Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 103 12 Undir heitinum Swardi er Hans Edward, sum vit best kenna frá The Dreams, farin undir eina heilt nýggja tónlistarliga sjangru. Vit hava hitt konservatoriulesandi tónleikaran til eitt prát um tónleik, um gjøgnumbrotið og um framtíðina. SÓLVIT E. NOLSØ V it, sum eru í einum ávísum aldursbólki minnast sera væl bólkin The Dreams. Hann mestsum átti tón­leika­ pallin í Føroyum í eina løtu. Við sínum punk-rokki fekk bólkurin áskoðara­fjøldir kring landið við uppá tað. Teir fingu sítt stóra gjøgnum­ brot í Føroyum við plátuni Tazy, sum kom út í 2006. Konseptið handan fløguna var lætt: finn gamlar føroyskar klassikarar og lat teir í ein nýggjan ham. Tað riggaði væl og serliga gamli klassikarin hjá Georg eystan Á, Sasasasa, bleiv eitt hitt í Føroyum – nú í punk útgávu. – Karrieran hjá okkum byrjaði áðrenn Tazy. Tá vit vórðu við í sending hjá MTV byrjaði áhugin fyri okkum sum bólki. Eg fekk so hug­skotið at enduspæla gamlar klassikarar og tað fóru vit so í holt við. Tað var feitt og vit spældu so at siga allastaðni í Føroyum, sigur Hans Edward Andreasen. Flyta niður til Danmarkar Eftir at Tazy var komin út og The Dreams hevði spælt á so at siga øllum støðum í Føroyum, tók bólkurin avgerð um at flyta til Danmarkar. Komnir niður gekk ikki long tíð, so hevði bólkurin longu fingið viðvind. – Eg haldi tað gingu tvær vikur, so høvdu vit fingið ein plátu­ sáttmála. Vit fóru við í Global Battle of the Bands beint sum vit komu niður og ein dómari í kappingini var Chief 1, sum gjørdist fram­leiðari hjá okkum, sigur Hans Edward Andreasen. Hans Edward sigur víðari, at mann merkti ein stóran mun á at verða fulltíðar tónleikari í Dan­ mark í mun til í Føroyum. Alt bleiv øgiliga skjótt seriøst og teir blivu nógv meira stýrdur í Danmark enn teir blivu í Føroyum. – Í Føroyum stýrir mann øllum sjálvur og tað eingin, sum heldur eyga við tær. Plátufeløg á sama hátt sum í Danmark eksisterar ikki í Føroyum. Knappliga skuldu vit av­tala hvussu vit vórðu út­eftir og tað var øgiliga umráðandi eisini at klæða á ein ávísan hátt, sigur Hans Edward Andreasen. Fingu gjøgnumbrot beinavegin The Dreams útgóvu fløguna Den Nye By í 2008 og hon gav The Dreams eitt gjøgnumbrot í Danmark. Serliga sangurin La’ mig være bleiv eitt veruligt hitt. – Tað gekk øgiliga væl og eg haldi vit spældu høvdu spælt í øllum Danmark næstan beinaveg. Vit blivu øgiliga populerir og blivu partur av einum subkulturi øgi­liga skjótt. Tað bleiv eisini skjótt trongt á danska marknaðinum. The Dreams komu við sínum tón­ leiki inn á eitt stað í donsku tón­ leika­verðini, ið ikki var so breitt. Danskir um­mælarar kallaðu tað emo-rock og í veru­leikan­um vaks sjangran við The Dreams. Tí komu teir skjótt til eitt vega­mót har teir máttu satsta fyri at koma víðari. Tá bleiv teirra enska út­gáva, Revolt, útgivin í 2010. – Vit høvdu turnera so nógv í Danmark, at vit máttu hyggja eftir onkrum øðrum. Í hvussu so er hyggja longur út, sigur Hans Edward. Tað var um tað mundið, at The Dreams veruliga merktu eitt trýst frá plátu­felagnum. Felagið vildi hava meira til­far útgivið tá teir sóu, at sølan av Den Nye By byrjaði at minka. Teir útgóvu Revolt og vórðu á kon­sert­ferðum í m.a. Týskland og í Eystur­ríki og sam­stundis opnaðust nógv størri møgu­leikar. – Vit fingu møguleika at hita upp fyri bólkar, sum vit sóu upp til so sum Paramore og Linkin Park og vit hildu eina stóra konsert við m.a. Tokyo Hotel. Tá sá alt øgiliga ljóst út. Samstundis sum bólkurin ongan­tíð hevði havt so nógv at gjørt byrjaði eisini glóðin at kølna. Limirnir í bólkinum brúktu alla sína tíð saman. Teir byrjaðu sum vinmenn, men vórðu blivnir starvs­felagar meir enn nakað annað – Vit gjørdu alt saman og enntá búðu saman. Tað bleiv nógv til endans og so skjótt sum pengar koma ímillum fólk, so broytist alt. Vit eru ikki óvinir í dag, men sam­ bandið er ikki tað sama, sigur Hans Edward Andreasen. Tað var millum annað tað, sum gjørdi, at The Dreams fóru hvør til sítt. Ein ósemja millum plátufeløg gjørdist tað seinasta, ið fekk teir at gevast. Hans Edward hevði ein sáttmála við EMI og bólkurin hevði SAMRØÐA Hans Edward Andreasen FRÁ EMO-RO KONSERVAT