hósdagur 8. september 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
23
kallaður Kisan, ein av kendu tónleikarunum
í Havn hesa tíðina
Petra var í fyrsta umfari gift við Jens
Paula Midjord í Hvalba, sum doyði í skaða
grindini í Sandvík í 1915, einans 27 ára gamal.
Tey áttu dóttrina Borghild.
Seinni varð Petra gift við norðmanninum
Arndt Andersen, sum arbeiddi í kolinum í
Hvalba. Tey fluttu til Noregs, men Arndt
doyði, tá flutti Petra aftur til Føroyar og
búsettist í Havn.
Eg bleiv nokk vist forkelað. Mamma
hevði meg at sova á bringuni, men eftir
hálvt annað ár, fekk eg eina systir. Tá bar
hetta ikki longur til, so eg máti sendast til
Havnar at vera vand av við hetta.
Eg kom so at vera eina tíð hjá Petru. Hon
átti tvær døtur. Borghild var 15-16 ár eldri
enn eg. Hon giftist seinni til Svøríki við
Oskar Anderson, tey fingu trý børn saman.
Clara var 11 ár eldri enn eg. Tær blivu so
góðar við meg, so eg treivst væl í Havn. Eg
minnist, tá eg fekk mín fyrsta náttkjóla,
hann var stríputur, og eg var so stolt.
Í 1951 giftist Clara við Sofus í Horni, sum
tá var einkjumaður. Umframt tey børn, sum
hann átti, fingu tey tvær gentur saman.
Trøll ella ikki
Tá eg var 5 ára gomul kom eg út fyri eini
minniligari hending. Eg og Hanna systir mín
stóðu frammanfyri vaskinum og vaskaðu
okkurt. Mamma var uppi á loftinum. Nú
bankar uppá, og inn kemur eitt skepilsi. Eg
hevði hoyrt søgur um trøll, men í hesum
førinum var tað ein genta, sum gekk grýlu.
Hon hevði latið seg í eitt fyriklæði hjá
mammu síni og hevði ein pappírsposa á
høvdinum, sum hon hevði klipt eygu, nøs og
munn í. Men fyri meg virkaði tað ónáttúrligt,
so eg fekk sjokk og fór skríggjandi upp á
loft og hongdi meg um hálsin á mammu.
Eg græt alla náttina. Mamma mátti senda
boð eftir Daviu, sum var kona Emil, ein av
fyrstu niðursetumonnunum. Hon var ein
hálvur doktari í bygdini. Tað var altíð sent
boð eftir henni, tá ið tað feilti okkurt. Men
har var einki at gera, hon mátti taka meg
niðan til teirra at vera. Eg svav millum hana
og mannin, Emil, eina tíð og vildi ikki oman
til okkara.
So fóru tveir mans við meg til læknan í
Heiðunum. Teir skiftust um at bera meg í
leypi. Tá vóru eingir bilar. Tað var okkurt
um trý korter at ganga. Eg minnist at
tað var kavi, tá ið vit komu fram. Læknin
bankaði inn á knøini við einum lítlum
gummihamara og segði, at eg hevði fingið
sjokk, sum tað fór at taka tíð at lekja. Eg
bleiv so send til Havnar til Petru at vera.
Tær bóðu fyri mær og vóru ógvuliga góðar
við meg. Clara bant og seymaði klæði til
mín. Hon broderaði mær eisini ein hvítan
kjóla.
Hetta bleiv mítt annað heim. Har var
eisini so hugnaligt til jóla, tær gjørdu nógv
burtur úr. Eg minnist, at tær pakkaðu
pakkar og goymdu teir í einum stórum
skríni, sum varð læst. Eg var so forvitin
hvørja ferð Petra koyrdi ein pakka í skrínið.
Tær høvdu eisini jólatræ. So bleiv pyntað,
tað var so spennandi jólaaftan.
Clara hevði verið arbeiðskona í einum
húsi, har maðurin æt Rubek. Ein drongur
vaks upp har, sum æt Sverri.
Clara var so góð við hann, so hon sendi
meg jólaaftan við einum pakka til hansara.
Eg skuldi ganga spakuliga um hurðina, so
eingin hoyrdi, og leggja pakkan í gongina.
Tað gekk væl, eg slapp avstað aftur uttan at
nakar hoyrdi meg. Nú uppdaga tey pakkan
og síggja hvørjum hann var frá. Nú skal
Rubek gera tað sama og leggja eitt tjógv
inn í gongina til Petru. Men tað gekk ikki
so væl. Tey hoyrdu hurðina fara upp, og tey
lótu hurðina í køkinum upp. Har stóð Rubek
við tjógvinum. Tað bleiv ein sovorðin látur.
Tað var bara stuttligt.
Minnir frá gomlu Havnini
Annars gingu vit altíð túrar runt um tey
gomlu húsini úti í Tinganesi. Tá búðu tey á
Bakkahellu, beint yvir av Mettustovu. Petra
fortaldi fyri mær um tað gamla eisini. Á
ólavsøku fóru vit altíð túr, tá ið ljósini vóru
tendrað. Tá slapp eg at keypa ís.
Sum frá leið dámdi mær betur í Havn
enn í Æðuvík. Eg bleiv nokk so forkelað í
Havn, men nú var eg komin nøkulunda fyri
meg eftir sjokkið uttan tað, at eg var blivin
myrkarødd. Tað forfylgdi mær, líka til eg
var eini 30 ár. Tá segði eg við meg sjálva, at
hetta ber ikki til. Eg tordi ikki uppá loft í
myrkri og heldur ikki niður í kjallaran. Men
eg fór at biðja fyri hesum og eg slapp eisini
burtur úr tí.
Í Havn gekk eg í sunnudagsskúla heima
hjá Betti og Palla Egholm. Betti var dóttir
Elias Johansen í Rættará.
Clara var sunnudagsskúlalærarinna, tað
var hon í meira enn 50 ár. Eisini gekk eg í
Frelsunarherium. Eg minnist so væl Hilmar
Andrésen, ein av leiðarunum. Hann lærdi
okkum nógv sálmavers.
Mær dámdi væl sang og plagdi at sita
uppi á borðinum frammanfyri vindeygað og
syngja og hyggja upp í luftina. Ein sangur
mær dámdi serliga væl byrjaði soleiðis:
»Hevði eg veingir, so fleyg eg avstað…«
Komandi partur
Næsti partur hjá Jovinu kemur um tvær vikur. Komandi partur er 80 ára minni
um franska havrannsóknarskipið Pourquoi Pas, sum gekk burtur undir Íslandi
16. september og 39 menn druknaðu. Henda hending hevði eisini røtur til Føroya.
Brúðarmynd av foreldrunum
Olevina, omman í Hvannasundi við ommudøtrunum,
Jovina,Hanna, Jona og Henny
Hetta minnisblað gjørdi Sunneva um
Einar. Her er mynd av teimum báðum við
tekstinum: »Til Minnis Um Vinin eg misti«
Einar, sum doyði so ungur
Petra Andersen og Jovina
Clara, Jovina og Borghild