hósdagur 8. september 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
LEIVUR THOMSEN
Tað byrjaði í 70’unum í Havn
í grannalagnum við Føroya
Barnaheim. Tað var, tá ið
Betamax videomaskinurnar
vóru frammi. Hesar vóru
ikki hvørs mans ogn. Eg var
og vitjaði ein vinmann. Pápi
hansara hevði lænt ein bunka
av filmum, og vit sluppu at
hyggja við. Har var ein filmur
við Kris Kristofferson, sum
nevndist »Convoy«. Kris var
lastbilførari í filminum og
gekk millum starvsfelagarnar
undir navninum »Rubber
Duck«.
Lastbilførararnir fingu
av órøttum bót frá korruptu
løgregluni og savnaðust í
eina kilometurlanga røð sum
mótmæli. Tá visti eg onki um, at
Kris Kristofferson knapt 40 ár
seinni skuldi standa í Norður
landahúsinum og spæla konsert
til frama fyri Føroya Barnaheim,
sum tørvaði nýggj ljóðføri. Enn
minni kundi eg ímynda mær, at
hann fór at standa í Reinsaríinum
eitt mikukvøld í Havn í síðstu viku.
Upphiting við grindadrápi
Konsertin byrjaði stundisliga
klokkan átta. Tvey ung fólk, sum
saman kallaðu seg »Appalachian
Murder Bunnies«, trinu fyrst
á pallin í Reinsaríinum við
vælstemmaðum gittara og sungu
nøkur countryløg, harímillum eitt
hjá Jákupi Zachariassen.
Tey prátaðu um grindadráp
og lótu okkum vita, at tey vóru
Týr-fjepparar. Hetta var helst
orsakað av verjurøðuni hjá Hera
Joensen, forsangara í bólkinum,
tá hann í filmklippi á Facebook
herfyri nærlagdur greiddi frá
um grindadráp og hvørja støðu,
hann hevði til tað. Orsøkin
til verjurøðuna var, at Heri
frammanundan hevði lagt eina
mynd av sær sjálvum út, har hann
skar grind upp. Hetta hevði loypt
øsing í djóraverndaraktivistar.
Hesir høvdu lagt trýst á
konsertfyriskiparar, sum høvdu
Týr á skránni, og biðið teir útihýsa
bólkin. Men fólkini á pallinum
virdu gamla føroyska siðin. Teirra
lutur hetta kvøldið var ikki at verja
onkra søk men at knýta samband
við áhoyrararnar, áðrenn Kris
skuldi á pallin.
Umframt at hita upp skuldu tey
hjálpa Kris gjøgnum kvøldið – og
tann hjálpin var ikki einans við tað
professionella, tí tað vísti seg, at
unga gentan, Kelly Kristofferson,
var dóttir Kris og drongurin,
Andrew Hagar, unnusti hennara.
Hetta var ein familjukonsert.
Framførslan
Tá eg sum tannáringur stóð í
ølklubbum og spældi Me and
Bobby McGee og Help me Make
it Through the Night, vóru
tankarnir langt síðani farnir frá
»Rubber Duck«, sum átti hesar
sangirnar. Men nú kom maðurin
sjálvur seigliga stetlandi á pallin
í kóboystyvlum við gittara og
munnharpu. Hann sá út til at halda
sær nøkunlunda væl í mun til 80
ára aldurin. Men orkan var eyðsæð
ikki tann sama, sum tá hann koyrdi
lastbil.
Eg kundi í mínum stilla sinni
ikki lata vera við at samanbera
við Cliff Richard, sum fyri einum
mánaða síðani hevði staðið á Vágs
bøi í Klaksvík. Tað eru umleið fýra
ár millum teir báðar, og í hasum
aldrinum verður dygdin ofta mett
út frá talinum av árum, man hevur
verið til á hesi fold.
Men fortreytirnar fyri báðar fram
førslurnar vóru púra ymiskar.
Cliffurin hevði eina stóra og tunga
uppgávu at lyfta, sum var at síggja
ungdómligur út sum 76 ára gamal
og syngja sínar tannáringasangir
fyri at halda ævigt lív í dreyminum
um stóra popp ikonið.
Kris, hinvegin, tóktist ikki
leggja nógv í at royna at sannføra
áhoyrararnar. Tað var illanokk
so, at hann yvirhøvur tímdi at
standa har og syngja sína sangir
fyri okkum. Tað var ikki meir, enn
tað grælaði í honum. Gittarspælið
var ófantaligt. Minnið mundi eisini
verið farið at bila. Hann gloymdi
okkurt ørindi og akkordirnar til
onkran sang, hóast talan í flestu
sangum bert var um tríggjar
akkordir, og hóast hann hevði ein
skíggja frammanfyri sær við teksti
og akkordum.
Hann presenteraði ikki løgini
og kom ikki við anekdotum millum
tey, tó at hann av og á í sangunum
vísti so
frægt av lívsneista, at
skemt kom uppí. Leikluturin hjá
Cliff var at framføra, men hjá Kris
var øðrvísi. Faktiskt helt eg, løgið
nokk, at júst fesjuta avrikið var
kærkomið, tí endamálið var jú ikki
at kýta seg og spæla eitt bragd av
eini konsert – tað var hinvegin at
fortelja søgur.
Røddin og gittarspælið høvdu á
henda hátt sum so ikki so stóran
týdning. Hóast fá, sum vóru til
staðar í Reinsaríinum hetta kvøldið,
kundu vera ósamd við mær í, at
framførslan ikki var sannførandi,
megnaði Kris Kristofferson kortini
at røra fleiri hjartastreingir – eisini
í undirritaða.
Tá ið samanum kemur, man júst
tað vera eitt tað mest umráðandi.
Talan var um sviða við autensiteti,
the real deal – ein mann, har hvør
einasta spong í hansara kroppi varð
evnað til úr kontri-tilfari. Hann gav
hesa løtu ferfeksjonistisku kontri-
KRIS OG
SØGURNAR
Ummæli av konsertini hjá Kris Kristofferson í Reinsarínum
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
18
TÓNLEIKUR