hósdagur 8. september 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
ÁKI BERTHOLDSEN
- Nú mugu vit gevast at snakka, tí
nú er tíðin komin at taka ábyrgd!
Tað staðfesti Martin Kúrberg,
sum er leiðari á Herberginum hjá
Frelsunarherinum, á pallborðs
fundi í Miðlahúsinum mikukvøldið
um ung og rúsevni.
Hann er eisini er í ferð við at
lata eitt viðgerarheim fyri ungar
misnýtarar ímillum 18 og 25 ár upp
á gamla hotellinum á Eiði.
Hann heldur, at tað verður alt
ov lítið gjørt fyri at basa rúsevna
nýtsluni í Føroyum, og hann held
ur eisini, at tað verður alt ov lítið
gjørt fyri at hjálpa teimum ungu,
sum eru fallin í misnýtslu.
Hann sigur, at hann hevur
verið á túsund fundum um rús
evnatrupulleikan í Føroyum. Men
tað einki hendir einki, og hann
hevur alsamt grátandi foreldur
í telefonini sum eru í ferð við at
missa børnini til misnýtsluna.
- Men vit hava einki at bjóða
teimum, hvørki til tey, ella til teirra
børn teirra, sigur Martin Kúrberg.
Seinastu tíðina hevur nógv
verið tosað um at Ritalin, sum
er heilivágur fyri ADHD, verður
brúktur sum rúsevni.
- Vit tosaðu eisini um Ritalin fyri
sjey árum síðani, men einki er hent
og støðan er framvegis tann sama.
Men vónandi sita vit ikki aftur um
sjey ár og tosa aftur um tað sama,
sigur Martin Kúrberg.
Hann vónar, at vit fáa fleiri við
gerartilboð til ungar misbrúkarar.
- Tað er lættari at hjálpa einum
burtur úr einum nýkomnum
misbrúki, enn tað er at hjálpa
einum misnýtara, sum hevur
verið misnýtari í ein mansaldur,
staðfestir hann.
Martin Kúrberg ásannar, at
tað kostar pengar at skipa við
gerðartilboð til ung, men hann
heldur, at tað er ein neyðug íløga.
- Hugsa vit bara um sjúkradag
arnar hjá foreldrum og systkjum,
og um tað trýst, rúsevnismisnýtsla
leggur á sjúkrahúsverkið, ivist eg
ikki í, at tað eru nógvir pengar at
spara, sigur Martin Kúrberg.
Selja rúsevni mitt
á vegnum
Hildur Hermansen, sum er leiðari
á Barnaheiminum, sigur, at tey
síggja alt ov nógv ung, sum rúsað
seg.
Hon vísir somuleiðis á, at starvs
fólk á Barnaheiminum síggja eisini
við sínum egnu eygum, hvussu
rúsevni verða seld púra opið, mitt
á vegnum, uttan fyri dansistøðini
í Havn.
Hon heldur, at hetta bendir á, at
eftirlitið hjá myndugleikunum ikki
er nóg gott.
Eisini hon vísir á, at í løtuni er
einki viðgerðartilboð til ungar mis
nýtarar undir 18 ár.
- Á Barnaheiminum hava vit
ongan møguleika at viðgera ung
ar rúsevnismisnýtarar. Vit kunnu
royna at geva teimum jalig upp
livilsi, at geva teimum góðar fyri
myndir og at byggja teirra sjálvs
álit upp.
- Vit kunnu eisini geva teimum
eina felagskenslu, men vit kunnu
ikki viðgera tey, ið eru bundin at
rúsevnum, sigur leiðarin á Barna
heiminum.
Hon heldur, at høvdu politikarar
lagt dent á at útbúgva misnýtarar,
hevði tað av álvara gjørt mun.
Hon vísir eisini á, at nógv fólk
vilja ikki trúgva henni, tá ið hon
greiðir teimum frá um rúsevna
misnýtsluna í Føroyum.
Men nú fegnast hon um, at tað
tykist sum um at politiski mynd
ugleikin hevur skilt trupulleikan
og er sinnaður at gera nakað við
hann.
