Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 103 5 Eldraráðið skal veljast í Tórshavnar kommunu. Eldraráðið skal geva okkara politikarum góð ráð og syrgja fyri, at átlit altíð verða tikin fyri okkum eldru, tá ið avgerðir verða tiknar. Ert tú 60 ár ella eldri og býrt í Tórshavnar kommunu, átti tú at umhugsað at stillað upp. Kundi tú hugsað tær at stilla upp, skalt tú útfylla eina valevnisfráboðan. Hetta skjalið fæst í Snarskivuni og á torshavn.fo. Fráboðanin skal latast Snar- skivuni aftur í seinasta lagi 15. september kl. 16.00. Saman við fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við frá fimm stillarum, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Stilla upp... vit hava brúk fyri tær! • Eldraráðið ráðgevur býráðnum í eldrapolitiskum spurningum • Eldraráðið er sett fyri eitt valskeið, ið er fýra ár • Eldraráðið hevur fimm limir og fimm varalimir • Fyri at verða stillað upp og atkvøða, skalt tú verða 60 ár ella eldri • Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu www.torshavn.fo