Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-05, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. september 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 36 • 5. SEPTEMBER 2016 18 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Jústinus Leivsson Eidesgaard Í samband við Mentanardagarnar í Fuglafjarðar kommunu, varð skipað fyri konsert í húsunum hjá Lamba Símun á Hellunum mikukvøldið. Húsini eru onnur niðursetuhúsini á Hellunum. Niels Midjord og Eilin Hansen fyltu rúmið við dragandi ljóði frá danska bispinum Thomas Kingo, kanadiska partíðar­munkinum Leonard Cohen og lokala orðasnillinginum í Fuglafirði, sum stutt og greitt verður nevndur Gunnleif. Tað er hann, sum millum annað eigur orðini aftan fyri sangin »Mín gráði Fordur« Út í móti 40 fólkum høvdu leitað sær at hoyra tónleikin og sangin og tey komu ymsastaðni frá í landinum. Niels gjørdi sær ómak at greiða frá bak­grundini fyri kingo­sálmi, sum var kirkju­tónleikurin í føroysku kirkjunum, heilt fram til kirkjurnar fóru at fáa orgul um aldar­skiftið fyri yvir 100 árum síðani. Tað eru bara fólk omanfyri tey sjeyti, sum minnast kingosálm sungnan í kirkjum í dag. Niels hevur eisini tikið guitarin í nýtslu at styðja undir sangin og kanska gera hann eitt sindur meira modernaðar og hetta saman við ynsisligu røddini hjá Eilin Hansen fekk tón­leikin upp í hæddir. Tað var valla eitt snýs ella eitt hark at hoyra, meðan tey sungu og tað er tekin um, at tey høvdu fangað lurt­ aran. Kingo hevur djúpar tekstir og tað hevur 81 ára gamli kanadiu­maðurin og munk­urin Leonard Cohen eisini og røddin hjá Niels Midjord er sum skapt til at endurgeva djúpu røddina hjá Leonard Cohen. Og Leonard hevur eina stuðlandi kvinnu­rødd í mongum sangum og hendan leiklutin kláraði Eilin Hansen til fullkomileika á Hellunum mikukvøldið, har hon fleiri ferðir skifti yvir í solo. Og vit sum varða av mentanar­ húsunum á Hellunum gleðast um, at tónleikarar lata væl at akustikkinum í húsinum. Stanley, sum hevði konsert herfyri segði, at tað var sum at syngja í einum violinkassa og sangararnir nú mikukvøldið vóru eisini fegnir um ljóðið. Kingo og Leonard Cohen á Hellunum