hósdagur 8. september 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
21
FRÍGGJADAGUR 2. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 100
21
ÆRA
fá børn siga nógv orð, tá tey eru 12
mánaðir. Tað er ymiskt, nær børn
byrja at tosa, og tað er ymiskt,
hvussu tey skilja. Tað er týðiligt, at
tað er lættari hjá børnum at læra
navnorðini heldur enn at seta orð
á handlingar og kenslur.
– Tað er púra normalt ikki at
siga nakað, tá barnið er eitt ár ella
hálvtannað, men man skal sum for
eldur fylgja við. Tá tey eru millum
hálvtannað og tvey ár fara tey
flestu inn í ein orðaspurt, sum setir
ferð á orðfeingið. Men so eru tað
hesi, ið framvegis duga færri enn 25
orð ella so, sigur hon og vísir eina
stabbamynd, har ein lítil bólkur av
børnum liggur.
Orð hava áhuga
1200 børn eru við í kanningini
hjá Sissal, sum hevur fingið stóra
undirtøku millum foreldrini, ið
hava luttikið.
– Hetta er avgjørt eitt evni, ið
foreldur eru áhugað í. Fyri tey er
tað sjálvsagt grundleggjandi at
fáa samskift við børnini. Og tað
er sjálvsagt gott, tá tað gongur
børnunum væl, men vit skulu
eisini finna út av nær og hvussu,
vit skulu seta inn fyri at hjálpa,
har sum tað ikki gongur væl.
Málið hevur nógv at siga í tí sosiala
partinum, til dømis tá børn skulu
spæla leiklutaspøl. Man sær ofta,
at tey børnini, sum ikki tosa so
væl, fáa leiklutin sum hundurin í
spælinum.
Sissal vísir á, at tað eru nógv
ymisk viðurskifti í sambandi við
máltøku, ið gera seg galdandi. Eitt
nú skulu børn læra, at orð hava
ymsar týdningar, og at tey kunnu
nýtast á ymiskar mátar.
– Til dømis orðið, sum børnini
hoyra úttalað »vevur«. Hetta orðið
merkir vegur at koyra á, vevur at
veva við og veður til dømis regn,
men orðið ljóðar fyri børn eins. Tey
læra eisini, at eitt nú ein koppur
ikki bara er ein ávísur grønur
koppur, men at hann kann hava
ymisk skap og vera reyður, bláur
ella gulur.
– Eitt annað dømi eru bendingar.
Barnið skal læra, at »skógvur« og
»skónum«, er sama orð, ið tey sum
hugtak skulu kenna aftur, men
tað eru ymsir bendingarformar
av sama orðið. Og tað skal barnið
læra. So tað er ein stór uppgáva
hjá barninum. Eitt annað dømi eru
fleiri orð, sum merkja tað sama, eitt
nú »rutsjibani« og »skreiðibreyt«.
Tað er ein onnur diskussión, men
í sambandi við tað havi eg spurt,
um foreldrini siga »skreiðibreyt«,
tá tey lesa fyri børnunum, ella um
tey brúka »rutsjibani«, tí her læra
børnini, at tað eru tvey ymisk orð
fyri sama hugtak.
Føroyskt tilfar manglar
Vit brúka okkara mál hvønn dag
til at søkja og skapa samband, at
miðla, at siga hvørji vit eru og so
framvegis. Børn uttan væl ment
mál kunnu fáa trupulleikar har.
Tí er umráðandi at tosa nógv við
børnini, fyri at geva teimum bestu
fyritreytir fyri at mennast.
– Eitt er, tá børnini
eru heima, og vit tosa
um heimlig ting, men
tá ið tey koma í skúla, er
tað sum ein annar heimur
fyri tey. Og tað er hetta,
sum hevur mín áhuga, sjálv
máltøkan og lesiførleikin hjá
hesum børnunum seinni.
– Tú skalt jú hava eina djúpari
fatan av einum orði fyri eitt nú
at kunna lesa lívfrøði, og til tað
krevst, at tú hoyrir orðini ofta.
Tær nógv umrøddu pisa-
kanningarnar eru ein mátistokkur,
ið kann siga nakað um lesiførleikan
hjá ungum, men Sissal vísir á, at
tað kunnu vera fleiri frágreiðingar
til úrslitini frá pisa.
– Mínar kanningar vísa ikki, at
smærri føroysk børn sum heild
hava trupulleikar. Men sjálvandi
kann okkurt gerast betri. Vit
hava til dømis lítið av uppruna
føroyskum tilfari til sjónvarp og
útvarp og fáar appir, youtube-
kanalir og podcasts, sum eru ein
partur av gerandisdegnum hjá
børnum og ungum í dag.
