hósdagur 8. september 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
8
PERSÓNSSØGA
– og tá vendir pínan í rygginum
aftur.
Nú er so long tíð liðin, síðani
Herluf Gudmundarson varð
sjúkrameldaður, at hann dettir úr
dagpeningaskipanini og livir nú av
inntøkuni hjá konuni og forsorg
arhjálp.
- Upphæddin, eg fekk í for
sorgarhjálp var beinleiðis mann
minkandi. Har var einki at gera,
annað enn at fara til arbeiðis
aftur, tó at eg hevði øgiliga pínu.
Tað vardi tó ikki leingi, og so mátti
eg aftur gevast at arbeiða, sigur
Herluf Gudmundarson.
Summarið 2015 byrjaði hann
so at fáa ilt í hitt beinið. Hesaferð
gekk betri og við eini tilvísing frá
Landssjúkrahúsinum, fór hann í
novembur niður á Fredriksberg
hospital, har hann bleiv lagdur
undir skurð. Tann skurðviðgerðin
eydnaðist so væl, at hann eisini
fekk eina tilvísing til skurð av
høgra beini.
- Skurðviðgerðirnar eydnaðust
væl, men eg livi í eini øgiligari pínu.
Síðani novembur 2015 havi eg nýtt
morfin fyri at doyva pínuna, fyrst
frá beininum, síðani frá rygginum,
sigur hann.
Pínan er aftur ein fastur partur
av gerandisdegnum. Nú eru
fíggjarligu avbjóðingarnar eisini
vorðnar tað. Hvørki kanning ella
skurðviðgerðir á Hamlet vóru
ókeypis, og Landssjúkrahúsið
noktar at rinda, tí Herluf Gud
mundarson onga ávísing hevði frá
Landssjúkrahúsinum. Avleiðingin
er, at Herluf Gudmundarson
skyldar yvir 200.000 krónur fyri
skurðviðgerðir og kanningar.
Herluf Gudmundarson er fram
vegis ikki farin til arbeiðis aftur.
Einasta inntøkan hjá húskinum
er tí lønin hjá konuni.
- Vit droyma um at eiga egin
hús. Veruleikin er, at skuldin fyri
skurðviðgerðirnar er eginfíggingin
hjá okkum til eini nýggj hús.
Dreymurin er tí vorðin sera fjarur,
sigur hann.
- Hví skal eg koyrast í senk, hví
kundi eg ikki fáa hjálp beinan
vegin? Um onkur tók trupulleikan
í beininum í álvara, longu tá eg var
barn, so kundi hann kanska verið
loystur. Læknin á Hamlet segði,
at um eg varð skurðviðgjørdur
beinanvegin, so hevði beinið verið
fult virkið í dag, sigur Herluf Gud
mundarson.
Pínan gerst kortini bara
verri og verri. Í mars í ár verður
Herluf Gudmundarson sendur til
Suðuroyar Sjúkrahús í uppvenjing
í fýra vikur. Hetta er fyrstu ferð,
síðani hann gjørdist sjúkur, at
hann fær tilboð um endurvenjing.
- Eg ringdi út á Landssjúkrahúsið
eftir fyrstu skurðviðgerðina, og
bað um at fáa endurvenjing, men
svarið var stutt og greitt nei.
Eg var ikki skurðviðgjørdur á
Landssjúkrahúsinum, tí kundi eg
ikki fáa endurvenjing har heldur.
Herluf Gudmundarson er tó
sera glaður um viðgerðina, hann
fekk á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
- Har føldi eg, at tey veruliga
trúðu mær og tóku meg í álvara.
Tey gjørdu tað tey kundu at hjálpa
mær, og royndu at hava meg har,
so leingi sum til bar. Tey hildu, at
orsøkin til pínuna var, at eg hevði
brúkt likamið skeivt, og at tað vóru
musklarnir, sum vóru spentir, ið
vóru orsøk til pínuna. Tí hildu tey
eisini, at eg kundi venja pínuna
burtur. Eftir 14 dagar skiltu tey, at
so var ikki, og tær fýra vikurnar
gjørdust at enda til átta vikur,
sigur hann.
Læknarnir síggja einki
- Eg síggi á tær, at tú hevur tað
verri enn nakrantíð. Kortini síggi
eg einki galið á myndunum. Orð
ini eigur enn ein lækni á Lands
sjúkrahúsinum. Vit eru nú komin
út í mai mánað í ár, og Herluf
Gudmundarson sigur, at hann
hevur tað verri enn nakrantíð
fyrr. Norski serlæknin ger av
at biðja giktalæknan Pero Sore
hyggja at Herlufi Gudmundarson.
