Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KOMMUNUVAL ´16 Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi Bilferðslan í Føroyum er farnu hálvu øldina vaksin við miklari ferð, og við bil­ unum komu eisini krøvini um tunlar og fleiri og betri veg­ir. Í 1975 vóru 6.500 bilar í Føroyum. Í dag eru teir um 30.000 í tali. Í Havn gongur sjón fyri søgn, at bilarnir krevja sítt pláss. Parkerings­møgu­leik­ arnir eru ikki góðir, og trýstið á innkomuvegirnar er øgi­ ligt, tá ferðslan er mest um morgunin og seinnapartar. Ferðslan verður ikki minni, tá tunnilin um Tanga­ fjørð verður liðugur í 2019. Hig­ar­til hevur tó verið at­ gerð­ar­loysi, tá tað snýr seg um at finna loysnir á øki­num. Væntandi var, at tunn­ ils­munnin fór at vera nær Sundi, og ætlanin var tí at leggja nýggjan inn­komu­veg oman ígjøgnum Hoyvíks­ hagan og vestureftir. Hetta kollveltist alt, tá linjuføringin fyri tunnilin kom undan kavi. Nú kemur hann ikki upp nærhendis Sundi, men beint norðan fyri Hvítanes. Verður úrslitið, at øll ferðslan framvegis fer oman eftir Hvítanesvegnum, er lít­ ið at ivast í, at ferðlsu­propp­ arnir kunnu gerast mangir, og park­er­ings­við­ur­skift­ini í býnum verða ikki frægari. Aftrat hesum avbjóð­ing­ unum  kunnu væntast um­ hvørvislig og trivnaðarlig afturstig í býnum. Floymurin av bilum fer at hava bæði meira os og gang við sær.  Trygdin kann lættliga eis­ini versna. Her krevst, at Tórshavn­ ar kommuna og Landsverk bein­anvegin seta seg sam­an at lýsa og viðgera tær av­bjóð­ ingar, sum eru fyri framm­an. Nakrir hissini vegastubbar eru í Hoyvíkshaganum við brúm, sum peika út í tóman heim. Nú er stundin komin at taka avgerðir um at binda hetta saman onkursvegna. Hvør, ið gjalda skal, er eisini ein spurningur. Í Runa­ vík ætlar borgarstjórin ikki at lata Tunnilsfelagið sleppa undan at gjalda ein veg, sum førir tunn­ils­ferðsl­una út um bygt øki har. Hjá okkum er harð­liga brúk fyri einum inn­komu­ vegi aftrat Hvítanesvegnum, sum jú eisini fer at koma und­ir økt trýst av størri virk­ semi á Eystaru bryggju. Niðri i býnum ber til at gera parkeringshús og park­ er­ings­tunlar á eitt nú Skála­ trøð og við Konga­brúnna. Alt skal ganga skjótt í dag, og øll skulu hava so stutt­an veg aftur og fram sum gjørligt. Men vit og skil mugu eisini fylgja við, nú stór­ar útbyggingar verða framd­ar. Tjóðveldi tekur hetta mál­ ið upp við fyrsta høvi. Bjørghild Djurhuss Forkvinna í trivnaðar­ nevndini í Tórshavnar Kommunu. Valevni hjá Javnaðarflokkinum Hendan tíðin fram til val er altíð so spennandi. Nógv verð­ur skriva, eins og nógv val­lyftir verða givin. Eg sat fyrr í vikuni og las ymiskar valgreinar á port­ al­inum, hjá valevnum sum bjóða seg fram til kom­andi bý­ráðsval í Tórs­havn­ar Komm­unu. Nógv góð hug­ skot og fleiri sera áhuga­ verd­ar tankar um, hvussu Tórs­havnar Kommuna skal rek­ast, á politiska økinum. Eg havi nú seinastu 4 árini sitið sum býráðslimur í Tórshavnar Kommunu, og verði forkvinna í Trivn­ aðarnevndini, sum umsitur eldraøkið í kommununi. Hugstoytt at lesa grein­ ina hjá Gunnvør Balle, sum er valevni hjá Tjóðveldi til komandi býráðsval. Hon skrivar á miðlunum, at eldra­ økið skal takast í tí álvara, hendan stóra uppgáva krev­ ur, og at kommunan skal orða ein eldrapolitikk. Í somu grein skrivar hon eisini, at hon vil vera garantur fyri at ting­ini verða gjørd ordiligt. Fyrst og fremst vildi eg ynskt, at Gunnvør kunnaði seg um viðurskiftir áðrenn tey verða fest á blað og brúkt sum vallyftir. Eldraøkið er og verður tik­ ið í stórum álvara, tað eri eg garantur fyri sum forkvinna. Ja Gunnvør, tú hevur púra rætt, tá tú sigur at eldraøk­ið er ein stór uppgáva, tað eri eg so sera samd við tær í. Serliga tá eg hugsið um tær avbjóðingar sum fylgdu við, tá kommunan yvirtók økið frá landinum. Eg sigi hetta, við støði í teim royndum eg havi gjørt mær innan júst hetta økið seinastu árini. Ein eldrapolitikkur skal orð­ast, skrivar Gunnvør eis­ ini. Til tína kunning, so er ein eldrapolitikkur orðaður í Tórs­havnar Kommunu. Virkin og vakin – alt lívið, er okkara yvirskrift. Eg havi, saman við hinum býráðsliminum, verði við til at orða ein eldrapolitikk. Ein politikk sum er væl orðaður og viðgjørdur av væl útbúnum fólkið, sum dagliga starvast innan økið. Eldrapolitikkurin fyri Tórs­havnar Kommunu var viðgjørdur á býráðsfundi tann 11.desember 2014. Mál­ ið hjá okkum var, at hesin politikkur var liðugt orðaður, áðrenn kommunan yvirtók eldraøkið 1.januar 2015. Tá kommunan yvirtók, var eis­ ini politikkurin liðugt orð­ að­ur, og verður í dag arbeitt sam­svarandi hesum málum og virðum. Hetta er tann politikkur, sum eg hvønn dag havi í hug­anum, og sum liggur sum frymil, tá eg sum pol­it­ikkari og forkvinna í trivn­að­ar­ nevndini skal taka avgerðir, aldrandi borgaranum í Tórs­ havn at frama. Tórshavnar Kommuna skal støðugt eftirmeta pol­ itikkin, fyri at tryggja best møguligu treytir fyri okkara aldrandi borgarar, og hesum ynski eg at arbeiða víðari við. Tí havi eg valt at bjóða meg fram sum valevni javn­ aðarflokksins til komandi býráðsval 8. November 2016. Við ynski um eitt gott val Vallyftir innan eldraøkið Stórar avbjóðingar av tunlinum gevur bara meira Fá meira prent fyri pengarnar www.nema.fo/oki Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn