hósdagur 8. september 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
7
góð. Niðurstøðan var, at hann mest
sannlíkt hevði krabbamein. Hann
bað læknan um at kanna seg fyri
tað, men læknin segði, at tað lat seg
ikki gera.
- Í samráð við stjóran skifti
eg so kommunulækna, og nýggi
læknin sendi meg beinleiðis út
á B8 aftur. Heldur ikki hesa ferð
funnu tey nakað, men eg merkti, at
tey vóru eitt sindur troytt av mær.
Tey høvdu jú kannað meg fyrr og
einki funnið, so tey meintu, at tað
helst var okkurt psykiskt. Tey
bóðu meg ganga
túrar, men tá
eg segði,
at tað
gjørdi eg longu, bóðu tey meg
bara ganga longur, sigur Herluf
Gudmundarson.
Vit eru nú komin út í juli mánað.
Herluf Gudmundarson gerst
troyttari og troyttari og er enn
sjúkrameldaður frá starvinum í
Eikini.
- Eg var ørkymlaður og livdi í
einum pínuhelviti. Eg bleiv bara
troyttari og troyttari. Endin var, at
eg fór niður á Hamlet, eitt privat
sjúkrahús í Danmark, til kann
ingar. Har fekk eg endiliga hjálp.
Læknin segði longu tá hann sá
meg, at trupulleikin var í rygginum.
Tað sá hann á gongulagnum. Hann
sendi meg tí til kanningar hjá
einum ryggserfrøðingi og einum
beinserfrøðingi. Hann kundi so
um ikki annað avvísa, at talan var
um krabbamein, sigur Herluf Gud
mundarson.
Ryggur og
fótur í sori
Á Hamlet funnu
læknarnir keldur
nar til trupulleik
arnar. Í fótinum
eru tveir liðir, sum
eru voksnir saman,
men brotna aftur, tá
trýst verður lagt á teir.
Herluf Gudmundarson
hevur tí gingið við nøk
rum, sum minnir um
eitt brotið bein alt lív
ið. Tað hevur allarhelst
verið viðvirkandi til, at
niðasti geislin í rygginum
var forskotin 1,3 sentimet
rar.
- Læknin segði, at hesin
niðasti geislin hevur drigið
nervar og alt annað við sær,
og at tað var einki løgið í, at
eg hevði havt nógva pínu alt
lívið. Loysnin til trupulleikan
var skurðviðgerð, søgdu teir.
Teir bjóðaðu sær at gera hana
sjálvir, men søgdu, at eg eisini
kundi taka úrslitini við mær til
Føroya og lata Landssjúkrahúsið
gera restina, greiðir hann frá.
Herluf Gudmundarson sigur, at
hann valdi at royna eydnuna við
Landssjúkrahúsinum. Hann fór til
kommunulæknan dagin eftir, at
hann kom aftur til Føroya og teir
avtalaðu, at hann skuldi sleppa til
skurð skjótat gjørligt. Hann fór
sjálvur út á Landssjúkrahúsið
við kanningarúrslitunum frá
Hamlet, fyri at tryggja sær, at alt
var í lagi.
Boð komu kortini frá Lands
sjúkrahúsinum, um at teir
vildu gera nakrar kanning
ar sjálvir, áðrenn hann varð
lagdur undir skurð. Hann
var tí boðsendur at
koma til kanningar
18. august, men fekk
at vita, at hann kundi skurðviðger
ast 19. august, um tað var neyðugt
og gjørligt. Hamlet hevði tó bílagt
eina tíð til skurðviðgerð 11. august,
og Herluf Gudmundarson valdi at
taka av.
- Talan var um eina umfatandi
og torgreidda skurðviðgerð. Geislin
mátti togast upp á pláss, eins og at
nervar og annað mátti fríttleggjast.
Skurðviðgerðin gekk væl, sigur
Herluf Gudmundarson.
Setti seg í stóra skuld
Avgerðin at lata seg skurðviðgera
á Hamlet gjørdist byrjanin til
ein fíggjarligan ræðuleika, sum
fylgir familjuni enn. Herluf Gud
mundarson fór á Hamlet uttan eina
tilvísing frá Landssjúkrahúsinum.
Tískil vil Landssjúkrahúsið ikki
rinda fyri skurðviðgerðina.
- Tað løgna er, at skurðlæknin á
Landssjúkrahúsinum seinni segði,
at hann hevði komið til somu
niðurstøðu sum tey á Hamlet, og
at hann hevði verið noyddur at
senda meg til Danmarkar at gera
skurðviðgerðina, tí hon kundi
ikki verið gjørd í Føroyum. Hesin
læknin helt tí, at eg átti at enda
undir somu endurgjaldstreytum,
sum tey, ið høvdu eina tilvísing
áðrenn fráferð, sigur Herluf Gud
mundarson.
- Leiðslan á Landssjúkrahús
inum sigur, at eg lat meg skurð
viðgera uttan ávísing, tí kunnu
teir ikki veita mær endurgjald.
Men Landssjúkrahúsið segði jú
av fyrstan tíð, at mær einki bagdi.
Hvussu skuldi eg so fingið eina
ávísing, spyr Herluf Gudmundar
son.
Í novembur lá leiðin aftur niður
á Hamlet, hesa ferð fyri at skurð
viðgera beinið. Skurðviðgerðin í
rygginum eydnaðist væl, og við
tíðini er Herluf Gudmundarson
sloppin av pínutablettunum.
Men aftur hesa ferð fer hann á
Hamlet uttan tilvísing frá Lands
sjúkrahúsinum.
- Bæði eg og kona mín halda upp
á, at læknin á Landssjúkrahúsinum
lovaði, at hann skuldi skaffa mær
eina ávísing. Eg var tó so býttur, at
eg ikki fekk lyfti skrivligt. Eg var
eisini ótolin, vildi ikki bíða eftir
tí. Fyrra skurðviðgerðin var væl
eydnað, nú vildi eg bara niður at fáa
beinið í lagi eisini. Í dag sigur læknin,
at hann ikki lovaði okkum at fara
á Hamlet, men at hann ætlaði at
senda okkum til Danmarkar á eitt
av almennu sjúkrahúsunum, sum
Landssjúkrahúsið samstarvar við,
greiðir Herluf Gudmundarson frá.
Pínan vendir aftur
Eisini seinna skurðviðgerðin
gekk væl, men pínan var øgilig.
Herluf Gudmundarson verður
seingjarliggjandi í tríggjar vikur
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum sigur, at eg lat
meg skurðviðgera uttan ávísing, tí kunnu teir
ikki veita mær endurgjald. Men Landssjúkrahúsið
segði jú av fyrstan tíð, at mær einki bagdi. Hvussu
skuldi eg so fingið eina ávísing