Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 103 28 ÍTRÓTTUR Føroyski lands­liðs­ venjarin, Lars Olsen, fegnaðist um eina stigið ímóti Ungarn, men legði størri dent á, at av­rikið hevur mest at siga. Hann minnir eisini á, at føroyingar skulu halda beinini á jørðini, hóast gongdin hjá lands­ liðnum er sera góð Eftir HM-undan­kappingar­ dystin ímóti Ungarn týskvøldið, sum endaði 0-0, varð Lars Olsen spurdur, um hann kanska ikki var eitt sindur vónbrotin, tá ið før­ oyingar vóru so nær við at sigra. Serliga, tá ið Hallur Hansson rakti stongina fimm minuttir undan leikloki. – Eg fari ikki at siga, at eg eri vón­brotin um úrslitið, tí at vit spæla ímóti einum ungarskum liði, sum stóð seg sera væl í EM- enda­spælinum í summar. Vit vistu framman­undan, at dysturin fór at blíva tor­førur. Men tá ið vit raka stongina hugsi eg sjálvandi, at tað burdi verið stong-inn ístaðin fyri stong-út. Vit skulu tó eisini minnast til, at Ungarn lætt­ liga hevði kunnað skorað beint aftaná, at vit raktu stongina, men Gunnar Nielsen bjargaði okkum frá einum tapi, segði Lars Olsen á tíðindafundinum eftir dystin. Hann vísir eisini á menningina hjá føroyska landsliðnum við at siga, at ein slíkan dyst høvdu føroyingar helst tapt áður. – Fyri einum trimum-fýra árum síðani hevði føroyska landsliðið møguliga tapt ein slíkan dyst í seinastu minuttunum, men tað gera vit ikki í dag, sigur Lars Olsen. Avrikið hevur størstan týdning Leikliga avrikið hjá føroyingum týskvøldið var eitt tað besta, sum nakrantíð er sæð. Lars Olsen sigur, at avrikið hevur størri týdning enn stigini, hóast tey sjálvandi eisini hava sítt at siga. – Samanumtikið eri eg sera væl nøgdur. Eg hyggi í størri mun eftir avrikinum enn stigunum, hóast stigini sjálvandi eisini hava nógv at siga. Vit skulu tó varðveita beinini á jørðini og ikki droyma um, at vit kunnu spæla okkum til HM í Russlandi í 2018, tí at tað hendir ikki. Men tá ið eg fari at hugsa um avrikið í morgin fari eg at minnast, at tað var sera gott, sigur Lars Olsen. Brúkti bara eina útskifting Meðan venjarin hjá Ungarn, týski Bernd Storck, var rættiliga skjótur at brúka sínar tríggjar útskiftingar, so nýtti Lars Olsen bert eina, tá ið Heini Vatnsdal kom inn fyri Hall Hansson í sjálvari yvirtíðini. – Eg ætlaði ikki at brúka nakra útskifting, tí at tað gekk so væl á vøllinum. Eg viðgangi tó, at síðstu 10 minuttirnar byrjaðu serliga okkara menn á miðvøllinum at tykjast moyrir. Eg skifti Hall Hansson út í yvirtíðini, tí at eg sá hann detta á vøllinum og hava ilt við at koma uppaftur. Eg gjørdi eisini hesa útskiftingina fyri at brúka eitt sindur av írestandi tíðini, sigur Lars Olsen, áðrenn hann leggur afturat: – Sum venjari skal ein eisini duga at síggja, at tá ið vit ikki megna at skora, so er skjótt, at tað gongur galið í hinum endanum. Síðstu minuttirnar hugsaði eg fyrst og fremst um, at hendan dystin máttu vit ikki tapa. Fer altíð eftir sigrinum Tiltikið er, at tá ið Føroyar vunnu 1-0 ímóti Eysturríki í Lands­krona 12. september 1990, so brúkti táverandi venjarin, Páll Guðlaugss­ on, onga útskifting, tí at allir leikararnir avrikaðu so væl. Nakað av tí sama var galdandi týskvøldið. – Eg fari altíð eftir sigrinum. Men tá ið alt gongur upp á stás á vøllinum, so er ongin orsøk at skifta út. So kann tað væl vera, at summir eru ónøgdir um vantandi spælitíð, men soleiðis er tað bara. Hevði tað verið soleiðis, at summir av teimum, ið spældu, ikki avrikaðu nóg væl, so hevði tað verið nakað annað - men soleiðis var tað ikki, tí at allir spældu væl í kvøld, sigur Lars Olsen. Tá ið landsliðsvenjarin at enda bleiv spurdur um vónirnar til ársins dyst á Tórsvølli 10. oktober, tá ið portugisisku evropa­ meistararnir við Cristiano Ronaldo á