Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 5. SEPTEMBER 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús & Heim Í 1968 byrjaði Vatnsoyrar Snikkaraverki sítt virksemi og at selja H-vindeygu til føroyingar. Virkisfúsir menn komu tó skjótt eftir, at hóast H-vindeyga var gott, kundi okkurt broytast, so tað hóskaði seg enn betri til føroysk viðurskifti. Nógv orka bleiv tí løgd í at byrjað framleiðslu í Føroyum og longu frá 1973 var øll framleiðslan av H-vindeyganum í Føroyum. – Nøgdir kundar og góð starvsfólk eru týdningarmiklir partar av virðisgrundarlagnum hjá okkum á HDYGD, til tess at tryggja føroyska marknaðinum bestu vøru og bestu tænastu. Drúgvu royndirnar at framleiða vindeygu hevur ment okkara serkunnleika innan økið. Vit kunnu altíð veita bestu ráðgeving og tænastu, tá ið okkara kundar skulu hava vindeygaloysnir til síni dreymaheim í tí avbjóðandi føroyska veðurlagnum, sigur Jóhan á Mýrini, stjóri.  – Tað er ein fyrimunur, at HDYGD livir og virkar á staðnum, tí vit kenna umstøðurnar hjá teimum, sum skulu nýta vindeyguni. Tí tryggjar okkara serkunnleiki kundanum bestu dygdina. Vit eru skjót á staðnum, um okkurt stingur seg upp, kenna marknaðin og hava gott samstarv við stak dugnaligar handverkarar og kunnu altíð geva góða ráð ella vísa á bestu fólkini, sigur hann. – Vit hava eina væl umtókta og sterka merkisvøru. Eitt vindeyga framleitt í Føroyum til føroyska marknaðin. HDYGD hevur allatíð lagt seg eftir at menna vørurnar, og við góðum og nærløgdum starvsfólkum eru vørurnar mentar til hágøskuvørur til føroyska tørvin, sigur Jóhan á Mýrini. Og væl gongst. Í fjør lá framleiðsla felagsins á beint undir 8.000 vindeygu. Í ár væntar stjórin, at framleiðslan fer upp um 10.000 vindeygu. – Vit bjóða vindeygu til ein hvønn tørv, til alt frá høsnarhúsinum til størri verklælanir so sum skúlar og líknandi. Vit gleðast um at keyparar í størri mun velja eina trygga loysn, av dygdarvørum heldur enn at keypa vørur við ongari trygd og mest sum ongum royndum á føroyska marknaðinum. sigur hann. H-dygd læt í farnu viku upp eitt framsýningarhøli í Hoyvík. Ætlanin er, at opið skal vera hvønn dag og at, umframt framsýningina, so skulu fólk hava møguleika at fáa ráðgeving har. Jóhan á Mýrini sigur, at enn er ikki greitt, hvussu nógv fólk fara at starvast á deildini í Havn. – Vit lótu eitt slíkt høli upp í Klaksvík fyri nøkrum árum síðani, og tað hevur gingið sera væl. Á hendan hátt koma vit nærri kundanum, tí tað vísir seg, at Vatnsoyrar nokk ikki er veðrins nalvi hóast alt, sigur stjórin við einum smíli. – Tískil hava vit fínstilla strategiina, og kunna vit á henda hátt veita eina enn betri tænastu, við tað at vit eru so tætt uppá kundan. Komandi tíðina verður ein deild latin upp í Gøtu, umframt at virki hevur eina samstarvsavtalu við Vágs Timbur­handil í Suðuroynni. Í H-dygd starvast í dag 45 starvs­ fólk, javnt býtt millum verkstaðið á Vatnsoyrum, í Miðvági og í øðrum leik­lutum. Væntar at selja yvir 10.000 vindeygu í ár BústaðarLán Vitja deildina í Havn og Vági ss.fo ANNIJANNI