hósdagur 8. september 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
16
Matgerð
SKJÓTNUD
TJÓÐHILD PATURSSON
T
að er ikki ætlanin at hendan
síðan skal gerast ein opna
við lummafilosofi frá eini ungari
bláoygdari gentu, so eg má helst
royna at lata vera við at vera
ov bláoygd - lummafilosofiin
sær ikki út til at ætla sær nak
ran veg. Orkar tú ikki meira
lummafilosofi, men vilt heldur
gera tær skjótu nudlurnar enn
skjótari, ja hoppa tú so beint
oman til uppskriftina - hevur tú
alt inni, so eru nudlurnar liðnar
um 10 minuttir. Gleðir tú teg til
tey vísu orðini hesa vikuna, halt
so bara fram at lesa - eg havi lært
bæði eitt og annað eftir mína
fyrstu (misseydnaðu) viku sum
veganari. Misseydnaðu ja.
FORBOÐ
Eg væntaði at hesin mánaðin
sum vegani fór at vera ógvuliga
lættur fyri meg - onkusvegna
befríandi, tí eg sleppi frá at eta
kjøt - at eta kjøt er nakað ið eg
oftast havi ógvuliga tvíbýttar
kenslur um. Hendan mánaðan
sleppi eg frá at eta kjøt uttan
100 ymiskar spurningar - lætta
svari er, eg geri eina roynd til
eina greinarøð í Sosialinum -
tað er sjálvdan at fólk spyrja
inn til mítt arbeiðið, tey vita at
eg steðgi ikki aftur. Eg elski mítt
(míni) arbeiði. Men tað eg vænt
aði fór at vera so lætt, vísti seg
at gerast rættuliga torført. Tað
er okkurt við forboðum ið fáa
meg at fara uppá bakbeinini. Eg
eti mestsum vegansk í mínum
gerandisdegi, onkuntíð fái eg
mær eitt sindur av geitaosti
útyvir salat, onkuntíð eitt sindur
av parmesanosti útyvir pasta
og onkuntíð eti eg fisk niðri á
Kunningarstovuni - um vit hava
restir (ja, eitt annað deiligt arb
eiðspláss eg gleðist yvir). Og tað
er deiligt. ‘Forboðið’ hesa vikuna
fekk meg at fara so langt aftur
á bakbeinini - ja, eg haldi nær
um at eg stóð á halunum - at eg
valdi at servera náta til ein døg
urða á Kunningarstovuni um
vikuskiftið - eg sum ONGANTÍÐ
eti náta. Og av tí eg ongantíð eti
náta, so havi eg heldur ongantíð
roynt at gjørt náta, og tí mátti
eg royna tað, mær dámar ikki
matspill, so tí mátti eg eta tað, og
tí át eg náta bæði fríggjakvøld og
leygarkvøld, og tí misseydnaðist
mín fyrsta vika sum vegnari.
KENSLULIGT ÁT OG
KAFFI-VAMPYRAR
Vit høvdu ein bólk á vitjan í Nóls
oy. Tey skuldu hava bæði morg
unmat, lunsj og døgurða. Longu
til morgunmatin byrjaði at ganga
galið - kaffimaskinurnar fóru í
streyku. Tað skal sigast at hesir
gestirnir vóru eyka kaffitystir!
Vit máttu renna oman og niðan
gjøgnum bygdina fyri at gera
kaffi í privatum húsum og bera
niðan til morgunmatarborðið. Áh
det stríð, áh dett stress. Tað gekk
nærum ein tími við sveittabroti
og nervum áðrenn vit høvdu
fingið fylt somikið av kaffi niður
í gestirnar at teir aftur vóru sum
fólk - tit skuldu sæð tey tá ið eg
kom inn við fyrstu kaffikannuni,
kendist sum um eg var við í
einum ræðufilmi og bleiv álopin
av 25 blóðtystum vampyrum.
Tá ið eg eftir ein harðan tíma
hevði fingið bart meg ígjøgnum
kaffi-vampyrarnar á síðsta sinni,
og aftur sat á friðarligu, tryggu
Kunningarstovuni (vampyrarnir
hildu til aðrastaðni í bygdini)
kendi eg meg troytta, kedda og
sárbara. Framan fyri mær lógu
restirnar av bollunum, súltutoyið
og osturin frá morgunmatinum
- eg tók ein bolla, koyrdi ost
á, og gloympti hann í einum
- næstan. Barbara, hon eg arb
eiði við saman við, hugdi at
mær og risti við høvdinum. Eg
risti høvdi afturímóti og segði
‘Jamen, eg má hava ost’. Tað
var tá at eg sá hvussu lík eg var
kaffi-vampyrunum í hinum
endanum av bygdini - tey máttu
hava kaffi, máttu, máttu, máttu.
Eg mátti, mátti, mátti hava ost.
Osturin var mítt dope, osturin
var tað ið gav mær tryggleika
og troyst. Óbehagiligt at síggja
hvussu tengd tú kanst vera at
ávísum matvørum uttan av
vita av tí, hvussu tætt knýttar
summar matvørur eru at summ
um kenslum. Samstundis sum
hendan viðurkenningin var
óbehagilig, var hon eisini mot
iverandi. NEI, um tað skal vera
soleiðis, so skal eg í øllum førum
Ásannan av kensluligum áti, kaffi-vampyrar,
forboð ið hava øvugtan virkna og týdningurin av
tilrættislegging… og so sjálvsagt ein uppskrift!