hósdagur 8. september 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 103
29
– Tað er sum at hittast
við góðum vinmonnum
hvørja ferð, tá ið vit
savnast, tí at nógvir
av okkum hava spælt
saman, síðani vit vóru
á U15-landsliðnum. Eg
gleði meg altíð minst
líka nógv til at samlast
við hinum sum at
spæla dystirnar, sigur
miðvallaraslítarin á
føroyska landsliðnum,
Hallur Hansson
Lars Olsen nýtti bert eina av
sínum trimum útskiftingum í HM-
undankappingardystinum ímóti
Ungarn týskvøldið, sum endaði
0-0. Einsamalla útskiftingin varð
framd í yvirtíðini, tá ið Hallur
Hansson, sum vanliga spælir frá
byrjan til enda, bleiv útskiftur fyri
Heina Vatnsdal.
– Eg plagi at spæla 90 minuttir
hvørja ferð, so eg var ikki meira
móður, enn eg plagi at vera. Lars
tók nokk hasa avgerðina, tí at
eg rann í dýbdina nakrar ferðir í
endanum, har eg kanska ikki var
nóg skjótur at koma upp á pláss.
Men eg leggi onki í, um eg varð
útskiftur, tí at har eru so nógvir
mans á bonkinum, ið eisini høvdu
kunnað byrjað inni, so tað er fínt,
at onkrir frískir mans koma inn
onkuntíð, segði Hallur Hansson,
tá ið Sosialurin fekk orðið á hann
eftir dystin týskvøldið.
Gleðir seg altíð
til landsliðið
Føroyska landsliðið spælir betri
fótbólt og fær betri úrslit enn
nakrantíð í hesum døgum. Ein
av orsøkunum til hetta er, at
leikararnir trívast sera væl saman
bæði
á
og
uttanfyri vøllin,
heldur Hallur
Hansson.
– Óansæð
hvørjum vit
spæla ímóti, og
hvar vit so spæla, so gleði eg meg
altíð at spæla við landsliðnum.
Tað er sum at hittast við góðum
vinmonnum hvørja ferð, tá ið vit
savnast, tí at nógvir av okkum
hava spælt saman, síðani vit vóru
á U15-landsliðnum. Eg gleði meg
altíð minst líka nógv til at samlast
við hinum sum at spæla dystirnar.
Vit hava tað sera gott saman
uttanfyri vøllin, og tað haldi eg
eisini vera ein lykil til, at vit spæla
so væl. Alt liðið siglir sama veg, og
ímóti Lettlandi og Portugal um
ein mánaða fara vit eftir trimum
stigum, sigur Hallur Hansson.
Eitt megnar avrik
Júst sum nógvir aðrir føroyingar,
so iðraði Hallur Hansson seg eitt
sindur um, at góða avrikið ikki
rakk til trý stig. Men kenslan
var kortini góð, tí at føroyska
landsliðið spældi so væl.
– Kenslan er eitt sindur ,,bæði
og”. Vit kundu fingið meira
burturúr, men um hugt verður
eftir menningini hjá landsliðnum,
so peikar hon bara ein veg, og tað
er frameftir. Eg eri eitt sindur
vónbrotin um, at vit ikki fáa trý
stig, men eg eri ómetaliga væl
nøgdur við okkara avrik, sigur
Hallur Hansson.
Hann vísir á, at í dag klárar
føroyska landsliðið at spæla góðan
fótbólt í nógv longri løtum, enn tað
gjørdi áður.
– Eg eri eitt slag av einum
perfektionisti. Mær dámar væl
at spæla bólt, og um hugt verður
eftir, hvussu vit spældu fyri t.d.
tveimum árum síðani, so spældu
vit væl í løtum. Í dag hava vit
longri løtur, har vit spæla væl, men
eg haldi framvegis, at okkara spæl
kann betrast. Tað sær gott út, og
vit skulu blíva við, men vit skulu
eiheldur gloyma, at fyrst og fremst
er tað innsatsurin hjá okkum, sum
skal vera upp á pláss, sigur Hallur
Hansson.
Steðgar ikki á í Horsens
Undan hesum kappingarárinum
skifti 24 ára gamli Hallur Hansson
frá Vendsyssel til AC Horsens, ið
flutti upp í donsku Superliguna.
