Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 103 15 ÁRNI GREGERSEN Strandferðslan fær sínar inn­ tøkur við sølu av ferðaseðlum og við gjaldi fyri farm. Har­ umframt kemur nakað inn gjøgnum sølu av vørum í kiosk­ um og í kantinunum umborð á skipunum. Serliga viðvíkjandi farmi við smærri skipunum heldur Landsgrannskoðarin, at eftir­ litið ikki er nóg gott. Tey, sum avgreiða farm, fáa talmerktar blokkar frá farma­ støðunum. Farmastøðirnar skráseta ikki, hvør fær blokkarnar. Hátt­ urin, sum farmabrøvini verða goymd, ger tað torført at fylgja eftirlitsslóðini. Tí ber illa til at staðfesta, um allur farmur verður faktur­er­ aður, og at sølan harvið er røtt. Strandferðslan tekur und­ir við, at blokkarnir við farma­ brøvum eiga at verða skrásettir, og at Strand­ferðsl­an eigur at viðgera, hvussu stovnurin kann tryggja sær, at allur farmur verð­ur fakt­ur­eraður, sigur Lands­grann­skoð­anin. Farmablokkar latnir út uttan gott eftirlit Skil er á farmi, sum fer við Smyrli, men við hinum skipunum er eftirlitið ov vánaligt ÁRNI GREGERSEN Slakar 350.000 krónur, eru bók­ aðar sum ferðaútreiðslur, mat­ur og gistingar undir starvs­fólka­ kostnaður hjá Strand­ferðsluni. Landsgrannskoðarin finst at, at hetta verður bókað so­ leið­is og heldur ikki, at tað er í tráð við reglurnar, at starvs­ fólkakostnaður verður bókaður sum vørukeyp. Hetta hevur verið ein aftur­ vendandi spurningur. Í 2014 mælti grannskoðari stovnsins til, at leiðslan tók støðu til um fríu ferðirnar hjá starvsfólkum stovnisins við skipum og buss­um framvegis skulu vera gald­andi. Grannskoðari stovnsins mælti eisini til at taka støðu til, hvussu hetta fyristingar­liga skal handfarast. Grannskoðar­in segði, at møguleikarnir at fylgja við, hvussu hetta verður brúkt eru avmarkaðir. Í juli í fjør vísti grannskoðar­ in á, at málið framvegis ikki var loyst, men í juni í ár hevur Strandferðslan boðað frá, at leiðslan framvegis heldur, at starvsfólk eiga at hava rætt at ferðast ókeypis við skipum og bussum hjá Strandferðsluni til og frá arbeiði. Løn sum keyp Landsgrannskoðanin vísir á, at í onkrum førum hevur Strand­ ferðslan bókað samsýningar sum “keyp av tænastum!, sjálvt um hetta sær út til at vera løn­ arsamsýningar. Landsgrannskoðanin heldur, at tað er týdningarmikið, at almennir stovnar rinda sam­ sýningar sum løn, tá ið talan er um løn, eisini um móttakarin ikki er í starvi hjá stovninum. Á onkrum rokningum frá fyri­tøkum er ikki roknað meir­ virðisgjald. Ferðast ókeypis við skipum og bussum Spurningurin er, hvussu hetta skal handfarast í rokskapinum hjá Strandferðsluni skyldur 10 ár aftur í tíðina Tað er soleiðis, at tímalønin, sum hetta er gjørt upp eftir, er tann tímaløn, sum var galdandi, tá ið tildømis avspákingin var innvunnin. Tá ið peningurin skal gjaldast út, so eru tað galdandi tímatakst­ ir, nú, sum goldið verður eftir. Í juni 2016 hevur Strandferðslan greitt frá, at tey halda, at rættast hevði verið at rudda upp í avsettu upphæddunum. Tað ávirkar ikki raksturin hjá stovninum. Grannskoiðanin sigur, at ivi kann vera um, um stovnurin gong­ ur eftir sáttmálanum, tá ið yvir­ arb­eiðið verður gjørt upp. Serliga kemst hetta av, at starvsfólk eiga fleiri hundrað tímar til góðar, sum strekkja seg yvir fleiri ár. Aðrir ágóðar Sambært starvsfólkareglugerðini hjá Strandferðsluni kunnu starvs­ fólk fáa virðiskort til at ferðast til og frá arbeiði við farleiðunum hjá Strandferðsluni, t.v.s. at starvs­ fólk rinda ikki fyri ferðing, mat o.a. umborð. Í reglugerðini verður gjørt vart við, at starvsfólk hava ikki rætt til ferðastuðul frá TAKS í tíð­ arskeiðinum, tá ið kortið verður brúkt. Leiðslan segði í juni, at her er tal­an um eina gamla reglu, sum helst var sett í gildi, tá ið fyri­sit­ ingin var flutt til Suðuroyar. Stjórin greiddi frá, at hann hev­ ur givið starvsfólkunum møgu­ leik­an at gista ókeypis umborð, tí annars fær hann ikki skikk­að starvsfólk, ið hava teir førleikar, ið stovnurin hevur tørv á. Stjórin hevur eisini sjálvur gist umborð, men hevur nú útvegað sær bústað á Tvøroyri. Í juni 2016 hevur Strandferðsl­an greitt frá, at Strandferðslan hev­ur gjørt leiguavtalu um eina íbúð við tveimum kømurum fyri 4.000 kr. um mánaðin. Starvsfólkini rinda 1.000 kr. fyri hvørt kamar, samanlagt 2.000 kr. um mánaðin. Starvsfólk umborð á skipunum eiga tímar standandi, sum eru meira enn 10 ára gamlir U BÓT LARÁÐNUM Kristin Michelsen hevur nú fingið rætt til bæði at sita á tingi og at vera borgarstjóri á Tvøroyri