týsdagur 6. september 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eldraráðið skal veljast í Tórshavnar kommunu. Eldraráðið skal
geva okkara politikarum góð ráð og syrgja fyri, at átlit altíð verða
tikin fyri okkum eldru, tá ið avgerðir verða tiknar.
Ert tú 60 ár ella eldri og býrt í Tórshavnar
kommunu, átti tú at umhugsað at stillað
upp. Kundi tú hugsað tær at stilla upp,
skalt tú útfylla eina valevnisfráboðan.
Hetta skjalið fæst í Snarskivuni og á
torshavn.fo. Fráboðanin skal latast Snar-
skivuni aftur í seinasta lagi 15. september
kl. 16.00.
Saman við fráboðanini skulu undirskriftir
fylgja við frá fimm stillarum, sum eisini
lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið.
Stilla upp...
vit hava brúk fyri tær!
• Eldraráðið ráðgevur býráðnum í
eldrapolitiskum spurningum
• Eldraráðið er sett fyri eitt valskeið,
ið er fýra ár
• Eldraráðið hevur fimm limir og fimm
varalimir
• Fyri at verða stillað upp og atkvøða,
skalt tú verða 60 ár ella eldri
• Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum
í Tórsgøtu
www.torshavn.fo