Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 103 30 FÓTBÓLTUR Við aftur: Jónas Þór Næs (eftir karantenu) Ikki við: Robert Heðin Brockie (langtíðarskaddur), Jákup á Borg (givin) HB: Allir klárir Vid aftur: Arnbjørn T. Hansen (knæ) Ikki við: Finnur Justinussen skaddur (Brotið bein í fótinum, 2 vikur) Ikki við: Magnus H. Olsen (lærskaði, 1-2 vikur) Jónleif Højgaard (knæskaði, 1-2 vikur) Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Andras Frederiksberg (lærkrikin, langtíðarskaddur) Ikki við: Esmar Clementsen skaddur (Knæskaði, langtíðarskaddur), Líggjas Bjartalíð skaddur (Fótliðurin, 1-2 vikur) JÓANNES HANSEN T að hevur verið steðgur í landskappingini í tríggj­ ar vikur. Í 21. um­fari vann KÍ 4-0 á TB í Klaksvík, Víkingur vann 4-0 í Sarpugerði á Skála, millum NSÍ og HB endaði tað málleyst við Løkin, B36 vann 4-1 á ÍF í Gundadali og AB vann 5-0 á heimavølli ímóti B68. Síðani 21. umfar hava steypa­ finala og landsdystir verið á skrá. Bestu spælararnir hava verið upptiknir av A-landsliðnum og U-21 landsliðnum. Teir vóru til venj­ingar aftur í feløgunum miku­kvøldið, og nú fyrireika teir seg saman við liðfeløgunum, sum hava vant nógv síðani 21. umfar, til lyklauppgerðir í bæði kappingini um FM og atgongumerki til europ­ eisku kappingina og um at sleppa undan niðurflyting. Poul sleppur ikki upp í part ÍF-AB: RÚNI GAARDBO SUNNUDAGIN KL. 15.00 Ein av evnaríkastu spælarunum í heimligu kappingini er Poul Nolsøe Mikkelsen. 21 ára gamli ÍF miðverjin fekk landsliðsboð at vera á U-21 landsliðnum, sum hósdagin í síðstu viku spældi á heimavølli ímóti Russlandi (0-3) og týsdagin á útivølli í Aserbadjan (1-1). Ungi maðurin er uppvaksin í yrk­isfótbólti, tí pápi hansara, ÍF venjarin Jákup Mikkelsen, var yrk­is­spælari í Danmark, Noregi og Skotlandi, áðrenn familjan aft­ur flutti til Føroya, og Poul fór at spæla fótbólt í KÍ, B36, KÍ og síðani 2013 í Fuglafirði, har hann hevur verið sjálvskrivaður á besta liðnum, tá ið hann ikki hevur verið darvaður av skaðum. Pína í knænum hevur argað nógv. Tað hevur borið við sær, at hann í styttri og longri tíðar­skeið­ um ikki hevur verið førur fyri at spæla. Tá ið Poul hevur verið í miðverjuni, hevur tað gingið væl betri hjá ÍF, enn tá ið hann ikki hevur verið har. Nú er tað greitt, at hann ikki fer at spæla fótbólt nógvu teir næstu mánaðirnar: -Eg havi verið øgiliga plágaður av skaðum í ár. Læknarnir hava kann­að og skannað, men tað hevur ikki eydnast at vinna fram til, hvør orsøkin til pínuna er. Fyri nakað síðani var eg til MR skanning. Eg havi bíðað eftir boðum frá skanningini, men nú var sunnudagin staðfest á skaða­ stovuni, at fremra liðband á høgra knæi er slitið. Eg veit ikki, nær tað er slitnað. Tá ið vit 19. juni spældu 2-2 á heimavølli ímóti TB, noyddist eg av vøllinum seks minuttir undan dystarenda. Tá hevði eg nógva pínu. Síðani havi eg vant og spælt fimm landskappingardystir á tamb, men, tá ið vit vandu sunnu­ dagin varð heilt galið. Hvussu tá? -Beinið fór undan mær og knæ­ið hovnaði. Á sjúkrahúsinum stað­festi læknin beinanvegin, at krossbandið var slitnað. Eg skal kannast aftur um tríggjar vikur, og eg havi skilt tað soleiðis, at tað nú snýr seg um skurðviðgerð og uppaftur venjing. Heilt merkisvert var tað, at ein annar ÍF spælari, vongverjin Gunn­ar Christiansen, undir somu venjing sunnudagin varð so illa skaddur, at hann ikki verður við aftur í ár. Eitt lítið bein brotnaði, uttan at talan var um vandamiklan nærdyst. Fuglfirðingar hava ikki møgu­ leika at røkka europeiskari lut­ tøku, og teir eru ikki í vanda fyri at flyta niður. Men dystirnir hjá ÍF eru týdningarmiklir í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, tí ÍF skal sunnudagin spæla ímóti AB og annan oktober ímóti Skála. -Hugburðurin ímóti B68 var framúr, og úrslitið var 5-0. Nú hava vit fyrireikað okkum væl til avbjóðingina ímóti ÍF, og um tað eydn­ast at vinna, so verður tað púra opið aftur, áðrenn vit fáa vitjan av Skála. Tað ræður um at finna sama hugburð sum ímóti B68. Um tað eydnast, so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at tørna út, sigur Dion Splidt, sum eftir at hava verið uttanlands nú hevur vunnið seg inn aftur á AB liðið. Patrik Johannesen er einasti AB spælarin, sum hevur verið burturi í landsliðsørindum. Eingin ÍF spælari hevur verið upptikin av landsliðnum. Heilivágurin er klárur NSÍ-KÍ: LARS MÜLLER SUNNUDAGIN KL. 15.00 NSÍ hevur ikki avskrivað FM møgu­leikan, hóast tað sær svartari út, enn tað gjørdi undan málleysa javn­leikinum á heimavølli ímóti HB: -Vit eiga at vinna heimadystirnar, og tað hevur kostað, at vit ikki hava megnað tað í trimum førum. Nú er vegurin langur, tí vit skulu framvið tveimum liðum, um vit skulu røkka toppin. Vit kunnu ikki annað enn savna okkum um avbjóðinga ímóti KÍ, og tað gera vit, sigur Klæmint A. Olsen, NSÍ liðformaður. Umframt Klæmint A. Olsen hava Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen og Petur Knudsen verið burturi í landsliðsørindum. -Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjarta­líð, Kristian Joensen og Dávid Langgaard hava verið upp­ tiknir á landsliðunum, meðan Jákup B. Andreasen orsaka av skaða gav avboð til U-21. Hann er tøkur aftur, og tað eru hinir eisini, sum eftir steypafinaluna ikki hava vant við fullari ferð. Vit eru fult fokuseraðir, og vit ætla okkum at vinna í Runavík, sigur LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR Ein av evnaríkastu spæl­arunum er burtur, nú lyklauppgerðir um FM og Europa og niðurflyting tørna fyri Upptakt POUL HEVUR SLITIÐ KROSSBANDIÐ