Íkast til víðari gransking
Tað verður ofta sagt, at vit før
oyingar ikki siga so nógv. Men
vit hava ofta nógvar tættar rela
tiónir, sum ger at vit hava nógv
samskifti við fólk í tí dagliga. Men
av fleiri orsøkum er ilt at saman
bera føroyskt við málini rundan
um okkum. Til dømis er danskt
trupult, tí ljóðið er so ymiskt frá
tí føroyska.
–
Danskt
er rættiliga
ótýðiligt í sínum
hjáljóðum, og tað er ikki so lætt at
hoyra munin á ljóðunum hjá lítla
barninum, sum skal læra seg málið.
Harafturímóti er tað svenska heilt
øðrvísi, og kanningar vísa eisini,
at tey norsku og svensku børnini
hava tað lættari enn donsku
børnini við at læra sítt móðurmál
fyrstu árini.
Máltøka hjá børnum er eitt
evni, sum verður væl granskað
úti í heimi. Aðrastaðni vera
EEG-kanningar
g jørdar
av
pinkubørnum, sum kunnu avdúka,
um tey skilja munin á bamsu og
bólti heilt tíðliga.
– Hyggur barnið eitt sindur
longri eftir tí rætta, fer ein grøn
pera at lýsa. Slíkar hættir hava vit
ikki møguleika at nýta í Føroyum,
og tí havi eg lagt meg at einum
viðurkendum og nógv brúktum
háttalagi, sum verður nógv brúkt
aðrastaðni, og sum ger, at eg kann
sammeta míni úrslit við úrslit í
øðrum londum og málum.
Úrslitini
av kanningini
hjá Sissal skulu nýtast
til tríggjar greinar, og ritgerðin skal
verjast á Syddansk Universitet.
Eftir ætlan skal tilfarið savnast,
so tað eisini kann brúkast á
føroyskum.
– Hetta er eitt spennandi evni
at sita við. Ikki einans gevur
kanningin okkum ítøkilig úrslit,
sum ikki hava verið tøk áður, men
eg kann eisini lesa nógv áhugaverd
rák í hesum úrslitunum. Eitt
nú kann tilfarið vera íkast til
áhugaverdar diskussiónir um kyn
og málbrúk, sum kunnu peika á
ávís rák í samfelagnum, og sum
kunnu vera áhugaverd at granska
víðari í, sigur hon at enda.
Um verkætlanina:
Ph.d-verkætlanin hevur til enda
máls at gera eina skipaða og
empiriskt grundaða lýsing av,
hvussu føroysk børn menna málið,
og sum kann brúkast sum normur,
til dømis tá metast skal um mál
førleika.
VÍSINDA
VØKAN 2016
Greinin er skrivað í sambandi við ársins Vísinda
vøku, sum verður í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í
Tórshavn. Vísindavøkan verður fríggjadagin 30. september frá
kl. 8.00 á morgni til á leið kl. 22.30 á kvøldi.
Ymsar framsýningar og samvirkin tiltøk vera í Perluni og á Torginum.
Hesi verða skipað kring frumevnini eld, luft, vatn og jørð. Her verður alt
møguligt frá fiski til dronur at síggja, hoyra um, smakka og nerta við.
Framløgur, sum serliga eru ætlaðar miðnámsskúlanæmingum,
verða í Reinsarínum fyrrapartin.
Lærarar og næmingar úr Hoydølum fara at hava ymiskt á skránni
til børn í einum telti á p-økinum yvirav Reinsarínum.
Steðgur verður millum kl. 15.00 og 17.30, tá Arkitekturdagarnir,
sum Arkitektafelag Føroya skipar fyri, verða settir.
Frá kl. 17.30 til 19.30 verða tiltøk um og við íblástri frá Pokemon GO.
Stuttar framløgur, tiltøk og undirhald.
Frá kl. 20.00 verður hugnakvøld við framløgum og undirhaldi.
Vísindavøkan verður eisini á ferð kring alt landið við fyrilestrum í døgunum
19.-29. september. Fleiri enn 50 fyrilestrar eru á skránni.
Tað eru granskingarstovnarnir og Granskingarráðið, sum
skipa fyri. Øll tiltøkini eru ókeypis. Sí skránna og les
meira á gransking.fo og á Facebook-síðuni
hjá Granskingarráðnum.