Hallur er beinanvegin blivin ein
lyklaleikari hjá uppflytaraliðnum,
har hann hevur fast pláss á vinstra
vongi. Føroyski miðvallarin trívist
sera væl í sínum nýggja felagi.
– Eg trívist væl í Horsens. Tað
tók eitt sindur av tíð at venja seg
við spælistílin í felagnum, tí at
hann er eitt sindur øðrvísi enn
tað, sum eg eri vanur við. Eg eri
blivin væl móttikin og eri glaður í
felagnum. Men eg ætli mær nógv
við fótbólti, so eg koyri á hvønn
dag, sigur Hallur Hansson.
Hallur Hansson sigur eisini, at
hann við tíðini sær seg spæla við
einum enn størri felagi enn AC
Horsens.
– Eg vil øgiliga nógv og venji
hart, og eg ætli mær longur enn
Horsens. Men eg eri eyðmjúkur um
møguleikan, sum eg havi fingið í
Superliguni, og eg ætli mær at
betra meg so nógv, sum eg kann,
og hjálpa Horsens. Vit fáa at síggja,
hvussu langt tað røkkur, sigur
Hallur Hansson at enda.
Tað vóru ivaleyst mong, sum
týskvøldið undraðust á, at tað
vóru fleiri hundrað tóm setur
á Tórsvølli til dystin millum
Føroyar og Ungarn, hóast tað
var fráboðað, at útselt var
til dystin. Sambært almenna
áskoðaratalinum vóru tað gott
og væl 700 tóm setur til dystin.
– Øll atgongumerki verða
skannaði við inngongdina,
og vit hava greinað hvørji
atgongumerki ikki eru nýtt.
Staðfestast kann, at tað er ikki
ein ávísur bólkur sum settist
aftur, so alt bendir á, at veðrið
hevur spælt ein avgerandi
leiklut.
Virgar Hvidbro fegnast hóast
alt um, at tað møttu so mong
henda dagin, tí samanbera vit
við dystir fyri bert fáum árum
síðani, so vóru vit væl fleiri
týskvøldið.
Bleiv útselt dagin fyri
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í
Fótbóltssambandi Føroya, vísir
á, at tað vóru fleiri orsøkir til
tess.
– Tað er nú einaferð soleiðis,
at útiliðið altíð eigur ein ávísan
part av atgongumerkjunum.
Sum oftast brúka tey ikki øll
hesi atgongumerki, og so fáa vit
ein part aftur í góðari tíð. Men
hóast ungarar ikki brúktu øll síni
atgongumerki, so fingu vit ikki
hesi aftur fyrr enn í síðstu løtu,
og tí høvdu vit ikki møguleika
at selja hesi atgongumerki til
føroyskar áskoðarar, greiðir
Virgar Hvidbro frá.
Aðalskrivarin greiðir frá,
at tað vóru atgongumerkir til
dystin til sølu líka til mánadagin,
altso dagin fyri dystin, og hann
heldur ikki, at tað mundu vera
mong, sum høvdu ætlað sær til
dyst, sum sótu við hús, tí tey
fingu eingi atgongumerki.
– Tað var so eingin telefon
stormur á skrivstovuni hjá
okkum, sum tað annars hevur
verið til onkran annan dyst,
har tað hevur verið útselt, so eg
meti, at tey flestu, sum høvdu
ætlað sær til dyst, fingu hendur
á atgongumerkjum, sigur hann.
Fólk valdu at sita heima
Veðrið var ikki av tí besta
bróðurpartin av týsdegnum,
og tað hevur ivaleyst gjørt sítt
til, at fleiri áskoðarar valdu
at sita heima sambært aðal
skrivaranum í FSF.
– Vit hava jú sum nakað nýtt
undan hesi undankappingini
selt fleiri pakkar við atgongu
merkjum til fleiri dystir. Eg
giti, at tað eru fleiri av teimum,
sum hava keypt slíkar pakkar,
ið valdu at sita heima hendan
dystin, tí at veðrið var so mikið
illfýsið týsdagin, sigur Virgar
Hvidbro.
