Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 5. SEPTEMBER 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Hús & Heim Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn mánaða nakrar av føroysku Instagram vangunum: RABARBULIV FYLGJARAR: 1,413 Rabarbuliv er ein havnadama sum deilir myndir úr sínum gerandisdegi. Rabarbuliv kallar seg sjálva fyri vakurleikanjótara; í øllum førum er hon ein vakurleikaspreiðari! Hennara vangi á Instagram er á tremum við myndum av lekrum børnum klødd í Mini Rodini og myndir úr teirra vakra, minimalistiska heimi mitt í Havn. Vit elska Rabarbulív! BYREYDBERG FYLGJARAR: 923 Hvør elskar ikki vakrar bundnar troyggjur. Hvør elskar ikki eitt vakurt heim. Hvør elskar ikki vangan hjá Byreydberg á Instagram? Byreydberg er ein garvaður Instagrammari, sum veit akkurát, hvussu myndirnar skulu takast. Byreydberg er búsitandi í Klaksvík og út frá Instagram, livir hon av binda blomstir, binda troyggjur og mammast. Fylg Byreydberg um tú vilt hava lekrar myndir av lekrum køkum, lekrum børnum og lekrum heimum. THEWHITEHOUSE.FO FYLGJARAR: 190 Thewhitehouse.fo er nýggi næmingurin í flokkinum. Vangin hevur enn bert 190 fylgjarar á Instagram, men hevur tó longu deilt eina rúgvu av myndum. Myndirnar hjá Thewhitehouse.fo eru sum oftast av einum lítlum, ljósum húsi í Hvalba. HON hevur gitt seg framm til, at persónurin aftanfyri vangan, er sami persónur sum ger glaslist undir navninum Mikkalina Glas. Vit kunnu viðmæla henda vangan, um tú leitar efti íblástri til eitt ljóst, simpult heim við føroyskum dámi. HON ER EISINI Á INSTAGRAM FYLGJARAR: 232 Kvinnublaðið HON er eisini á Instagram Fylg okkum um tú vilt hava stuttligar brellbitar úr komandi bløðum. Vit spotta eisini tey bestu tilboðini í býnum og deil javnan Instagram – tal gildur heimur í myndum Síða úr blaðnum Hon frá mai 2016