hósdagur 8. september 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
27
NØVN
MERKISDAGAR
Arbeiði
BETONGSAGING.FO TLF. 560056
Vit saga út fyri vindeygu,
hurðum,garageportur,garðar, o.a,ring og
fá ein góðan prís, betongsaging.fo
560056
ynskir tú reingerð
Átakið mær at vaska privat fyri fólk í
Tórshavn.
508549
Bingo
Strálubingo
verður í Leirvík sunnudagin 11.sept kl
16. At vinna m.a. krov í heyst og 1000
kr - eisini lúkur at lata upp
Strálan
Býli í Føroyum
Íbúð søkist.
3 vaksin & 2 børn ynskja at leiða eina
íbúð/hús í Tórshavn.Min 2 kømir &
vigtigt er at loyvið er at hava húsdjór.Vit
gjalda til tíðina & roykja ikki.
503404 ella 504470
Húsarhaldstól
ynski
hevur nakar ein varma teppa bílig at
selja mær?
271723
Út- & Sjónvarp
LEIGA FLATSKERM
LEIGA SAMSUNG 43 SMART TV VIÐ
INNB TELEVARP.EINKI DEPOSITUM.
LEIGAN GONGUR INN Í KEYÐIÐ.
ÓKEYPIS ÚT KOYRING UM ALT LANDIÐ.
RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160
Ymiskt
Vaskihjálp ynskist
Vit søkja eftir einari vælgjørdari
vaskihjálp, og av og á við vaskiklæðum.
Vinarliga ringi til okkum
316939 Edna
50 ára føðingardagur
Fríggjakvøldið 16. september haldi
eg mín føðingardag í starvsmanna
felagnum, J. H. Schrøtersgøta 9,
Tórshavn.
Øll familja, vinir og kenningar eru
hjartaliga vælkomin.
Opið hús verður frá kl.19.00 og
úteftir.
Tey ið ynskja at feiðra dagin saman
við okkum, eru vælkomin at siga frá
innan mikukvøldið 14. september á
tlf. 583388 ella solfrid12@hotmail.
com
Sólfríð Højgaard
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 23. 09 fyllir Rannvá
Samuelsen Vágur 80 ár. Dagurin
verður hildin á Hamragarði frá kl.
16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 11. Septembur verður
Patricia
(Disan)
Ryggshamar
Lamba, 80 ár
Dagurin verður hildin i kvinnu
felagshusinum á Glyvrum leygar
dagin 10.septembur frá kl 18:00, øll
eru vælkomin
90 ára føðingardagur
Mikudagin 7. september verður
Andrea Hendriksen, Mikladalur 90
ár.
Dagurin verður hildin á Sjómans
heiminum frá kl. 18 - 22
Øll eru vælkomin
70 ára føðingardagur
Nú eg fari at runda tey 70 árini,
hevði tað glett meg, at sæð familju,
vinir og kenningar til ein betri
bita í VB húsinum leygardagin 01.
oktober frá kl. 14.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tit ynskja at vera við, hevði
verið gott um tit søgdu okkum frá
innan leygardagin 24. september á
tlf. 573660 ella 272669.
Heilsan Hilmar
GUNNAR NIELSEN 5
Hevur ein bjarging í heimsflokki
tveir minuttir fyri tíð, sum
bjartar okkum annað stigið. Er
annars sannførandi allan dystin
í málinum. Heldur teimum
skotunum hann skal og kemur
væl út í tveimum førum.
Bárður J. Hansen 5
Tók eina løtu at koma í gongd,
men spældi væl á høgra bakki.
Stóð fyri tað mesta stinnur
í verjupartinum og kom væl
framvið. Hevði eina roynd á mál
í fyrra hálvleiki og fleiri góðar
framrættaðar renningar í seinna
hálvleiki.
Atli Gregersen 5
Stóð royndina sum nýggjur
liðskipari á landsliðnum. Stýrdi
væl frá miðverjuni, vann
sínar tvídystir og var avbera
sannførandi í avspælinum. Kom
sjáldan – um nakrantíð – í eina
skeiva verjustøðu.
Sonni Ragnar Nattestad 5
Tykist vera aftur har, sum hann
slepti seinast. Hevur í størri
mun leiklutin sum miðverjin,
ið søkir tvídystirnir. Tað gjørdi
hann væl og vann flestu av
teimum sannførandi. Hevði
eina týdningarmikla takling, tá
áleypari kom í góða skotstøðu.
Vónandi heldur hann fram at
menna seg.
