Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LESTRARBÚSTAÐIR Áki Bertholdsen G ongst sum ætlað, fær Havnin einar 80-100 lest­raríbúðir afturat í næstu fram­tíð. Arbeitt verður nevniliga við eini ætlan um at taka Venjingarskúlan á Fræls­i­ num í Havn -ella ein part av honum- og at byggja hann um til lestrarbústaðir, tá ið børnini, sum annars ganga har, eru flutt út í spild­ur­ nýggja skúlan úti á Fløtum við Landavegin. Hugskotið er íkomið eftir at Tórshavnar Kommuna og Bústaðir hava gjørt eina avtalu um at gera ein part av Kommunuskúlanum í Havn til lestraríbúðir og har verða sostatt 37 nýggjar lest­ raríbúðir klárar at flyta inn í um eitt lítið ár. Eftir teirri avtaluni hev­ ur Kommunan latið Bú­støð­ um Kommunuskúlan fyri lítið og lætt, men so inn­ rættar Bústaðir hann til lest­ rarbústaðir. Kortini rindar komm­ un­an góðar 16 milliónir til nýtt tak, nýggjan klædning, bjálving, og annað. At innrætta ein gamlan bygning til lestrarbústaðir, er ein nógv bíligari loysn, enn tað hevði verið at bygt nýggjan bygning til enda­ málið. Samstundis hevur sam­ gongan arbeitt við eini ætlan um at gera ein rættiligan lest­rarbýling rundan um Fróð­skaparsetrið. Og í tí sambandi verður eis­ini arbeitt við at gera lest­raríbúðir har á leiðini, tí dentur verður lagdur, at tær skulu vera so nær við Fróðskaparsetrið, sum gjørligt. Tórshavnar kommuna átti 60 prosent av venj­ing­ ar­skúl­anum, men fyrr í ár varð gerðar­býti gjørt við Menta­mála­ráðið, har land­ið yvir­tekur part­in hjá komm­ ununi av Venj­ing­ar­skúl­a­ num og afturfyri yvir­tekur Tórshavnar Komm­una so Hand­ils­skúlan í Mark­ na­gili frá landinum, tá ið skúladepilin, Glasir, er lið­ ug­ur. Nýtt lív í gamlar bygningar Andras Róin, stjóri í Bú­støð­ um, sigur, at leisturin, sum er brúktur í sambandi við at gera Kommunuskúlan til lestrarbústaðir, er ein ómeta­ liga áhugarverdur arbeiðs­ háttur. - Vit hava eisini boðað frá, at vit í Bústøðum eru ógvuliga áhugað í at vera við í eini verkætlan, har Venj­ ing­arskúlin verð­ur bygdur um til lestrar­bú­stað­ir, sigur stjórin í Bústøðum. Hann sigur, at tilsamans er pláss fyri 80-100 íbúðum í skúlanum Men hann leggur afturat, at tað ber eisini væl til at hava eina blandaða bygging, har ein partur er vanligir lestrarbústaðir, og ein annar partur eru familju­ íbúðir. Landsstýrið hevur tosað um at gera økið rundan um Fróðskaparsetrið, og Frælsið, til ein lestrarbýling. Í løtuni eru eini 800 les­ andi á Setrinum, men málið er, at í 2025 skal talið verða tvífaldað. Men tað krevur so eisini, at tey lesandi fáa tak yvir høvdið. Og Andras Róin heldur, at skal talan verða um ein lestrarbýling, har tað eis­ini skal vera lív í eftir skúla­tíð, finst neyvan nak­að betri pláss at gera lest­rar­bú­stað­ir, enn nettupp í Venjing­ar­skúl­ anum, Men saman við tí, ber so eisini til at gera tann stóra grasvøllin við skúlan, til ein part av ætlanini, leggur hann afturat. Andras Róin vónar, at Komm­unskúlin verður eitt gott fyridømi um, hvussu lív kann fáast í ein miðbýin, samstundus sum at fríðkað verður um. - Vit vita eisini, at um­ framt Venjingarskúlan fáa bæði landið, og Tórshavnar Kommuna eisini fleiri aårar bygningar til taks í næstum. - Óvissa er um, hvat hesir bygningar skulu brúkast til í framtíðini. Men skulu vit tosa um at endurnýggja býin, og at fáa ótíðarhóskandi bygningar aftur til heiður og æru, kann tað vera eitt gott hugskot at byggja teir um um bústaðir av ymsum slagi, heldur stjórin í Bústøðum, Bygningar, hann hugsar um í hesum sambandi, eru Studentaskúlin í Hoy­døl­um og Handilsskúlin í Markna­ gili, har næmingarnir flyta í Glasir. Samdundis er ætlan­ in at byggja nýggjan Musikk­ skúla, og sostatt verður Skúlin á Frúutrøð tøkur. - Og á Landssjúkra­hús­ inum skal psykiatriska deild flytast í nýggj høli, so eisini har verða bygingar tøkir, sum eru væl hóskandi til enda­málið. - Fleiri av hesum bygn­ ing­um hava eisini tann fyri­ mun, at teir liggja væl fyri, miðskeiðis í býnum, leggur Andras Róin afturat. Ein stór forðing Hinvegin ásannar Andras Róin, at tað er ein dýr verk­ ætlan at byggja Venjingar­ skúlan um til lestrarbústaðir. Og tað er ein verkætlan, VENJINGARSKÚLIN G UM TIL LESTRARBÚST Har verður pláss fyri 80-100 lestraríbúðum, men talan kann eisini verða um at byggja aðrar bygningar um til bústaðir - Venjingarskúlin er beint við Fróðskaparsetrið og liggur sostatt sera væl fyri at gera til lestrarbústaðir. Har er pláss fyri 80-100 lestrarbústøðum, men størsti trupulleikin er, at Bústaðir fáa ikki svar frá landsstýrinum um fígging Vit eru ógvuliga áhugað í at vera við í eini verk­ætlan, har Venjing­ ar­skúl­in verður bygdur um til lest­rar­bústaðir