Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 36 • 5. SEPTEMBER 2016 11 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús & Heim VIT HAVA SPURT HJALGRÍM DAVIDSEN UM HANSARA ÚTISTOVU. Vit lata Hjalgrím fáa orðið: Tað eru 6 ár síðan vit fingu okkara havastovu. Vit høvdu hugsa um eina havastovu, og so fóru vit at arbeiða við hesum. Men frá at fáa hugsskot til vegleiðing, tekningar, byggiloyvi og so byggja, var ein kanska heldur langur vegur, men hetta fingu vit alt á einum staði. Inni á heimasíðuni www.utistovur.fo sóu vit, at alt hetta kundi vit fáa hjálp til. Havastovan verður nýtt hvønn tann einasta dag. Vit hava gólvarma við tøttum varmarørum og nógvum vatnið í, og svartar gólvflísar. So vatnnøgdin, sum verður hita upp av sólini um dagin gevur varma eisini langt út á kvøldið, náttuna, og onkuntíð er heitt heilt út á morgunin eftir. Eg skuldi fyri langari tíð síðan haft fingið okkum eina havastovu. Plagi at siga: heldur ein gamlan bil og eina góða havastovu, enn nýggjan bil og onga havastovu. Bæði hiti, ljós og litur er nakað mær dámar so sera væl. At sita og hyggja yvir allan Nólsoyarfjør, alla Nólsoynna og oman yvir býin, og síggja lit og ljósspælið frá morgni til myrkurs, bæði í sjónum og í luftini alla okkara skiftandi tímar og árstíðir, er nakað, sum lívgar meg og gleðir meg. Ein listamaður, sum var inni á gólvinum hjá okkum ein dagin, tók til hvussu hugbirtandi hetta var. Eg treingi til ljós tí tað fyllir mítt lív við øllum góðum. Mær dámar eisin sera væl tann nógva hitan. Hvønn dag at kunna njóta ljósi, litin og hitan ger gleðina enn størri fyri okkara føroyska summari, og tørvurin og longsulin eftir at fara uttanlanda til heitari lond verður tess minni. Vit skuldu avgjørt haft fingið okkum eina havastovu longu í byrjanini av okkara byggiætlan fyri út við hálvthundrað árum síðani, tá vit bygdu. Men betri seint enn ongantíð. Hjalgrím leggur afturat at tygum eru vælkomin at ringja til hann á tlf. 213303 ÚTISTOVA, GLASSTOVA ELLA HAVASTOVA Kært barn… MARKÁ Sp/f Tlf. 212662 www.utistovur.fo Grafix 504251 L Ý S I N G