hósdagur 8. september 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
POLITIKKUR
Persónliga áløgdu bøturnar fullu tó burtur, tá
ið býráðið á Tvøroyri fylgdi harraboðunum
ÁRNI GREGERSEN
Landsstýrið er vælmannað
farið til Vágarnar, har sein
asta hond verður løgd a fíggj
arlógaruppskotið fyri 2017.
Frammanundan hava bæði
landsstýriskvinnan við fíggjar
málum, Kristina Háfoss, Tjóð
veldi, og løgmaður Aksel V. Johan
nesen, Javnaðarflokkurin, boðað
frá, at útreiðslurnar ikki fara at
hækka við meira enn 1,8 prosenti,
samanborið við í ár.
Lønarhækkingar á almenna
arbeiðsmarknaðinum eta á leiða
helvtina av hækkinginum, men
hóast tað, so haldi bæði tvey fast
við, at útreiðslæurnar ikki fara
longur upp.
Verður hetta so, at so er ikki
pláss fyri nógvum øðrum hækk
ingum.
Hinvegin kann roknast við,
at vit fara at síggja sparingar í
uppskotinum, sum verður lagt
fram seianst í hesum mánaðinum.
Í summum førum ber væl
tekniskt til at spara, men í teim
um førum, har talan er um lóg
arbundnar útreiðslur er støðan
øðrvísi.
Í slíkum føri eru sparingarnar
vanliga knýttar at lógarbroyt
ingum og hendan samgongan hev
ur longu sannað, at tað er torført
at gera broytingar í galandi lógum
– í hvussu so er, tá ið talan er um at
gera støðuna verri hjá summum
borgarum.
Land og kommunur
Ein spurningur, sum hevur verið
nógv frammi í seinastuni – serliga
eftir at Búskaparráðið lat sína
heystfrágreiðing – er, hvussu
tamarhald kann fáast á samlaða
almenna búskapinum.
Landsstýriskvinnan við fíggj
armálum, Kristinsa Háfoss,
hevur lagt upp til samráðingar
við kommunurnar fyri at finna
eitt felags stev, men enn er onki
úrslit at síggja.
Sjálv sigur landsstýriskvinnan,
at hon helst vil at hetta verður
gjørt við samráðingum millum
land og kommunur. Tí kann hon
ikki melda út, at verður ein
loysn ikki funnin, so verður
hetta gjørt við lóg.
Eitt annað, sum forðar fyri
at finna eina loysn á hesum
spurninginum beint nú er, at
longu 8. November er val til
kommunurnar.
Tað ger tað torført hjá
nústiandi býráðslimum og
nevndarlimum í Kommunufel
agnum at gera eina avtalu við
landsmyndugleikarnar beint nú.
Sjálv fíggjarlóg landsins skal
samtykkjast undan ársskiftinum,
men vanligt er, at Løgtingið roynir
at samtykkja fíggjarlógina við
3.viðgerð undan jólum, so Løg
tingið kann halda frí millum jól
og nýggjár.
Hetta eydnast ikki altíð.
Fíggjarlógin skal hava tríggjar
viðgerðir í tinginum og stinga
álvarsligar ósemjur seg upp, so
er ofta neyðugt við eitt sindur av
eyka tíð.
Soleiðis var í fjør, tá ið allur
endin av desember fór til viðgerð
av fyrstu fíggjarlógini hjá hesi
samgonguni.
Landsstýrið í Vágum
at viðgera fíggjarlóg
Áðrenn 1.oktober skal uppskot til fíggjar
lóg fyri 2017 leggjast fyri Løgtingið
Hava lønar
Yvirtíð og avspák
an er ikki avgreidd
hjá Strandferðsl
uni, og sjófólk eiga
tímar meira enn
10 ár aftur í tíð
ina, sigur Lands
grannskoðarin
ÁRNI GREGERSEN
Meira enn tríggjar milljónir krónur
skyldar Strandferðslan í lønum og
avspáking til starvsfólkini.
Landsgrannskoðarin skrivar
í ársfrágreiðingini, at fleiri av
sjófólkunum eiga tímar tilgóðar
10 ár aftur í tíðina ella longur.
Upphæddin, ið er sett av í
roknskapinum, svarar tí ikki til
tann kostnað, ið stovnurin velur
at rinda út eftir, og er skyldugi
kostnaðurin tí ikki rættur.
BÝRÁÐSLIMIR FING
FRÁ INNLENDISMÁ
ÁRNI GREGERSEN
300 krónur um dagin.
Tað var bótin hvør einstakur
býráðslimur á Tvøroyri, skuldi
gjalda, tók býráðið ikki støðu
til, um borgarstjórin á Tvøroyri,
Kristin Michelsen, Javnaðarflokk
urin, kundi sita bæði sum borgar
stjóri og løgtingslimur.
Síðani valið 1. september í fjør
hevði býráðið á Tvøroyri ikki tikið
støðu til, um borgarstjórin bæði
kundi røkja starvið sum borgar
stjóri og sum tinglimur.
Tað vildi innlendismálaráðið
hava at kommunan gjørdi, men
málið kom ongantíð fyri á fundi í
býráðnum.
Hetta fekk innledismálaráðið
til at skerpa krøvini. Fleiri ferðir
heitti ráðið á býráðið um at við
gera spurningin, men fleiri ferðir
hevur býráðið skulkað sær undan
at viðgera málið.
Upprunaliga var sagt, at spurn
ingurin var viðgjørdur beint eftir
seiansta val, men hetta góðtók
innlendismálaráðið ikki.
Eftir teirra uppfattan so skal
spurningurin viðgerast eftir hvørt
val, og í hesum føri var løgtingsval
1. september í fjør.
Býráðið hevur eisini víst á, at
skeiðið frá tí løgtingsval var og
til kommunuval er, er so stutt,
at hetta helst ikki er neyðugt at
viðgera.
Bót ávegis
Í brævaskiftinum millum inn
lendismálaráðið, sum eisini um
situr kommunuval, sæst, at talan í
veruleikanum er um eitt maktstríð.
Kommunan roynir at sleppa
undan at taka støðu til málið, men
hetta vil ráðið ikki góðtaka.
Innlendismálaráðið krevur
fleiri ferðir, at málið verður sett
á dagsskrá til býráðsfund, men
kommunan ber seg undan. Ta einu
ferðina sigur kommunan, at hon
hevur biðið um eina løgfrøðilliga
meting av málinum.
At enda vil innlendismálaráðið
ikki meira lata seg draga runt og
boðar borgarstjóranum Kristin
Michelsen frá í einum hoyrings
skrivi, at verður málið ikki viðgjørt,
so fær tað fylgjur..
“Vísandi til, at málið ikki hevur
verið fyri í kommunustýrinum
enn, verður hoyringsskriv um
tvingsilsbøtur hervið sent ein
støku kommunustýrislimunum í
Tvøroyrar kommunu.Tvingsilsbøt
urnar verða álgdar frá 25. august
2016. Tvingsilsbøturnar vera kr. 300
um dagin.”
Hetta skriv, sum altso allir lim
ir í býráðnum fingu, fekk ferð á
málið, men tað var kotini drigið út
til seinastu løtu.
Á afturlatnum býráðsfundi um
kvøldið 24. august, gekk býráðið
eini umsókn frá borgarstjóranum
um at sleppa at røkja bæði borgar
stjórastarvið og starvið sum ting
maður á møti.
Umsóknin frá Kristin Michelsen
er dagfest 20. august í ár.
SOSIALURIN 103
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016