Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 5. september 2016 · Nr. 101 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Tróndur Arge – Tórsvøllur Stoltur! Tað er fyrsta orðið, ið gleppur úr munninum á Atla Gregersen í oysandi regninum á Tórsvølli í morgun. Spælararnir leggja hond á seinastu fyri­reiking­ arnar undan landsdystinum móti Ungarn, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld. Fyri 34 ára gamla gøtu­ mannin verður dysturin heilt serligur. Hóast hann hevur havt liðskiparabandið onkran einkultan dyst, so er hetta fyrsti dysturin sum almennur liðskipari á føroyska landsliðnum. Fekk troyggjuna hjá Jóannes Atli Gregersen hevur sína heilt stóru fyrimynd í Jóannes Jakobsen, sum var liðskipari á føroyska lands­liðnum til hann gavst miðskeiðis í 90 unum. Hann var eisini maðurin, ið leiddi Føroyar til søguliga sigurin á Eysturríki í Landskrona. Tað eydnaðist eisini Atli Gregersen at fáa fatur á eini lands­liðs­troyggju hjá Jóannes Jakobsen. Tað var eftir lands­dystin móti Jugoslavia í Lands­krona. Føroyar taptu 2-0, men Atli Gregersen var so fegin sum ongantíð fyrr. Pápi hansara, Árni Gregersen, var frásøgumaður til dystin, og Atli slapp við til dyst. Eftir dystin fekk eg troyggjuna hjá Jóannes Jakobsen. Eg helt fast um troyggjuna í fleiri vikur, áðrenn mamma slapp at vaska hana. Eg eigi troyggjuna tann dag í dag, greiðir Atli Gregersen frá, sum tá var átta ára gamla. Stórur heiður – men dystin fyrst Til venjingina er greitt, at tað dystardagurin nærkast. Stemningurin er intensur og tað hoyrist á røddini á nýggja liðskiparanum. Hetta er ein stórur heiður, men beint nú hugsi eg meiri um dystin. Hetta er sjálvandi ein stórur heiður, sum eg kann fortelja um tá eg eina ferð gevst, men nú er bara ein dagur til dystin, so tað er meiri har høvdið er, sigur Atli Gregersen. Vit eru við at vera har, sum vit skulu. Tað merkist eisini á stemninginum. Tað verður tosað minni og stuttligu søgurnar eru færri í tali, enn tá vit møttust í farnu viku, sigur Atli Gregersen, ið ætlar sær eitt gott úrslit. Vit eru blivnir betri síðani seinast, men tað eru Ungarn helst eisini. Tað vildi tó verið løgið, um vit ikki fóru eftir øllum frammanfyri fimm túsund føroyingum, sigur nýggi liðskiparin á landsliðnum. Fróði givið bandið víðari Fróði Benjaminsen hevur verið liðskipari í fleiri á landsliðnum. Toftamaðurin, ið hevur met fyri flestar landsdystir, verður tó ikki liðskipari í framtíðini. Tað kemst av, at hann hevur verið burtur og nú hevur latið liðskiparabandið fara víðari. Eg havi risa virðing fyri Fróða, sum hevur verið liðskipari í ein mansaldur. Hann er framvegis tann hann er, sigur Atli Gregersen Lars Olsen greiðir frá, at tá nú Fróði Benjaminsen hevur verið brutur frá landsliðnum í eina tíð, so er tað bara natúrligt at nýggjur liðskipari er á landsliðnum. Fróði hevur verið burtur frá landsliðnum orsaka av skaðum, arbeiði og valdi at gevast, so tað er natúrligt at velja ein nýggjan liðskipara. Atli Gregersen er ein maður, sum stýrir liðnum væl. Tí er hann valdur, sigur Lars Olsen. Atli Gregersen er ein av fleiri miðverjum, ið nú er liðskipari á landsliðnum. Har kunnu nevnast Jóannes Jakobsen, Jan C. Dam og Óli Johannesen. TRONDUR@SOSIALURIN.FO JÓANNES JAKOBSEN ER FYRIMYNDIN Bragd verða framd í hesum døgum, og vónandi verða