hósdagur 8. september 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
20
20
GRANSKING
HVØRJI ORÐ LÆ
VIT FYRST?
Sigur barn títt »lulla«, »dada« og »nallin«? So líkist tað øðrum
vøggustovubørnum, ið eru í ferð við at læra seg málið. Hóast hetta er
smábarnamál og ikki røttu orðini, eru tað orð sum hesi, ið eru partur
av orðfeinginum hjá føroyskum børnum. Sissal M. Rasmussen, ph.d-
lesandi, hevur í sambandi við ph.d-verkætlan sína granskað í, hvussu
føroysk børn læra málið. Serliga hevur hon áhuga í týdninginum,
sum máltøka hjá børnum hevur fyri børnini eisini seinni í lívinum
EILEN ANTHONIUSSEN
Sissal M. Rasmussen hevur sein
astu trý árini arbeitt við umfatandi
gransking av føroyska málinum.
Hon hevur sett sær fyri at kanna,
hvussu føroysk børn læra sítt
móðurmál.
– Mín áhugi fyri máli byrjaði her
á Føroyamálsdeildini, og seinni havi
eg tikið útbúgving í audiologopedi
á Københavns Universitet. Síðani
starvaðist eg hjá Sernámi í 10 ár,
har málið var ein grundleggjandi
partur av arbeiðnum, og av tí at vit
vita so lítið um málið hjá føroysk
um børnum, fekk eg hugskotið at
fara undir at granska í málinum
og søkti Granskingargrunnin um
stuðul.
Fyri at fáa eina so fullfíggjaða
mynd sum gjørligt, setti Sissal sær
fyri at byrja við byrjanini og valdi
at kanna orðfeingið hjá teimum
allaryngstu.
– Eg fekk fatur í listanum
frá Landsfólkayvirlitinum við
børnum, sum vóru fødd í tíðar
skeiðnum, ið svaraði til átta
mánaðir til trý ár, og fann fram
til foreldur, sum eg so kundi seta
meg í samband við. Síðani havi eg
býtt børnini upp í tvey, tey smærru
í aldursbólkin 8-16 mánaðir og tey
eldru í 16 mánaðir til trý ár.
Tá foreldrini høvdu játtað at
vera við, luttóku foreldrini um
vegis netið í kanningini, har for
eldrini skuldu krossað av, hvørji
orð barnið skilti, og um tey dugdu
at siga orðið, og at enda vórðu tey
spurd, um barnið dugdi at seta orð
saman til setningar. Harumframt
vóru aðrir spurningar um barnið,
sum hava týdning fyri máltøkuna,
til dømis um barnið hevði systkin,
gekk á stovni og so framvegis. Øll
svarini eru dulnevnd.
Hví er mál týdningarmikið?
– Eg havi valt at brúka eitt háttalag,
sum er brúkt í sambandi við
gransking í 60 øðrum londum,
har eg havi hugt eftir orðfeingi
og samanborið við, hvussu skjótt
føroysk børn læra orð, og hvussu
skjótt tey læra seg fleiri orð og so
framvegis.
Sissal greiðir frá týdninginum
av at menna málið.
– Tá barnið kennir fleiri orð,
hevur tað nógvar fyrimunir við
sær. Jú fleiri orð barnið kennir, jú
skjótari gongur at læra enn fleiri
orð. Samskifti er í hesum aldrinum
av størsta týdningi, og jú meiri
samskifti barnið hevur við onnur
bæði børn og vaksin, jú skjótari
læra tey mál og nýggj orð. Og tað
er ikki minni týdningarmikið, tá
barnið fer í skúla og skal læra at
samskifta um evni, sum liggja
uttan fyri heimið.
Men fyri at kunna siga nakað
um hetta evnið, er umráðandi
at finna út av, hvussu máltøkan
hjá føroyskum børnum vanliga
fer fram. Út frá svarunum, sum
foreldrini hava latið henni aftur,
kann hon seta orðfeingið hjá
børnunum inn í skipanir, sum
geva eina mynd av máltøkuni hjá
føroyskum børnum.
– Hetta er gransking, sum vísir
týðilig úrslit. Her síggi eg ítøkiliga,
hvørji orð tey læra fyrst, hvat
eyðkennir hesi orðini, og so kann
eg út frá svarunum spyrja, um
tað er okkurt í okkara umhvørvi,
sum ger hetta? Av tí at sera nógv
børn eru við í kanningini, kunnu
kanningar sum hesar geva eina
greiða ábending um íkastið tey
fáa frá umhvørvinum rundan um
børnini. Til dømis síggi eg, at børn
duga líka væl orð sum »seyður« og
»grísur«, hóast børnini í veruliga
umhvørvinum her í Føroyum
síggja fleiri seyðir enn grísar, og
hetta kemst av, at tey síggja grísar
í bókum, teknifilmum og aðra
staðni. Sostatt kann íkast til børn
vera so nógv, bæði tað sum vit tosa
um, og tað sum tey hoyra, síggja og
uppliva.
– Hyggja vit at djórum, sum
liva her í Føroyum, eitt nú »lundi«
og »hvalur«, so síggja vit, at hesi
ikki eru serliga væl umboðað í
barnabókum og teknifilmum.
Havast skal í huga at hetta eru
børn undir trý ár, sum kanska ikki
síggja hesi djór í »veruleikanum«
í Mykinesi ella í grindadrápi. Her
kann ein orsøk vera, at íkastið bæði
í gerandisdegnum og í bókum og
teknifilmum er minni, og tí fáa
tey færri upplivingar við hesum
orðum, tí tey duga onnur orð
betri sum til dømis pingvin ella
krokodilla.
Babba kemur fyrst
Hjá teimum heilt smáu kann hon
greina seg fram til smálutir og
ljóð. Eitt nú eru »m« og »b«-ljóðini
tey fyrstu ljóðini, ið børn læra, og
tað gera børnini eisini í londunum
rundanum okkum. Sissal vísir á, at
tað at brúka barnamál sum »lulla«,
»dada« ella »nallin« eisini er partur
av menningini hjá føroyskum
børnum.
– Millum fyrstu veruligu orðini
er »babba« eitt sum gongur aftur.
Men »mamma« er eisini væl við,
skundar hon sær at siga.
Tað eru nógv viðurskifti, ið gera
seg galdandi, tá tað snýr seg um
máltøku hjá børnum. Um børnini
hava haft millumoyrabruna, um
tey hava eldri systkin, hvussu nógv
tey eru á stovni, hvussu nógvar
bøkur tey hava heima, hvussu nógv
tey vaksnu lesa fyri teimum og so
framvegis.
– Tað er í veruleikanum ótrúligt,
hvussu skjótt børn læra mál.
Men tey skulu hava íkast, og tí
er umráðandi at hyggja at viður
skiftunum rundan um barnið.
Hvussu nógv mál tey tosa í heimin
um til dømis. Harafturat er tað
munur á gentum og dreingjum,
og tað hevur eisini týdning, tá ein
skal hyggja eftir tølunum, sum vísa
hvussu nógv tey duga, og um tey
eru á hædd við hini børnini.
Børn skilja, áðrenn tey tosa, og
Tað er púra
normalt ikki
at siga nakað,
tá barnið er
eitt ár ella
hálvtannað,
men man skal
sum foreldur
fylgja við. Tá
tey eru millum
hálvtannað og
tvey ár fara
tey flestu inn í
ein orðaspurt,
sum setir ferð
á orðfeingið
Sissal M. Rasmussen
Greinin er partur av lýsingarherferð, sum Granskingarráðið stendur fyri