Trupulleikin er, at bíðitíðin er
hálvtannað ár, so Herluf Gud
mundarson verður innlagdur fyri
at sleppa skjótari fram at.
Herluf Gudmundarson hevur
verið hjá Pero Sore fyrr, men tá
sá giktalæknin einki galið. Eisini
Pero Sore viðmerkir, at Herluf
Gudmundarson sær verri út enn
nakrantíð fyrr.
- Hann segði, at hann ongantíð
hevði sæð nakran, sum hevði tað so
ringt. Eg fortaldi honum, at eg føldi
ikki longur beinini, ei heldur, nær
eg skuldi á vesið. Tá ivaðist Pero
Sore ikki í, at tað var rygginum
okkurt var galið við, tað var ikki
gikt.
Pero Sore gevur Herlufi Gud
mundarson eina ávísing til eina
ryggklinikk í Hellerup. Tá hann kem
ur hagar í juli, eru boðini tey somu.
- Eg síggi, at tú hevur tað ræð
uliga ringt, men eg síggi einki á
myndunum, sigur læknin. Tó,
sigur hann, eri eg sinnaður at lata
teg upp og hyggja nærri at, hvussu
ryggurin sær út og hvussu tú
flytur hann, sigur læknin. Læknin
ávaraði tó um, at tað fór at gerast
ein størri skurðviðgerð enn tann
fyrsta.
Tá læknin letur ryggin upp, er
trupulleikin lættur at síggja. Allar
fýra skrúvurnar, sum læknarnir á
Hamlet høvdu skrúvað inn í rygg
in á Herlufi Gudmundarson, vóru
loysnaðar í størri ella minni mun.
Tær lógu tí og gnaðagu og gjørdu
fortreð. Tað var sostatt ikki løgið,
at Herluf Gudmundarson hevði ilt.
Hví var eingin forvitin
Herluf Gudmundarson er enn í
nógvari pínu eftir seinastu skurð
viðgerðirnar og tekur nógv morfin.
Trupulleikarnir í likaminum
skuldu tó verið loystir.
- Tað fer at taka langa tíð at
koma fyri meg aftur, siga lækn
arnir. Eg má geva tol, hóast tað er
uppi, sigur hann.
Herluf Gudmundarson hevur
verið sjúkur nú í hálvt triðja ár.
Ein stóran part av tíðini hevur
hann bíðað eftir, at fáa svar upp á
ymiskar kanningar.
- Tað, sum eg ikki skilji, er hví
eingin lurtaði eftir mær beinan
vegin. Eg føli tað, sum um trý ár
av mínum lívi eru stolin. Eg visti,
at okkurt var galið, men øll søgdu,
at einki var galið. Læknarnir sóu
einki á myndunum og valdu tí at
senda meg heim. Eingin teirra var
forvitin eftir at finna út av, hví eg
hevði so ilt. Teir hugdu bara eftir
myndunum, og tað var tað. Høvdu
teir lurtað, kundu trupulleikarnir
verið loystir nógv skjótari. Eingin
teirra strekti seg eitt sindur longur,
ikki fyrr enn eg møtti læknanum
á ryggklinikkini í, sum vildi lata
ryggin upp og hyggja sjálvur, sigur
hann.
- Hetta hevur verið ómetaliga
tungt sálarliga eisini. Á Lands
sjúkrahúsinum søgdu tey við meg,
at tað var psykiskt, og til tíðir var eg
líka við at trúgva teimum. Eg vildi
ynskt, at eg fekk eina umbering
frá Landssjúkrahúsinum. Fleiri
ferðir hava teir ikki verið sína
uppgávu vaksnir, og nú nokta teir
at gjalda, tá onkur annar kundi
loysa trupulleikarnar fyri teir.
Hetta, hóast loysnin hjá teimum
hevði verið hin sama, at sent meg
til skurðviðgerð í Danmark, sigur
Herluf Gudmundarson.
- Tað, sum gevur mest ugga,
troyst og styrki gjøgnum alt
hetta, er Gud og barnatrúgvin.
Vit vita, at nógv fólk biðja fyri
okkum, og tað gevur okkum eina
fantastiska troyst. Onkuntíð føla
vit okkum sum einkjan í Sarepta,
har oljukrukkan ongantíð gjørdist
tóm. Tað er so stórt í okkara verð,
at boksin ongantíð er tóm, at vit
hava ikki orð fyri tí, sigur hann.
Fíggjarliga eru tey illa sperd.
Eittans inntøku og stóra skuld ors
aka av skurðviðgerðunum. Herluf
Gudmundarson hevur søkt um
fyritíðarpensjón, men hevur enn
ikki fingið svar.