fleiri brøgd framd í svimjihylinum, á talvborðinum, og á Tórsvølli komandi dagarnar. Mikukvøldið 7. september verða paralympisku leikirnir settir í Rio í Brasil, har sum olympisku leikirnir vóru hildnir farna mánað. Føroyar hava longu vunnið áðrenn kappingarnar eru byrjaðir. Altjóða paralympiska nevndin, IPC hevur betri moral enn altjóða olympiska nevndin, IOC. Síðani 1984 hava Føroyar verið roknaðar fyri tað, sum vit veruliga eru av IPC, nevnliga ein ítróttartjóð. Tað verður stórt um midnáttarleitið at síggja Kristu Mørkøre úr Klaksvík ganga inn á Maracana leikvøllin í Rio við Merkinum, og at fáa navnið ”Faroe Islands” kunngjørt fyri miljónatals sjónvarps- og stroymingarhyggjarum kring allan heimin. Hesin hálvi minutturin er størri og betri umtala fyri Føroyar enn fleiri gáa um. Longu til setanina hevur Krista vunnið tjóðini ein stóran sigur. So er at vóna, at hon eisini kann gera ein vørr til svimjikappingarnar, so enn ein móttøka kann verða í Klaksvík fyri einum stórum ítróttaravriki. Góða eydnu ynska vit Kristu Mørkøre. Farna vikuskiftið framdi talvúrmælingurin, Helgi Dam Ziska eitt veruligt roysnið, tá hann megnaði remis ímóti nummar 10 á heimsstyrkislistanum, Veselin Tupalov úr Bulgaria, tá føroyska talvlandsliðið megnaði eitt heiðurligt 1-3 tap ímóti sterka bulgarska talvlandsliðnum á talvolympiaduni, sum er í Baku í Aserbadjan í hesum døgum. Eisini talvolympiskt eru vit ein tjóð, og hava verið tað síðani 1970. Vónandi fara Helgi Dam Ziska og hinir á talvlandsliðnum at halda fram við at avrika stórt, ikki minst so Helgi Dam Ziska kann nærkast stórmeistaraheitinum við stórum fetum. Góða eydnu ynska vit Helga Dam Ziska og hinum á talvlandsliðnum. Og so er tað, at Ungarn aftur vitjar okkum í fótbóltshøpi, tá skjøtil verður settur á komandi HM-undankappingina við einum heimadysti á Tórsvølli, sum aftur verður fullsettur týskvøldið. Seinast vit møttu Ungarn vóru vit bert ein veikan eysturríkskan dómara frá at fremja eina sensasjón í Budapest, tá vit tepurt taptu 1-2. Ungarn vann tepurt 1-0 seinast teir vóru á Tórsvølli á heysti í 2014, og sambært Lars Olsen, landsliðsvenjara sær tað gott út hjá okkara monnum. Føroysku landsliðsspælararnir spæla á høgum støði mett í mun til undanfarin ár. Vit eiga nú tríggjar spælarar í bestu donsku deildini, ein í bestu norsku deildini, og spælarar, sum eru stuðlar í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og haraftrat tríggjar úr bestu íslendsku deildini. ”Venjingin hevur ongantíð verið á hægri støði”, staðfestir Lars Olsen. Nú er at seta nøsina upp ímóti, at vit á fyrsta sinni fáa 10 stig til eina undankapping. Undanfarnu undankappingarnar hava sjey stig verið størsta úrtøkan. Tað var afturi í 2001. Við tveimum dystum ímóti Andorra, og heimadystum ímóti Lettlandi og Ungarn er ikki forborgið at seta sær, sum mál, at hesaferð fáa vit eitt hægri stigatal enn nakrantíð. Góða eydnu við tí fótbóltslandsliðið, og eisini góða eydnu til U21 landsliðið, sum skal royna at fáa fyrsta stigið í hesari EM-undankappingini til høldar í Baku, Aserbadjan týsdagin. Góða eydnu Krista, talv­ landsliðið og fótbólts­ landsliðið Atli Gregersen er nýggjur liðskipari á føroyska landsliðnum. 34 ára gamli miðverjin úr Gøtu hevur sína heilt stóru fyrimynd í hjálparvenjaranum á landsliðnum, Jóannes Jakobsen