Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 103 22 ABBI HEIÐRAÐUR AV AMTMANNINUM Hesa ferð fortelur Jovina millum annað eisini um abban, mammuna og pápan, tá ið hann var søktur á Bankanum 2. partur A bba dámdi væl at velta, og hann var glaður fyri bøin, hann hevði velt. Ein dagin, meðan hann velti, kom Olrik amtmaðurin sjálvur annar til Æðuvíkar. Teir spurdu abba, hvørji amboð hann hevði brúkt. Abbi vísti teimum hakan, spakan og kvíslina. Amtmaðurin helt hetta vera prísverdugt. Í 1934 fekk abbi fyrstu premiu, kr. 100, fyri væl veltan bø. Eg havi funnið takkarbrævið til amt­ mannin, har hann við vakrari skrift skrivar: Her med sender jeg en hjertelig Tak for den Præmie, som jeg har modtaget, og som jeg i min Alderdom er meget glad for at have modtaget og som har givet mig megen Trøst og Opmuntring, nu jeg er bleven gammel og jeg er kommet til Støvets Aar. Hermed i stor Ærbødighed Hans Hansen Avevig Abbi var gudrøkin maður. Tey fyrstu árini las hann lestur í Ólavstovu hvønn sunnumorgun. Seinni las hann inni hjá okkum í Hanusarstovu. Hann sang altíð, eisini fyri okkum. Eg minnist serliga ein sang, hann plagdi at syngja: »Har du ej lyst til i Himlen at komme.« Søktur á Bankanum í 1917 Pápi mín, Óla Hans, var sín fyrsta túr til skips við við Brestir. Hetta var í 1917 á Føroya Banka. Hetta var undir fyrra heimsbardaga, bankin var av Týsklandi lýstur at vera vandaøki. Tá kemur ein týskur kavbátur til skipið og gav teimum boð um at fara í bátin, tí skipið skuldi søkkast. Pápi var bara 14 ára gamal og lítil á vøkstri. Teir mundu taka synd í honum, so teir góvu pápa sjokolátu. Eisini tveittu týskararnir honum stivlar, sum teir høvdu tikið í lugarinum, tá teir sóu, at hann grátandi var farin á leistum í bátin. Teir komu til lands í øllum góðum. Andreas í Túni var skipari. Ein av manningini var systkinabarn pápa, Petur Hans Hansen. Í teirri røðini vit høvdu við dóttir hansara, Mariu Hansen í Norðragøtu, varð greitt nærri frá hesi hending. Manningin varð tikin upp av sildabátinum Vigilant og sett av á Trongisvági. Fleiri onnur skip vórðu søkt í sama við­ fangi, men sum við einum undri bjargaðust allar manningarnar. Annars var pápi nógv til skips. Hann var við Mjóvanesi hjá Andreas í Túni og Høganes hjá Dia á Roykheyggi. Hann sigldi fram til byrjanina á krígnum í 1941. Hann upplivdi eisini, at skotið var eftir teimum á veg úr Havn. Søgan hjá mammu Foreldrini hjá mammu vóru Olevina f. Poulsen av Lag í Svínoy og Jógvan Guttormsen av Norðtoftum, kallaður Tofta Jógvan. Tey búðu í trý ár í Svínoy og fluttu til Norðdepil í 1903. Mamma kom ung til Havnar, har hon tænti hjá Hans Jacob og Amandu, foreldur Helga í Smæruni. Í Havn kom hon í Ebenezer, har hon varð umvend og doypt. Seinni tænti hon hjá Olaf á Viðareiði. Har kom hon serliga at kenna sonin, Haldór, og vóru tey væl allar teirra dagar. Mamma sendi honum eina ferð eitt krúss sum tinganest. Seinni kom hon at tæna hjá Olaf á Stongunum, handilsmann í Klaksvík. Hon var trúlovað við Einar Christiansen, f. 1898, úr Leirvík. Ein beiggi hansara var Gunnar Kallsberg. Tey skuldu giftast, og hann var farin at byggja , men fyrst skuldi hann fara ein túr við Irex hjá Absalon á Skála at forvinna nakað av peningi. Hetta var í 1927. Men hann fekk blindtarmsbruna umborð. Áðrenn tað fekst læknahjálp