- Tað einasta, sum fær alt at
mala runt er hjálp frá familju og
vinum. Tað er fantastiskt, at tey
traðka til, men tað kann kortini
ikki vera meiningin, at ein ikki
fær nøktandi hjálp frá tí almenna,
sigur hann.
Herluf Gudmundarson er í løt
uni á avlasting á hvíldarheiminum
Naina.
- Tað er torført at gera seg
sátt við tankan um, at eg neyvan
nakrantíð gerist ein virkin partur
av samfelagnum aftur. Mín sam
leiki var at rokast og vera nógv
um meg, raskur at arbeiða og
so framvegis. Nú siti eg á hvíld
arheiminum og orki púrt einki
orsaka av nógvu pínuni.
- Tað er tó ein stór hjálp at vera
her, bæði fyri meg og familjuna.
Eg klári meg illa einsamallur og
havi brúk fyri hjálp til tað mesta.
Hetta er eitt fantastiskt stað,
starvsfólkini taka sær væl av tær
og ein fær veruliga hvílt seg, sigur
hann.
- Eitt er heilt víst, hevði eg verið
giftur við nakrari aðrari konu,
hevði hon langt síðani verið rýmd.
Mín hevur sett alt til síðis fyri at
hjálpa og stuðla mær gjøgnum
hesa ræðusøguna. Hon tekur sær
av øllum húsliga arbeiðinum,
trimum børnum og einum sjúkum
manni. Eg eri ómetaliga glaður fyri,
at júst hon er mín kona. Tað er hart
at síggja, hvussu hon slítir seg upp
fyri at halda okkara lívi saman, og
eg fái einki hjálpt. Børnini líða heilt
víst eisini undir hesum, og eg vóni,
at eg fái lønt teimum aftur, sigur
Herluf Gudmundarson.
Enn hevur Herluf Gudmundar
son trupulleikar í rygginum. Hann
hevur diskus prolaps í nakkanum
og fleiri kleimdar nervakanalir í
mittastu geislunum í rygginum.
Mikudagin fekk hann boð frá
skurðlæknanum, at hann møguliga
skal aftur undir skurð.
- Læknin segði, at um eg blívi við
at hava ilt, má eg koma niður aftur,
men vit taka nakrar vikur afturat.
Tað fer at taka langa tíð at koma
fyri seg aftur, so eg má geva tol,
sigur hann.
- Nú vóni eg at fáa fyritíðar
pensjón, men eg vóni eisini at
gerast frískur aftur og sleppa til
arbeiðis. Størsti dreymurin hevði
verið at gjørst pínufríur. Tað havi
eg ongantíð í lívinum verið. Tað, og
at seta føturnar undir egið borð,
sigur Herluf Gudmundarson.
Hví skal eg koyrast í senk, hví kundi eg
ikki fáa hjálp beinanvegin? Um onkur tók
trupulleikan í beininum í álvara, longu tá eg
var barn, so kundi hann kanska verið loystur
Á Suðuroyar sjúkrahúsi fekk HB-fjepparin vitjan av effo-
liðnum hjá felagnum, undan dystinum móti TB
Hetta eru skrúvurnar, sum
vóru settar inn í ryggin á
Herlufi Gudmundarson
Umbønin um skurðviðgerð má koma av Landssjúkrahúsinum
DANJAL AV RANA
Johnny í Grótinum, sjúkra
hússtjóri, sigur, at Landssjúkra
húsið einans rindar fyri skurð
viðgerðir uttanlands, um ein
ávísing fyriliggur frá einum
lækna á einum av teimum trim
um sjúkrahúsunum.
- Tað er løgtingsheimildin fyri
serviðgerðir uttanlands, sum
setir sum treyt, at vit einans
kunnu rinda, um ein lækni hevur
avíst hesa loysnina, sigur Johnny
í Grótinum.
Hann greiðir frá, at føroyska
sjúkrahúsverkið hevur avtalu við
sjúkrahús í grannalondunum um
viðgerðir.
- Vit hava avtalu um prís fyri
viðgerðir og viðgerðartíð, at
okkara sjúklingar skulu sleppa
skjótari fram at og annað.
Hetta er fyri at minka um
kostnaðin og at standardisera
mannagongdirnar fyri okkara
sjúklingar, sigur hann.
Er so møguligt at koma aftur
um aftur og biðja sjúkrahúsið
rinda rokningina, eftir at skurð
viðgerðin er framd?
- Tað stutta svarið er nei.
Landssjúkrahúsið hevur snøgt
sagt ikki heimild at koma aftur
um aftur. Ein ávísing frá lækna
má tó altíð fyriliggja, áðrenn
viðgerðirnar verða settar í gongd,
sambært løgtingsheimildini,
sigur Johnny í Grótinum.