Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. september 2016 · Nr. 102 24 Sosialurin Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða sum náttarstuðul hjá einum borgara í Norðoyggjum. Starvið er at vera náttarstuðul hjá einum borgara í Norðoyggjum. Uppgávan er at tryggja, at borgarin fær tann rætta og neyðuga stuðulin og umsorganina. Arbeitt verður heima hjá borgaranum og arbeiðstíðin er 21 tímar um vikuna. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardepilinum Eind 2. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsuhjálpara- felagið og Heilsurøktarafelagið. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 21.09.2016 kl 12.00 Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Starv sum náttarstuðul í Trivnaðardeplinum Eind 2 av.fo>Leys størv Til høvuðsskrivstovu okkara í Tórshavn, verður søkt eftir skrivstovunæmingi. Vit vænta okkum ein næming, sum er fyrikomandi, er vanur at arbeiða við teldu, hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Umsøkjari við HH prógvi hevur fyrimun. Vit bjóða eitt lærupláss við føltáttaðum uppgávum og góðum arbeiðsumhvørvi. Í lærutíðini fært tú upplæring innan alt vanligt skrivstovuarbeiði og kemur eisini at hava nakað av sambandi við Fasthandlar. Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum og møgu- ligum ummælum er 19. september 2016 Miðja verður eftir at seta starvið síðst í september 2016. Umsóknir vera at senda til : Effo Pf. Postboks 3098 FO-110 Tórshavn Att: Rasmus Joensen ella sum teldupost til: raj@effo.fo Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Rasmus Joensen á telefon 34 35 00. Effo Pf. Postboks 3098 110 Tórshavn Tel +298 34 35 00 www.effo.fo Effo søkir skrivstovunæming Søkt verður eftir skrivstovufólki til Mentanargrunn Landsins. Talan er um ¾-tíðarstarv (30 tímar um vikuna). MENTANARGRUNNUR LANDSINS Mentanargrunnur Landsins hevur til endamáls at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir. Stuðulsjáttan grunsins, sum í 2016 er 6,7 mió. kr., verður umsitin av eini 5-manna nevnd, ið landsstýrismaðurin í mentamálum velur. Nevndin viðger á fundi innkomnar umsóknir um studning o.a. Mentanargrunnurin heldur til á Lützenstrøð 4 í Havn, har eisini m.a. Listafólkasamband Føroya, Fjølrit og Listaleypurin húsast. STARVIÐ Uppgávur skrivarans eru at taka ímóti og fyrireika umsóknir til nevndarfundir, at føra gerðabók grunsins og at taka sær av øllum vanligum skrivstovuarbeiði. Skrivarin er einsamalt starvsfólk á grunninum. Arbeiðið verður skipað í samráð við formann grunsins. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum. FØRLEIKAKRØV Vit vænta, at tú: • hevur skrivstovuútbúgving ella samsvarandi royndir • hevur góðan málkunnleika, serliga í føroyskum • hevur góðan førleika til at arbeiða sjálvstøðugt • ert ábyrgdarfull/ur og røkin • hevur góð evni at samskifta og samstarva við onnur • hevur góðan telduførleika SETANARTREYTIR Starvið verður sett frá 1. oktober 2016 ella skjótast til ber eftir hetta. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, lønarflokkur 3. UMSÓKNIR Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu vera Mentanargrunni Landsins í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. september 2016. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mentanargrunn Landsins á 320842 ella 220845, ella á teldupostadressuni mentan@mentanargrunnur.fo. Víst verður eisini til heimasíðu grunsins: www.mentanargrunnur.fo SKRIVSTOVUFÓLK