odda koma á vitjan, so sigur Lars Olsen, at Føroyar kunnu fáa stig ímóti øllum. – Eg trúgvi uppá, at vit kunnu fáa stig ímóti øllum. Tað er líka ímóti teimum allar bestu, til dømis Frakland, Týskland, Spania og Portugal, at vit hava trupulleikar við at vinna stig, hóast vit spæla væl. Men ímóti øllum øðrum kunnu vit fáa stig, um vit hava ein góðan dag, vóru seinastu orðini frá Lars Olsen. AVRIKIÐ STØRRI TÝDNING ENN STIGINI ALLIR VÓRU ÓTRÚLIGA RASKIR EINGIN UMBERING PÆTUR ALBINUS Málverjin hjá Ungarn vildi hvørki skylda upp á graslíkið ella ringa veðrið. – Tað var eins fyri báðar partar, segði hann. Vónbrotin Péter Gulácsi, sum hevur fingið møguleikan í ungarska málinum eftir at legendan Gábor Király takkaði fyri seg á landsliðnum aftaná EM-endaspælið, segði seg vera vónbrotnan av at einans hava fingið eitt stig við sær heim aftur úr Føroyum. – Ja, sjálvsagt eri eg vónbrotin. Ætlanin var at fáa trý stig heim við aftur. Vit vistu áðrenn dystin, at tað ikki fór at verða lætt, og tað haldi eg eisini, at dysturin prógvaði. Hetta var ein javnur dystur, har vit ímóti dystarenda høvdu møguleikan at taka øll trý stigini. Tíverri megnaðu vit ikki tað, segði Gulácsi, sum eitt skifti spældi við Liverpool, men nú spælir við RB Leipzig í Bundesliguni. Eingin umbering Tað er ikki óvanligt, at mót­støðu­ lið hjá Føroyum brúka gras­líkis­ vøllin sum um­bering fyri eitt linligt avrik. Nógv hevur eisini verið tosað um gras­líkið undan dystinum ímóti Ungarn, men ungarar søgdu tað ikki vera nakra umbering, og hetta stóð málverji teirra eisini við eftir dystin. – Nei, eg haldi ikki, at tað spældi nakran leiklut. Vit hava vant eina viku á graslíki heima í Ungarn umframt at vit spældu á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani, so vit vistu hvat vit kundu vænta. Tað var nógvur vindur, og høgu bóltarnir vóru ikki lættir at fáast við, men tað var eins fyri báðar partar, segði hann. – Vit royndu at skapa dystin. Føroyar lógu aftarliga og royndu at fara í mótálop, sum smærri lond vanliga gera. Tað komu Føroyar væl frá. Teir høvdu nakrar møguleikar, og tað høvdu vit eisini, so sum heild var hetta ein javnur dystur, sigur hann víðari. Hann heldur eiheldur, at fyrireikingarnar hjá teimum ikki hava verið nóg góðar. – Vit vórðu ikki ovfarnir av nøkrum. Vit spældu her fyri tveimum árum síðani, og tá var tað eisini ein javnur dystur eins og tað eisini var í Ungarn í fjør, segði hann at enda. Føroyski landsliðsmálverjin sigur, at liðfelagarnir á vøllinum vóru sera raskir Gunnar Nielsen hevði eitt sindur blandaðar kenslur eftir javnleikin ímóti Ungarn týskvøldið. – Kenslan eftir hetta avrikið er sera góð. Men hinvegin kunnu vit loyva okkum av at vera eitt sindur vónbrotnir um, at vit ikki vunnu, tí at kjansirnir vóru har. Men vit eru ikki beinleiðis vónbrotnir, tá ið avrikið var so gott, sum tað var. Um avrikini í komandi dystunum standa mát við hetta, so skulu tað nokk koma fleiri stig á kontuna, sigur Gunnar Nielsen. Gunnar Nielsen rósar eisini liðfeløgunum, tí at Ungarn hevði trupult við at skapa mál­møgu­ leikar, og tað var ikki fyrr enn í allar síðstu minuttunum, at boð vóru eftir Gunnari. – Allir á liðnum í dag vóru raskir, og áðrenn dystin høvdu vit eisini avtalað, at tað bilti onki, um vit stillaðu okkum aftur onkuntíð, tí at vit vita, at tá vit standa væl, so er ringt hjá hinum at spæla seg ígjøgnum. Tað gekk alt eftir ætlan, sigur Gunnar Nielsen. Portugal fer at fáa skarpan gang Komandi avbjóðingin hjá føroyska landsliðnum verður í Riga í Lettlandi hóskvøldið 7. oktober, tá ið Lettland tekur ímóti. Hóast tað avgjørt ber til at vinna stig í hesum dystinum, so eru tað óivað nógvir føroyingar, sum í størri Landsliðsvenjarin Gunnar Péter Gulácsi