brast blindtarmurin, og hann doyði á veg til lands. Hann er jarðaður á Norðfjørðinum á Eysturlandinum. Hetta var ein syrgilig lagna hjá einum 28 ára ungum manni. Tað eru eisini fleiri í ættini, sum er uppkallaðir eftir Einar, ein teirra var Einar Kallsberg, sonur Gunnar. Tá ið Einar doyði, fingu mamman og teir tveir brøðurnir, Lutherus og Theodor, húsini gjørd liðug, og tey fluttu inn hagar. Mamma kom so til Æðuvíkar at halda hús hjá abba. Tað rann saman millum hana og pápa og tey giftist í 1930. Mamma gloymdi ikki sín deyða drong. Stór mynd av honum hekk uppi í stovuni hjá okkum, alt tað eg minnist. Tað var eisini tosað um hann heima. Men mamma legði altíð dent á, at hóast tað var hon líka góð við pápa! Bleiv góðkend í Æðuvík Mamma var ikki beinanvegin góðkend í Æðuvík, tí hon var »baptist.« Men tá fór spanska sjúkan at ganga, og øll í bygdini løgdust uttan mamma. Hon gekk tá hús úr húsi og hjálpti so frægt hon kundi. Tá bleiv hon eisini góðkend av allari bygdini. Fuglfirðingar plagdu at koma til Æðuvíkar at hava gatumøti. Ein teirra var Victor Danielsen. Viðraði ikki var møtið hildið inni hjá okkum. Menn plagdu eisini at kom av Toftum sum Kissa á Torkilsheyggi , Andreas í Túni og aðrir. Victor var sera hjálpsamur. Eina ferð fór pápi til Havnar at keypa tak, men hann átti ikki fyri tað. Tá kemur hann í samband við Victor, hann bað pápa bara keypa, so skuldi hann greiða tað fíggjarliga. Tað komu eisini fólk frá heimamissióni at halda møti, tey vóru í skúlanum. Annars kom missiónshús í Æðuvík í 1972. Her hevur verið sunnudagsskúli síðan 1982. Æðuvík hoyrir til kirkjuna á Nesi, men nakrar ferðir árliga kom prestur at hava gudstænastu í missiónshúsinum. Rituvík var ikki so langt burtur, einar fimm kilometur eftir vegnum. Mamma var altíð so væl við Lauru Einarsson, sum saman við manninum vóru millum teir íslendingar, sum fluttu til Føroya í teirri tíðini, tað var nógv betri at búgva í Føroyum enn í Íslandi. Laura plagdi at binda fyri fólk, men mamma og hon plagdu eisini at biðja saman. Laura var ein av teimum fáu adventistunum í Føroyum. Bønin hjálpti Eg varð elst av okkum fýra systrum. Hinar vóru Hanna f. 1932, Jona f. 1934 og Henny f. 1939. Eg bleiv sjúk í búkinum sum nýføðingur. Mamma ringdi til jarðarmóðurina, og spurdi hvat hon skuldi gera. Hon helt, at tað var mjólkina, sum eg ikki toldi. Men hon helt, at mamma skuldi bara halda fram at geva mær bróst, tí tað fór nokk at javna seg. Men eg bleiv bara verri og verri. So mátti hon hava lækna til mín. Hann segði, at tað var magaeitran sum bagdi. Men fyri hesum var einki medisin, so hann kundi ikki hjálpa. Eg bleiv bæði gul og blá av eitranini. Mamma var trúgvandi og trúði uppá bøn. Hon ringdi tískil til Petru Andersen í Havn. Mamma kærdi sína neyð fyri hana. So sigur Petra við mammu: »Nú skal tú gera sum tað stendur í Bíbliuni. Tú skalt salva hana við olju og leggja hendurnar á hana og biðja fyri henni í Jesu navn. So skulu vit biðja sama klokkuslett.« Mamma so gjørdi, og tá ið hon hevði biðið, sá hon broyting og eg fekk farvuna aftur. So gav hon mær fyrst vatn, síðan vatn blandað við mjólk, og eg var púra frísk. Petra var av Guttesenfólkinum í Havn. Ein kendur beiggi var Jens Christian, Jovina Søgan byrjar, tá ið Jovina er helt lítil SIÐSØGA Jovina Højgaard: Siðsøga Óli Jacobsen