsspælarar
eru
komnir frá at verða eitt ”talent”,
til at blíva landsliðspælarar.
Tað er áhugavert, at hann
í bókini kemur fram til, at tað
ikki altíð er best at teir góðu
spælararnir eru á liði saman. Eitt
nú kann tað vera mennandi fyr
ein spælara, at spæla á einum
liði, sum ikki vinnur uttan
mótstøðu og har aðrir eru meiri
framtraðkandi.
Eisini verður nortið við ein
stóran trupulleika í ungdóms
arbeiði. Tað er viljin hjá venjaran
um og foreldrunum at vinna, tá
tað ikki er best fyri menningina.
Sum heild ein avbera góð bók,
ið hevur relevans fyri Føroyar
eisini. Tó byggir bókin fyri tað
mesta bara á meiningar og søgur
frá Ulrik Wilbek. Tað er nú heldur
ikki eitt so býtt grundarlag
LES UM: Tú ert foreldur, venjari
ella hevur nakað við ungdóms
arbeiði at gera
IKKI LES UM: Tú altíð heldur at
tíni børn duga best, og ongin skal
læra teg nakað
HVUSSU ER AT LESA: Sum
ítróttaráhugaður er hon løtt at
lesa, tí tú kennir dømini aftur. Tú
skal sum so ikki vita so nógv um
ítrótt fyri at fáa nakað burturúr
HVAT
SIGUR
TÚ:
Hendan
bókin skuldi verða á hyllini hjá
øllum foreldrum og venjarum,
tí hon setur nógvar relevantar
spurningar við avgerðir vit taka
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum…
★★★★★★
INFO: Ulrik Wilbek er í løtuni umstríddur, tí hann hevur lagt frá sær sum ítróttarstjóri í danska hondbóltssambandinum. Hann er væl lýddur maður, sum heldur fast við sítt.
Andrias H. Eriksen, liðskipari á U21 landsliðnum,
er ónøgdur við tapið fyri Russlandi
Fróði Benjaminsen um at koma aftur á landsliðið
– Hetta er bara ikki gott nokk. Vit verða runnir umkoll
– Eg hevði eina tóma kenslu tá eg gavst,
tí eg ikki slapp at spæla seinasta dystin
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Sølvi Vatnhamar
Aldur: 30
Starv: Landsliðsleikari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvør skoraði málini hjá HB í kvinnufinaluni, sum tær
taptu 3-2?
2 Hví var steypafinalan hjá kvinnum útsett eina viku?
3 Hvussu eitur legendariski málverjin hjá Ungarn, sum
spældi í gráum joggingbuksum?
4 Hvør skoraði føroyska málið móti Ungarn í seinastu
undankapping?
5 Hvussu gamal er Fróði Benjaminsen?
6 VÍF hevur í vikuni gjørt avtalu við tveir útlendskar
spælarar, sum hava spælt í havn. hvørjir eru teir báðir?
7 Hvat fyri felag hevur Joe Hart skift til?
8 Hvør er spælarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1. Milja R. Simonsen 2. Tí KÍ kvinnurnar
luttóku Champions League 3. Gábor Király 4. Róaldur
Jakobsen 5: 38 ár 6: Mladen Mjerimacka og Jugoslav
Djumic 7: Torino 8: Lea Hansen
ÍTRÓTTAR UMMÆLI
BÓKIN:
Talent