Viljormur Davidsen 5
Millum teir sjónligastu í frálíka
avrikinum. Kom ótrúliga væl
framvið í álopsstøðu, og kom til
fleiri innlegg. Stóð eisini sterkur í
verjustøðu, sjálvt um hann bleiv
nakað útsettur. Er eisini tryggur
á bóltinum og eingur stóran lut í
framgongdini á landsliðnum.
Fróði Benjaminsen 5
Vísti at hann hóast síni 38 ár, enn er
í góðum formi. Hevði trupulleikar
við avspælinum at byrja við, men
setti seg beinanvegin á dystin í
tí fysiska partinum. Hevði fleiri
góðar taklingar og nærdystir.
Helt eisini allan dystin. Væl komin
aftur!
Hallur Hansson 5
Spældi væl á miðjuni, har hann
fyllur nógv í bæði álopsspælinum
og verjuspælinum. Í verjustøðu
er hann ágrýtin og vinnur fleiri
nærdystir. Í álopsspælinum er
hann góður á bóltinum og bleiv
fleiri feldur, tí hann var á veg í
góðar støður. Átti eisini skotið
á stongina, sum eins væl kundi
farið inn.
Brandur Hendriksson
Olsen 5
Lá heilt frammi í álopinum í
trýstinum, meðan hann kom
aftur í vøllin, tá vit skuldu
byggja upp. Gjørdi eitt stórt
renniarbeiði saman við Jóan
Símun Edmundsson í álopinum.
Er ótrúliga sterkur á bóltinum
og til tíðir frekur. Tað spældi
væl av, tá hann millum annað
átti dagsins detalju, tá hann
trillaði bóltin millum beinini
á mótstøðuspælara. Kundi tó
onkuntíð verið minni ambitiøsur
við bóltinum.
Sølvi Vatnhamar 5
Stríddist fyri at blíva klárur undan
dystinum. Prógvaði, at tað var
rætt av Lars Olsen at velja hann
frá byrjan. Kom í tríggjar góðar
støður í seinna hálvleiki, men var
ikki nóg neyvur, tá bólturin skuldi
sendast í málið. Arbeiddi væl sum
altíð og sterkur í samanspælinum.
René Shaki Joensen 5
Fekk seinasta plássið í upp
stillingini, men tók so sanniliga
av. Vísti fleiri ferðir, at hann er
fysiskt væl fyri. Skjótur, áhaldin
á bóltinum og tordi at medda til,
tá hann fekk møguleikan. Hevur
givið Lars Olsen nakað at hugsa
um, tí tað verður ringt at seta
hann á bonkin til komandi dyst.
Jóan Símun Edmundsson 5
Enn eitt gott avrik sum fremsti
maður á landsliðnum. Arbeiður
sum altíð væl og heldur væl
upp á bóltin. Tann dagin hann
í kroystum løtum klárar at
taka røttu avgerðina, verður
hann upphavið til nógv mál á
landsliðnum. Hevði einar tvær
ferðir møguleikan á spæla
spælara í betru støðu, men soleiðis
er nú eina ferð við áleyparum.
Innsatsinum ber ikki til at finnast
at.
Heini Vatnsdal
Kom inn seinastu minuttirnar
og kom fram við ta einu ferðina,
men tað bleiv ikki meiri burturúr
tí. Er helst fyrsta val at kom inn á
miðjuna, um hann heldur fram við
at spæla væl í næst bestu deildini
í Danmark.
Lars Olsen 5
Níggju av ellivu plássum góvu seg
sjálvt áðrenn dystin. Uppgávan
hjá Lars Olsen var at finna ein
á miðjuna og valdi at taka Fróða
Benjaminsen við aftur. Eisini
skuldi hann finna ein spælara á
vinstra vong. Tað bleiv Réne S.
Joensen. Í báðum førum ber ikki
til at finnast at avgerðunum.
Gongur framvegis strilti við
at fáa deyðbóltarnar at sita. Vit
hava ikki skorað upp á deyðbólt
síðani 2012, tá Rógvi Baldvinsson
skoraði eftir innkast móti
Svøríki á Tórsvølli. Horna og
frísparksmálum skulu vit longur
aftur til. Tað burdi verið ein styrki
hjá okkum, og er nakað vit kunnu
venja nokk av.
EITT SATT LIÐAVRIK
Talan var um satt liðavrik, tá Føroyar
týskvøldið spældu málleysan javnleik
móti Ungarn á Tórsvølli. Hóast tað hevur
verið argumenterað, at tveir ella tríggir
spælarar mundu hava munin á hinum, so
sæst tað ikki aftur spælarametingunum.