Hann avsannar samstundis,
at talan er um eina rúgvu av at
gongumerkjum til sponsorar, ið
ikki verða nýtt, og at hetta skal
vera høvuðsorsøkin til mongu
tómu setrini.
– Tilsamans er talan um
minni enn 200 atgongumerkir,
ið verða latin út til sponsorar, og
størsti parturin av hesum verða
brúkt, og tað eru heldur ikki
nakrar fyritøkur, sum keypa
fleiri hundrað atgongumerkir at
býta út. Tað brúkta vit fyrr, tá ið
tað var trupult at fylla Tórsvøll,
men tað gera vit ikki nú, sigur
Virgar Hvidbro at enda.
Skansin hevði
nógv tóm setur
Eitt øki á Tórsvølli, har nógv tóm
setur vóru, var í sunnara enda,
har fjepparafelagið Skansin
heldur til.
Andrass
Thomsen
hjá
Skansanum sigur, at tey royndu
til seinastu løtu at selja tey at
gongumerkir, sum vóru óseld,
men tað eydnaðist ikki at sleppa
av við øll.
– Vit høvdu kanska eini
100 atgongumerkir, sum vit
ikki sluppu av við. Vit royndu
at koyra tað út á Facebook
dagarnar undan dystinum,
men vit sluppu sum sagt ikki
av við alt. Tað er møguligt, at
vit skuldu havt latið FSF óseldu
atgongumerkini aftur, so tey
kundu roynt at selt tey, og tað
er sjálvandi nakað, sum vit skulu
hava í huga til eina aðru ferð.
Men sum sagt so royndu vit at
sleppa av við atgongumerkini
hjá okkum, sigur Andrass
Thomsen úr Skansanum.
Hallur
mun hava sett kross í kalendaran
sunnudagin 10. oktober, tí at
tá koma Cristiano Ronaldo og
portugisisku evropameistararnir
á vitjan á Tórsvølli.
– Sjálvandi gleða vit okkum
nógv til tann dystin. Tað verður
fult hús, og tað er stórt, tá ið
evropameistararnir koma at spæla
ímóti okkum á Tórsvølli. Vit ætla
okkum eisini at geva teimum ein
skarpan gang. Tað verður ein
sera torførur dystur, men serliga
á heimavølli hava vit víst, at øll
londini fáa trupulleikar ímóti
okkum, sigur Gunnar Nielsen.
Íslendska meistaraheitið
í eygsjón
Seinastu tvey árinir hevur Gunnar
Nielsen spælt fótbólt í Íslandi til
dagliga. Í fjør spældi hann við
Stjarnuni, men undan hesum
kappingarárinum skifti hann til
FH Hafnarfjørður, har hann er
liðfelagi við Kaj Leo í Bartalsstovu.
Føroyingarnir í FH kunnu helst
vænta, at teir fara at vinna
íslendska meistaraheitið.
– Fimm dystir eru eftir, og vit
eru á odda við sjey stigum. Tað
sær gott út, men arbeiðið skal
gerast liðugt. Vinna vit íslendska
meistaraheitið, so hevði tað verið
ómetaliga stuttligt, sigur Gunnar
Nielsen.
Føroyski landsliðsmálverjin
hevur sáttmála við FH í tvey ár
afturat, so hann væntar eisini, at
hann heldur fram í FH í 2017.
– Eg havi tvey ár eftir av
sáttmálanum við FH, men man veit
ongantíð í fótbólti, hvat framtíðin
hevur at bjóða. Beint nú er sera
sannlíkt, at eg eisini fari at spæla
við FH framyvir, vóru seinastu
orðini frá Gunnari Nielsen.
GLEÐI MEG ALTÍÐ
AT SPÆLA VIÐ
LANDSLIÐNUM
VEÐRIÐ FEKK FÓLK
AT SETAST AFTUR
Fleiri undraðust yvir, at tað vóru so nógv tóm
setur til landsdystin á Tòrsvølli týskvøldið.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF sigur, at
orsøkirnar til hetta vóru fleiri, men talan var
ikki um umbrúktar sponsorbilettir, og hóast
tað var útselt, so var ikki gravgangur eftir
atgongumerkjum beint undan dystinum