hósdagur 8. september 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
17
Septembur
við Samkenslu
- VIKA 1
LIR
klára at vera veganari í septem
bur. Nýggj motivatión og ein
nýggj byrjan. Takk kaffi-vamp
yrar, fyri at tit fingu meg at síggja
hvussu bundin eg sjálv var/eri av
ávísum matvørum. Takk Sept
embur við Samkenslu fyri at tú
gevur mær møguleika til at vita
hvussu tað er at liva uttan.
TILRÆTTISLEGGING
Fyri at sleppast skal undan ‘at
detta útí’ so má eg leggja mær
dagin betur tilrættis. Serliga nú
tá ið eg komandi vikuna havi
nógvar langar og skiftandi arb
eiðsdagar - tað er ofta kensluliga
hart. Tað má vera okkurt heitt og
mjúkt, okkurt sum kann troysta
meg (eg veit, eg veit, tað hevði
verið betur at sloppið burturfrá
at matur troystaði meg - men tað
klári eg ikki uppá ein mánaða -
nú má eg arbeiða við tí eg havi -
eina kensluliga Tjóðhild, ið hevur
tørv á troystandi mati fyri at fáa
sítt deiliga kaotiska lív at glíða
lættari).
Ja, nú onnur vika av Septem
bur við Samkenslu byrjar, eri eg
betur fyrireika, og brynja við
hesum skjótu nudlunum. Altíð
klárar at sleingja í taskuna, og
taka við á ferð.
NUDLUR - DYI INSTANT
Tit kenna nokk øll Mr. Lee og
YumYam - ella hvat nú øll hini
sløgini eita. Eg át eina rúgvu av
slíkum tá ið eg var ungur tann
áringur. Og eri vís í, at hevði
eg etið tað í dag, so hevði tað
givið mær eitt heilt serligt slag
av troyst. Tað eru tó nógv ár
síðani eg gavst við at eta slíkt -
við góðari samvitsku - men nú
ætli eg mær at byrja aftur, tó í
einum heilt øðrum hami. At gera
hesar heimagjørdu noodlurnar
er næææstan líka skjótt sum at
gera hinar keyptu. Og tað ber eini
væl til at gera niðurfyri og hava
standandi í køliskápinum - klárt
til at sleingja niður í taskuna
ávegis út gjøgnum hurðina.
Tú skal brúka 3 ting:
NOODLUR: Vel tað tær dámar
best. Rísnudlur, Soba, Fullkorns
hveiti…
GRØNMETI: Alt grønmeti skal
vara sovorði ið eisini kann etast
rátt. Tað verður jú ikki heilt kóka.
Vel tað tær sámar best.
KRYDD: Hitt lættasta er at koyra
eina teskeið av góðum boullion
í - tað havi eg gjørt hesaferð. Ann
ars ber eisini til at koyra miso,
salt, chili, roykt papprika, feskar
kryddurtir, citrónskal… ja, alt tað
ið tú heldur gevur góðan smakk.
Kóka ketilin. Hakka grønmet
ið smátt. Koyr nudlur, grønmetið
og kryddið í eitt ílat ið tolir hita.
Stoyt nýkókaða vatnið útyvir
nudlurnar, koyr lokið á. Lat
standa í 5-10 minuttir - alt eftir
hvat slag av nudlum tú brúkar.
Lokið av, rør væl í og so er klárt.
INNBJÓÐI ING TIL SEPT
EMBER VIÐi SAMKENSLU
Mín innari veganari er vakn
aður, nú fólkini handan face
booksíðuna ‘Veganararnir og
verðin’ bjóða fólki at royna
veganska lívstílin í ein mánaða
- ‘Septembur við Samkenslu - eg
føli við!’
Følir tú eisini við? Ja, so er
bara at koma í gongd. Ongan
fisk, einki kjøt, ongan fugl, onga
mjólk, einki egg, nei einki an
limalskt í ein mánað. Ljóðar tað
farligt og keðiligt? Hoyr so her:
Eina rúgvu av grønmeti í øllum
ælaboðans litum. Søtar fruktir,
og súrar fruktir. Nøtir. Pasta.
Breyð. Linsur. Bønir. Rís. Tort
illas. Nøtusmør. Smoothies og
Djús. Og so enn meira grønmeti!
Mhh… !
Tað eru nógvar ymsar orsøkir
til at eta veganskt - smakkur, um
hvørvið, djór, pengapungurin...
og við tíðini vani. Eg hugsi ikki
at skriva meira um hettar her,
men vónandi fái eg SO nógva
orku av nýggja veganska lívistíl
inum, at eg hvørja viku hendan
Septemburmánaðan klári at
skriva eitt stutt brot um eina av
orsøkunum - eg minnist aftur á
mínar tíðir sum veganari, lívs
orkan gerst onkusvegna altíð
sterkari tá - ella møguliga er
tað í tíðum við meira orku, at
eg havi havt yvirskot at royna
veganismu? Nú eri eg í øllum
førum móð og troytt eftir eitt
langt summar, so eg eri spent
at vita hvat veganski maturin
fer at gera við mínir tankar og
mín kropp hendan illfýsna sept
emburmánaðan.
HVAT ER EIN VEGANARI?
Veganisma er meira ein lívsstílur ella ein lívsáskoðan, enn tað er
ein máti at eta. Veganarar velja at liva lívið við minnst møguligari
ávirkan á djóralív. Ein veganari etur vanliga ikki mat sum kemur
frá djórum. Ein veganari gongur vanliga ikki í klæðum sum eru
frá djórum - leður, ull, silki o.s.fr. Í øllum síðum av lívinum roynir
veganarin at gera minnst møguligan skaða á aðrar livandi verur
á jørðini. Tankin er at tað skal vera pláss fyri okkum øllum, og at
vit menniskju ikki eiga at síggja onnur djór sum okkara resursu,
men heldur at djórini eiga sítt egna lív.
Hetta er mín egna lýsing, onnur høvdu møgliga lýst veganismu
øðrvísi. Googla - so verður tú klókari ;)