hósdagur 8. september 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
13
OCK TIL
TORIUM
ein sáttmála við Warner og tað
stakk m.a. ein ósemja seg upp um
rættindir til sangir. Eisini vísti eitt
óreglusemi í roknskapinum hjá
bólkinum, at onkur hevði stolið
pening frá teimum.
Alt tilsamans gjørdi, at The
Dreams gavst endaliga í 2014.
Hans Edward fór ein
heilt annan veg
– The Dreams var til endans ein
popp-rock bólkur, sum hevði ein
einsformaðan tónleik. Eg bleiv
troyttur av tí og byrjaði at arbeiða
ímóti plátufelagnum. Eg vildi hava
eitt sindur breiðari tónleik enn tað,
sum The Dreams gjørdi.
Tað fekk Hans Edward møgu
leikan at gera nakað við eftir at
The Dreams góvust. Hann arbeiddi
sum sangskrivari fyri onnur í eina
tíð eftir The Dreams og seldi sangir
í tvey ár. Eftir eina tíð fekk hann
viðmælt at søkja inn á tónleika
konservatorium í Aarhus og tað
royndi hann.
– Eg søkti og slapp inn á sang
skrivaralinjuna. Har sleppur mann
at gera tónleik uppá sín egna máta
og finna útav hvussu mann best
kann gera sín egna tónleik, sigur
Hans Edward Andreasen.
Eftir eini tíð bleiv verkætlanin
Swardi til, sum eitt úrslit av skúla
arbeiðinum hjá Hans Edward.
Lærararnir á skúlanum viðmæltu
honum at halda áfram við tí
arbeiði, ið hann var byrjaðu uppá,
tí teir sóu møguleikar í tí.
Ongantíð fingið so
góða móttøku fyrr
Nú hevur Hans Edward arbeitt við
verkætlanini Swardi í hálvtannað
ár og hann hevur havt sína fyrstu
konsert við Swardi seinasta viku
skifti. Nýggjasta verk, ið Swardi
hevur framleitt eitur Swim, baby
swim.
– Vit hava tosa eitt sindur
um hvat fyri sjangru vit gera og
tað, sum vit hava gjørt liggur
nær við eina rock-operu. Hetta
er samstundis fyrstu ferð, at
konservatoriið
hevur
latið
ein lesandi staði á odda fyri tí
rútmisku og klassisku linjuni og
bara tað í sær sjálvum eitt stórt
herðaklapp, sigur Hans Edward.
Hann sigur, at hann er ótrúliga
glaður fyri móttøkuna og hann
hevur ongantíð fyrr kent eina so
positiva afturmelding uppá sítt
arbeiði fyrr.
Konsertin er eitt samstarv
millum fleiri linjur á konserva
toriinum og tað bleiv ein stór og
væleydnað konsert. Reyði tráðurin
í verkinum er um ein persón, sum
er í stríð við seg sjálvan og roynir
at fáa ein vanligan dag at rigga.
Tónleikurin tekur úttangsstøðið í
hugaheiminum hjá tí persóninum.
Hans Edward sigur, at hann
ætlar at taka verkið víðari enn
tað er komi nú og møguliga at
fáa Føroya Symfoniorkestur við
uppá eina konsert í Norðurlanda
húsinum.
– Hetta er nakað serligt og ikki
nakað, ið mann sær hvønn dag,
sigur Hans Edward Andreasen
Hann hevur sjálvur framleitt
løgini og tekstirnar, sum verða
brúktir í verkinum.
The Dreams er liðugt
Til endans er sjálvandi passandi at
spyrja ein upplagdan spurning um
The Dreams hava nakrar ætlanir
um at finna saman aftur, men tann
møguleikin er ikki til staðar – ikki
enn í øllum førum.
– Tann tíðin er farin. Hinir eru
allir byrjaðir uppá sítt egna, so tað
verður ikki. Í øllum førum ikki
fyrrenn um eini 20 ár, sigur Hans
Edward Andreasen.
SOLVIT@SOSIALURIN.FO