Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102 18 Sosialurin Mánadagin 22. august andaðist Ólavur. Árini vóru komin, leingi hevur gingið spak­ uliga afturá við heilsuni. Nú var hann troytt­ur og síðsta megin gekk undan. Hann bleiv 91 ár. Varð føddur og vaks upp í Húsa­vík. Foreldrini vóru Cicilia og Janus Sørensen, bæði ættað haðani úr bygdini. Mín kunnleiki til Ólav stavar ikki úr Húsa­vík, men higani úr Klaksvík, tí sum ungur maður kom hann higar at starvast hjá J.F.Kjølbro, abba mínum, sum hevði eftir tátíðarmeti stórt landbrúk: neyt og seyð, og haraftrat grísahald. Hetta var undir krígnum, alt samband við Danmark var kvett, so haðani komu ongar vørur; tí lat Kjølbro byggja stórt nýtt fjós til bæði neyt og grísar. Ólavur var her eini 3 ár. Teir vóru altíð tveir í fjósinum, stundum vóru teir av bygd, eisini úr eysturbygdunum í Sandoy. Búðu hjá Kjølbro. Fóðurundirlagið undir fenaðinum var, umframt jørð innan- og uttangarðs, tríggjar stórar traðir. Til grís­ arnar sild, tá henda var tøk, annars fiska­ slógv, nokk var til av tí. Nakað av maiskorni, tá hetta fekst úr Onglandi. So har var meira enn nokk at gera, ikki minst tá grísasláturin var fyri. Alt skuldi takast til vara, gerast til og fáast oman í handilin. Slíkt hevði ikki borið til í dag. Meðan hann var her út­vegaði hann Kjølbro bæði kvígukálvar at seta við og sleppingarlomb sunnan úr Sandoy. Sera væl royndist og roynt varð at varðveita slagið langt fram í tíðina. Nakað seint undir krígnum segði hann upp, men Kjølbro bað hann vælsignaðan halda fram, so skuldi hann útvega honum pláss á land­búnaðarskúla í Noregi eftir kríggið. Hetta bleiv tó av ongum. Í staðin fór hann til Íslands - eins og fleiri aðrir føroyskir unglingar um ta tíðina - at arbeiða á garði har. Teir flestu komu skjótt heimaftur, men Ólavur fór víðari til Onglands og har var hann í nógv ár. Sjálvur minnist eg tó onki til tíð­ina hjá Ólavi her í Klaksvík. Men í barn­dóms­ heimi mínum bleiv hann ofta og virð­iliga nevndur, sera arbeiðssamur, nærlagdur og fyrikomandi. Tá hann so kom heim úr Onglandi at ferðast, lá leið­in ofta um Klaksvík, ferðasamband til Ong­lands var onki, so hann ferðaðist við ís­fiska­skip­ unum, sum tá sigldu næstan í pendulfart millum Klaksvík og Grimsby. Tá kom hann altíð heim til okkara, bæði komandi og farandi, gisti her áðrenn hann fór víðari og eg kom at kenna hann, - ja, eg kann siga, at vit blivu vinmenn, hóast aldursmun­in. Hevði motorsúkklu við, sum hugtók okk­ um dreingir, við enskum plátum sjálvandi. Áhuga­vert var at hoyra hann greiða frá arbeiði sínum í Onglandi, var á tveimum stór­um gørðum, har neyt ella grísar vóru, og - skilti eg seinastu ferð eg hitti hann - stór eplaframleiðsla. Einaferð miðskeiðis í 1960-árunum kom hann heimaftur og búsettist í heimbygd síni. Tókst við fyrifallandi arbeiði, men mest var tað landbrúkið hjá pápanum, og so var hann seyðamaður í haganum Syðri­ endi, sunnasti hagi húsvíkinga, við bratta berginum, sum øll kenna, ið hava koyrt til Dals ella siglt fram við. Varð heimamaður burt­urav, tó var hann hendingaferð til skips, eitt nú onkran ísfiskatúr við ”Hav­ søka” hjá sandingum, men hann kom ong­ antíð yvir sjóverkin. Arbeiðsíðni sermerkti mannin, myndin her sigur meira, enn nógv orð. Frá tíð hansara her norðuri, veit eg, at hann setti stórt virði í hesum, at vera sjálvbjargin, og ikki liggja nøkrum øðrum til byrðu. Mær er sagt, at hann fyrimyndarliga tók sær av pápa sínum, tá