hósdagur 8. september 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
2006 vóru 93 ung undir 18, skuldsett
fyri ymisk lógarbrot, men í 2015 var
talið minkað niður í 35.
Annars er talið á teimum ungu
undir 18 ár, sum verða skuldsett
fyri brot á rúsevnalógina, hevur
ligið rættiliga støðugt, frá ongum,
upp í fimm um árið, leggur hon
afturat.
Hon vísir samstundis á, at
spurnarkanningar á skúlum benda
á, at børn gerast eldri og eldri,
fyrstu ferð tey nýta hassj.
- Tær kanningarnar vísa, at í
2003 høvdu 91 prosent av næming
unum í 9. flokki ongantíð roykt
hassj, í 2007 høvdu 94 prosent ong
antíð roynt hassj og í 2011 høvdu 95
prosent av næmingunum í 9. flokki
ongantíð roynt hassj.
Ung hava ein serligan tørv
Á fundinum mikukvøldið staðfestu
øll, at ung undir 18 ár hava brúk fyri
einum serligum viðgerartilboði.
Men serliga Katrin Kallsberg,
sum er forkvinna í Trivnaðar
nevndini hjá Løgtinginum, vísti á,
at tað er neyðugt at tryggja dygd
ina í arbeiðnum.
Hon vísti á, at tað er neyðugt
við einum tvørfakligum samstarvi,
har teir viðgerarstovnar, sum eru,
eisini hava ein leiklut.
Men hon hon leggur dent á, at
grundleggjandi er hetta ein viðgerð,
sum hoyrir undir ungdómspsyki
atriina hjá heilsuverkinum.
Á hesum øki eru vit eftirbátur,
men hetta er samstundis eitt økið,
politiski myndugleikin leggur dent
á at fremja.
Hon vísir á, at í tilmælinum,
sum varð skrivað í fjør um rús
drekka og rúsevnapolitikk okk
ara framyvir, verður nevnt, at
slík viðgerð eigur at vera á sjúkra
húsum og kanska eigur tað at
samskipast við ambulanta viðgerð
á heilsudeplunum, ætlanin er at
skipa kring landið.
- Vit mugu veita ta røttu
hjálpina, og tað má vera eitt
krav, at talan skal verða um eitt
vælskikkað tilboð
Fløkt og samansett
Gunnleyg Samuelsen, lands
stýriskvinna í almannamálum,
ásannar eisini, at trupulleikin er
fløktur og samansettur.
- Loysnin er ikki einføld, tí hetta
er ein uppgáva, fleiri fakbólkar og
myndugleikar mugu ganga saman
um at loysa.
- Tað fara vit eisini at gera, og
tí hava vit sett sjøtul á at útvega
teimum, sum verða send av land
inum í viðger, tilboð í Føroyum.
Annars arbeiða vit við at skipa eitt
tilboð til børn og ung undir 18 ár,
sigur Eyðgunn Samuelsen.
SOSIALURIN 103
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
ÁKI BERTHOLDSEN
Skulu ung, sum hava rúsevna
trupulleikar, tvingast í viðgerð?
Tað var ein umstríddur
spurningur, sum varð reistur á
pallborðsfundi í Miðlahúsinum
mikukvøldið um ung og rúsevni.
Angela Hentze, mamma
ein 16 ára gamlan rúsevnamis
nýtara vísti á, at sonur hennara
fær onga hjálp, tí hjálpin er eitt
tilboð. Sostatt skal hann sjálvur
vilja hava hjálp og tá ið hann
ikki vil, fær hann onga hjálp.
- Eitt blaðungt fólk, sum
hevur bygt sær eitt misbrúk
upp, er ikki sjálvt ført fyri at
biðja um hjálp, sigur hon
- Tí skal tað ikki vera
sjálvboðið, at ung fara í viðgerð,
heldur hon
Ein onnur mamma ein mis
nýtara staðfesti eisini, at tá ið
eitt ungt fólk er avrúsað, fer tað
aftur á Gøtunar, tí tað er ikki
heimild at halda fólki aftur.
Tí sóknaðist hon eftir, at
lógin verður broytt, soleiðis at
tað skal bera til at halda ungum
fólki á einum stovni, so leingi
tørvur er á tí.
- Vit skulu tora at kalla ein
spaka fyri ein spaka, men sum
gongdin er nú, er tað ov nógv
uttanum tos, men tað hendir
einki, seðgi hendan mamman.
Noyðast at taka kjakið
Hildur Hermansen, leiðari á
Barnaheiminum í Havn, held
ur, at vit noyðast at taka tað
"óbehagiliga kjakið" um vit
skulu hava stongdar stovnar,
ella ikki.
- Tað er markbrótandi, men
vit mugu taka kjakið, heldur
hon
Sjálv heldur hon ikki, at
blaðung, sum hava fingið rús
evnatrupulleikar, sjálv eru før
fyri at avgerða, um hann hevur
brúk fyri hjálp,
- Tað er ein ábyrgd, samfel
agið má taka á seg, sigur Hildur
Hermansen.
Hon vísir á, at summastaðni
kunnu verða dømd til pedag
ogikk, tað er ein máti, føroyskir
myndugleikar eisini kundu
brúkt.
Eisini Martin Kúrberg, sum
er leiðari á Herberginum hjá
Frelsunarherinum, sigur eitt
ungt fólk, sum er fangað í einum
rúsevnaumhvørvið, eigur at fáa
tvinnar kostir í at velja, at antin
gevst tú, og søkir tær hjálp, ella
taka vit teg.
- Í dag verða tey bara tikin
og sett í Mjørkadal. Men sostatt
fáa tey eina viðmerking á sína
revsiváttan, og tað er ein ringur
startur at fáa.
Ung skulu
tvingast
í viðgerð
fyri rúsevni
Blaðung eru ikki sjálv før
fyri at taka støðu til um tey
hava brúk fyri viðgerð
Tað var stór fjøld av fólki á
pallborðsfundi í Miðlahúsinum
mikukvøldið um ung og
rúsdrekka, men tey halda øll, at
politiski myndugleikin ger ikki
nóg mikið fyri at bjarga ungum
undan rúsevnamisnýtslu
Hesi trý eru eitt sindur ójøvn á máli um, hvussu stórur trupulleikin við rúsevnamisnýtslu hjá
ungum í Føroyum, er. Frá vinstru eru tey Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum, Mariann
Reinert, sum umboðar politiið í SSP samstarvinum, og Martin Kúrberg, rúsevnaviðgerari
NAKKAÐ
DLAST
Summir læknar eru kanska ið
so skjótir at geva fólki heilivág