Bara idiotar verða tiknir
Eisini Martin Kúrberg ivast um
eftirlitið er nóg gott.
- Ung, sum eg tosi við, siga rætt
og slætt, at man skal idiot fyri at
verða tikin.
Hann vísir á, at serliga tey
nýggju, eftirgjørdu rúsevnini, eru
torfør hjá løgregluni at finna, tí
narkohundarnir skulu næstan
hava nøsina í evnunum, áðrenn
teir lukta tey.
- Eg kenni eisini eina eldri
kvinnu, sum fekk ein brævbjálva
úr Niðurlondum við pulvuri í.
- Tá sigur tað seg sjálvt -og skulu
vit kalla ein spaka ein spaka- er
eftirlitið ov vánaligt
Hann heldur eisini, at summir
læknar eru kanska ið so skjótir at
geva fólki heilivág.
- Onkrir av teimum skuldu held
ur stungið reseptblokkin longur
niðri í lummanum, serliga nú vit
hoyra, at fólk selja heilivágin víðari,
sigur hann.
Annars vísir hann, at, at í
Føroyum er uppgávan eitt sindur
størri enn aðrastaðni.
- Her er útboðið av rúsevnum
óstøðugt og av tí sama eru nógvir
av misbrúkarunum í Føroyum,
blandingsmisbrúkarar, sigur hann.
Eisini mamma ein misbrúkara
heldur, at eftirlitið er ov vánaligt, tí
hon vísir á, at rúsevni verða enntá
seld í skúlagørðum
- Farið í skúlagarðin og kannið
støðuna, tí har verða rúsevni seld,
og tað er farið fram í nógv ár, sig
ur hon.
Men hon leggur afturat, at
hetta var ein trupulleiki, øll vistu
av, eisini barnaverndin, men tað
hendir einki.
Vit tosa enn
Rósa Samuelsen, fyrrverandi lands
stýriskvinna í almannamálum,
vísti á, at fyri 10 árum síðani vóru
føroyskir myndugleikar í Íslandi
og kunnaðu seg um rúsevnavið
gerðina har.
- Tað eru 10 ár síðani, og her sita
vit enn og tosa um trupulleikan,
staðfesti hon turrisliga.
Hon ásannaði kortini, at batar
eru hendir.
- Vit hava fingið SSP, sum er eitt
tvørfakligt samstarv ímillum skúla,
sosialar myndugleikar og politiið.
Í fleiri kommunum hava vit eisini
fingið átakið, TÍTT, tiltøk í tøkum
tíma, sum er eitt trivnaðarák, sum
er vent ímóti børnum upp til 10 ár,
og har endamálið er at eygleiða
børnini við tí fyri eyga taka trupul
leikar í føðingini.
- Men tey, sum eru komin í eina
misnýtslu, eru slept upp á fjall,
leggur hon afturat.
Sum heild er støðan góð
Mariann Reinert, sum umboðar
politiið í SSP, málar ikki støðuna
so svarta, sum onnur gera. - Vit
hoyra nógv um, at trupulleikin
er veksandi, men tað er onki, sum
bendir á, at tað er rætt. Tvørtur
ímóti, síggja vit, at tað gongur tann
rætta vegin, sigur hon.
Sum heild er støðan góð, tí tað
eru nógv tey flestu, sum ikki nerta
rúsevni, sigur hon.
- Men hjá teimum fáu, sum
fella í misnýtslu, er tað sjálvsagt
ein stórur trupulleiki, leggur hon
afturat.
Hon sigur, at tølini hjá løgreglu
ni stuðla uppundir hesa fatan, tí
talið á ungum undir 18, sum verða
skuldsett fyri lógarbrot, fækkast.
Hagtøl hjá løgregluni vísa, at í
SOSIALURIN 103
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
UNG OG RÚSEVNI
Vit hava tosað í fleiri ár, men tað verður gjørt
alt ov lítið fyri at bøta um rúsevnatrupul
leikarnar hjá teimum ungu í Føroyum
NÚ ER NOKK SN
OG NÚ MÁ HAN