Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 103 6 PERSÓNSSØGA DANJAL AV RANA Í trý ár hevur Herluf Gud­ mund­arson verið sjúk­ur. Hann hevur verið skurð­ viðgjørdur fleiri ferðir hesi árini, men støðan í dag er framveg­ is, at hann livir í nógvari pínu, eins og hann hevur gjørt alt lívið. Nú hevur hann tó fingið eina stóra skuld at dragast við afturat øllum hinum. Landssjúkrahúsið vil ikki rinda fyri fyrstu skurðviðgerðir­ nar, tí tær vórðu framdar á einum privat­um sjúkrahúsi, utt­an tilvísing frá Landssjúkrahúsinum. 28. januar 2014 orkaði likamið ikki longur. Arbeiðsformaðurin á lagrinum hjá Eikini hevði lever­að sín seinasta køk til fittar havna­ damur. Nú orkaði hann ikki so mikið sum at lyfta te-ketilin. - Eg fór til arbeiðis á Eikini, hóast eg ikki var væl fyri. Men tað var tað, eg var vanur at gera, at arbeiða meg gjøgnum sjúkuna, sigur Herluf Gudmundarson. Hann greiðir frá, at hann hevði gramt seg allan mánaðin um, at tað trykti so fyri bringuni, og at hann ikki var førur fyri at gera tað, sum hann vanliga plagdi. Starvsfelagarnir høvdu biðið hann fara til lækna, men hann var vanur at stríða seg gjøgnum pínuna, so hann var ikki farin. - Vit høvdu ein starvsfólkafund, og eg var sera illa fyri. Sveittin lak av mær og øll sóu, at okkurt var galið. Eg plagdi at vera tann, sum setti lív í, men á hesum fundinum var eg kúrrur, sigur Herluf Gud­ mund­arson. - At enda koyrdi eini starvs­fel­ag­ in meg heim og bað meg syrgja fyri at ringja til læknan. Eg vildi ikki. Eg legði meg at sova og ætlaði mær til arbeiðis dagin eftir. Løtu seinni ringdi stjórin. Arbeiðsfelagin var farin beinleiðis til hansara og hev­ ði greitt honum frá støðuni. Hann gav mær greið boð um at fara til lækna, áðrenn eg kom aftur til arbeiðis, sigur hann. Orkan hvarv sum døgg fyri sól Hann hevði altíð orkað væl, men nú var øll orkan burtur. Tað trýsti fyri bringuni og hann orkaði einki. Orkaði ikki at spæla við børnini. Orkaði ikki so mikið sum at lyfta ketilin. - Kommunulæknin sendi meg beinleiðis á B8, tí hann var bang­ in um hjartað. Sært tú, eg hevði tikið pínutablettir alt lívið, tí eg hevði ilt í beininum. Í áravís hevði eg etið nógv meiri ibuprofen, enn hvat ráðiligt er. Eg hevði etið allar, eg fekk frá kommunulæknanum, umframt at eg keypti nógvar í leysasølu, greiðir Her­luf Gud­ mund­arson. Havt pínu alt lívið Longu síðani hann var smádrongur, hevur Herluf Gudmundarson havt ilt í beininum, men óteljandi kanningar av ymiskum slag høvdu ongantíð staðfest, hvat var galið. - Alt lívið havi eg havt nógva pínu. Eg sovni við pínu og tað fyrsta eg merki, tá eg vaknið aftur, er pína. So eg doyvi pínuna við heilivági. Eg skilti ikki tá, at pínan í beininum kanska var ein av­leiðing av onkrum øðrum, sum bagdi. Nógvu pínutablettirnar gjørdu eisini, at eg ikki merkti, at eg eisini hevði ilt í rygginum, sigur hann. Onkur tekin vóru tó. Herluf Gudmundarson greiðir frá, at hann var blóðgevari, men at hann visti nøkunlunda, nær hann skuldi geva blóð og gavst tí við heilivágnum um tað mundi. Tá merkti hann jú, at okk­urt ann­að kanska var gal­ ið, tí teir dagarnar læsti allur kropp­ur­in seg. Á B8 funnu tey tó einki, sum kundi greiða frá pín­ uni ella mangl­ an­di orkuni. Hann varð eis­ini sendu­r til gikta­ læk­nan, men held­ur ikki hann kundi hjálpa. Óttaðist krabbamein Herluf Gud­mund­ arson sigur, at tá læknarnir ikki kundu hjálpa, fór hann at kanna sjálv­ur. Hann skriv­ aði, hvat honum bagdi á Google og setti seg so at lesa. Tíðindini vóru ikki - Tað undrar meg, at eingin av læknunum var forvitin um, hvat veruliga bagdi. Teir hugdu bara at myndunum og søgdu, at tær einki vístu. Eingin teirra virkaði áhugaður at fáa meg frískan, sigur Herluf Gudmundarson TRÝ ÁR AV LÍVINUM ERU STOLIN