hann eldist, bleiv einsamallur og óhjálpin, - onga almenna hjálp! Ólavur var trúgvur kirkjumaður, hag­ ar kom hann so at siga hvønn sunnu­dag. Heimafturkomin úr Onglandi, kom hann nú stundum stuttan túr til Klaksvíkar. Tað kundi vera onkra Norðoyastevnu, ella við ungmannafelagnum Sólarris at spæla sjónleik ella útferð við teim somu til søguríku oyðibygdina norðuri á Skarði. Eisini kom hann onkuntíð biltúr við einum skyld­manni sínum. Trúliga kom hann inn á gólvið hvørja ferð, bæði hjá foreldrum mínum, so leingi tey vóru, og mær, var sera hugnaligur gestur at fáa á gátt. Vit prátaðu væl saman. Mær dámdi væl at hoyra hann greiða frá lívi sínum, bæði her í Klaksvík undir krígnum og í Onglandi, ikki minst var stutt­ligt, skemtiliga, at hoyra um mín egna uppvøkstur, langt áðrenn eg minnist. Eisini kundu vit práta um heimligan politikk, samd­ir sum vit vóru. Tað var forkunnugt at hoyra sjarmerandi sandoyarmál í stovu okkara. Her eigi eg at siga ikki staðkendum fólki, at tey fýra húsini her á garði, fjós og trý hús við trimum ættarliðum vóru allarnæstu grannar. Tá hann kom inn á gólvið eftir sjónleikin hjá teim í Sólarris, sum vit tíverri ikki høvdu verið til, var hann eitt sindur speiskur, hugdi skeivt yvir á okkara nýfingna sjónvarpstól, og helt fyri: ”Hatta apparatið hevur nokk størri týdning nú á døgum, enn okkara sjónleikur!” Helst er nakað um tað. Seinni fór heilsan at bila, hann gjørdist rørslutarnaður, beinini vildu ikki ta sama sum høvdið, fekk fleiri viðgerðir frá serlæknum. Fyri nøkrum árum síðan fekk eg høvi til at støkka inn á gólvið í Húsavík. Hann visti ikki, hvussu blíður hann skuldi vera og vit høvdu nógv at práta um. Seinnu árini varð longri millum, at vit hittust, umframt nakrar fáar ferðir í telefonini. Men hvørja ferð kendi eg hin ”gamla” Ólav aftur. Ong­ an­tíð bleiv hann giftur, hóast onkur av ung­ lingunum úr Sandoy, sum komu higar und­ ir krígnum, giftist og búsettist her. Í góðveðrinum seinnapartin í august fóru vit tveir synir mínir biltúr í Sand­ oynna. Sjálvandi nýtti eg høvi at leita Ólav upp, uttan at vita, at hann var farin á eldra­ heim. Vit funnu hann á Áargarði heima á Sandi. Í móttøkuni bleiv sagt mær, at hann var heldur ússaligur tann dagin, frynt­liga kvinnan skuldi fyrst hyggja inn til hans­ara. Vit sluppu inn. Eg var eitt sindur kløkk­ur, so veikur og svunnin, hann var, segði, hann hevði ”ongi” bein. Men andsevnunum bil­aðu onki. Tað var ikki meira, enn eg hoyrdi hann, so lágmæltur var hann. Spurdi áhugað­ur, hvat teir yngru tókust við, hevði hug at skemta. Hann gleddist við vitjan okk­ara, og ernaðist eitt sindur eina løtu. Royndi at práta, og enn einaferð vórðu gamlir dag­ar á skránni, grísahaldið í Klaksvík á sinni og øgiligu eplarúgvurnar á øðrum garð­inum í Onglandi. Ikki minni gleddist eg sjálv­ur aftur at fáa høvi at hitta mín gamla vin í Húsavík, - og tað skuldi vísa seg at vera í tøkum tíma. Tá vit fóru, var mær greitt, at vit neyvan hittust aftur her á fold. Við gomlu heilsanini søgdu vit farvæl: ”Hav tað gott, góði Ólavur, Jesus veri hjá tær”, segði eg, ”Hann fylgi tær”, svaraði hann ógvu­liga veikt. Soleiðis skiltust vit. Tríggjar dag­ar seinni var hann farin. Eg fari altíð at minnast hann við virðing. Við hesum fátæksligu orðum heilsa vit her norðuri Ólavi, nú hann fór um handastu sýn. Friður verið um minnið um skilamannin Ólavur Sørensen í Húsavík. Finn Kjølbro MINNINGARORÐ Nøkur fá minningarorð um Ólav Sørensen Húsavík