Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7.september 2016 · Nr. 102 LESTRARBÚSTAÐIR Áki Bertholdsen - Vit skulu sjálvandi leggja dent á at byggja lestraríbúðir og vardar íbúðir til fólk við serligum tørvi. Men vit mugu heldur ikki gloyma tey, sum hava tørv á eini púra vanligari íbúð. Tað sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum. Sum vit skrivaðu mánadagin, hevur landsstýrið gjørt Bústøð­um greitt, hvat slag av íbúðum, dentur skal leggjast á hesi næstu árini. Og politiska raðfestingin er greið, tí landsstýrið sigur, at næstu tíðina skal dentur leggj­ast á at byggja bíligar íbúðir, sum láglønt hava ráð at leiga, um­framt at dentur skal leggjast á lest­rar­bústaðir og vardar bústað­ir. Vit eru fyri øll Andras Róin fegnast um at lands­ stýrið setir út í kortið, hvat dent­ur eigur at verða lagdur á hesi næstu árini, tí ynskini eru mong og tað eigur at vera ein politiskur spurningur at seta út í kortið, hvat dentur skal leggjast á. Men hann staðfestir sam­stund­is, at tað eru 1800 limir í Bústøðum. - Og eini 90 prosent av teim­um hava brúk fyri eini heilt vanligari íbúð til leigu. Og sum eitt alment bú­staðarfelag, eru vit ikki sett í verð­ina fyri burturav at nøkta ein sosi­alan bústaðartørv, ella tørvin á lest­rarbústaðum, tí vit mugu ikki gloyma tann stóra bólkin av limum, sum vil hava eina heilt vanliga íbúð, sigur hann. - Vit eru eitt bústaðarfelag fyri øll og tí kunnu vit ikki bara gera lest­ raríbúðir og vardar íbúð­ir. Men vit eru púra samd við lands­stýrið í, at vit skulu útvega so nógvar, og so bíligar íbúðir sum gjørligt, staðfestir Andras Róin. Tí samskifta Bústaðir og lands­ stýrið nú um at endurskoða ta pol­ itisku raðfestingina, men tað arbeiðið er ikki heilt liðugt enn, sigur stjórin. - Vit halda sostatt ikki, at vit at kalla bara kunnu leggja dent á at byggja lestrarbústaðir og vardar bú­staðir, tí vit eiga at taka atlit at limalistanum og tey, sum vilja hava eldravinarligar íbúðir, ella bara eina heilt vanliga íbúð. Andras Róin vísir á, at longu sum er, er meiri enn ein triðingur av íbúðunum hjá Bústøðum, vard­ar íbúðir. Annars staðfestir Andras Róin, sum støðan er nú, er alt gjald­førið hjá Bústøðum við at vera bundið í bygging. 300 - 500 milliónir Sum tað sæst í hinari greinini, verður arbeitt við at geva Bú­støð­um heimild til at útskriva láns­brøv, fyri at stígur ikki at koma í arbeiðið. Hann sigur, at sum sum heild kundi Bústaðir hugsað sær at fingið heimild til at útskriva lánsbrøv fyri 300 - 500 milliónir, men tað neyva tal­ ið er ikki gjørt upp, sigur Andras Róin. Hann vísir á, at annars er nógv ferð á búskapinum, og tað merk­ir, at drálað verður onk­rum ætlan­um, tí tilboðini eru ikki nøkt­andi. Og tað hevur týdning, tá ið leigan skal ásetast. Í miðal er leigan slakar 5.000 krón­ ur at byggja. Men Andras Róin sigur, at skal leigan verða bíligari hjá ávís­ um bólkum, er tað ein politiskur spur­ n­ingur burturav. - Bústaðir hevur ikki innlit í fíggj­ arligu viðurskiftini hjá fólki og Bú­ staðir kann ikki hava ymsar prísir. So skulu ávísir bólkar hava bíligari bú­ staðir, verður neyðugt at ein politisk skipan við bústaðarískoyti, ella onk­ rum øðrum ískoyti, verður sett í verk, sigur stjórin í Bústøðum. Annars er byggingin hjá Bústøðum mvg frí, og tað hjálpir væl. Men tað skilst ikki á Kristinu Há­ foss, sum at ætlanin er at seta nakað serligt av øðrum skipanum í verk, tí hon vísir á, at tað er mvg frítt at byggja bústaðir, fyri at fáa leiguna niður. Mugu ikki gloyma tey vanligu fólkini Vit eiga ikki burtur av at leggja dent á at byggja lestrarbústaðir og vardar íbúðir, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum. Eini 90 prosent av okkara limum brúk fyri eini heilt vanligari íbúð til leigu, og tey mugu vit ikki gloyma, heldur Andras Róin, stjóri í Bústøðum GERAST TAÐIR Bú­staðir ikki hava fígging til. Hinvegin samskifta Bú­ staðir og Fíggjarmálaráðið um at geva Bústøðum heim­ ild at útskriva láns­brøv, men í Sosialinum mána­dag­in segði Kristina Há­foss, lands­ stýr­iskvinna í fíggjar­mál­um, at væntandi verður uppskot um tað lagt fyri Løg­tingið í næsta mánað. Andras Róin sigur, at alt gjaldførið hjá Bústøðum er við at vera bundið í íbúðir, so skal arbeiðið at byggja íbúð­ ir, ikki steðga, krevst meiri fígg­ing. - Tað er okkara størsti trupul­leiki í løtuni og fáa vit ikki fígging heilt skjótt, kemur steðgur í. - Tað er nógv ferð á bú­ skap­inum, og eitt ivamál kann vera um hetta er rætta tíðin at seta enn meiri arb­ eiði ígongd. Men hinvegin er tað ómetaliga stórur tørv­ur á bústøðum, bæði van­ligum íbúðum, umframt lestrarbústøðum og vardum íbúðum. - Tað trýstir eisini prísin á íbúðum upp, staðfestir Andras Róin. Hann sigur, at tískil vilja tey í Bústøðum fegin hava heimildina at útskriva láns­ brøv. - So kunnu vit samskifta við landsstýrið um, hvussu nógv vit skulu byggja, hvat vit skulu byggja, og hvussu nógva ferð vit skulu seta á. - Verður tað mett, at tað er ov nógv ferð á búskapinum, ber væl til at slaka av í eina tíð. Men skulu vit burt­urav hugsa um at nøkta ovur­ honds stóra tørvin á bú­ støðum, er einki at bíða við, leggur hann afturat. - Hinvegin kunnu vit ikki samráðast við ráðgevarar og byggifyritøkur, fyrrenn vita um vit fáa fígging, so tað er fyrsta treytin fyri at vit kunnu fara víðari, so sum støðan er nú, verður drálað við at taka stig til at byggja fleiri íbúðir enn tær, sum longu eru avtalaðar, sigur stjórin í Bústøðum.