Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 103 31 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Ikki við: Ísak Simonsen (leikbannaður við sjey gulum kortum) Við aftur: Ari Ó. Ellingsgaard og Karl Løkin (eftir leikbann) Ivasamur: Elias Rasmussen (brotið ein fingur) Ikki við: Poul Nolsø Mikkelsen (krossbandið slitið - ikki við aftur í ár), Gunnar Christiansen (brotið bein - ikki við aftur í ár), Leivur Joensen (vøddaskaði) Við aftur: Rói Danielsen (eftir leikbann), Jobin Drangastein og Sørin Samuelsen (báðir tøkir aftur eftir skaða) Ikki við: Gert Drangastein (spælir ikki í ár) Ikki við: Poul Ingason (leikbann, fýra gul kort) Ikki við: Fritleif í Lambanum (leikbannaður) Jákup Johansen (burturstaddur) Ivasamur: Pauli G. Hansen (mjødnin) KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør. Hvussu? -Venjarin hjá okkum legði óvænt­aða spæliætlan ímóti teim­ um í hálvfinalunum. Tá brúktu vit teirra vápn at basa teimum við. Nú eru teir fyrireikaðir upp á tað, og so fáa vit at síggja, hvussu vit loysa ta avbjóðingina, sigur Hjalgrím Elttør. Knívurin er á barkanum HB-VÍKINGUR: DAGFINN FORNÁ SUNNUDAGIN KL. 15.00 Eftir vónbrotið næstsíðsta leyg­ar­ kvøld, tá ið Víkingur tapti fyrstu steypafinaluna í fimm ár, er setn­ ingurin at vinna fyrsta FM heitið. Hjá HB er tað alt avgerandi at vinna rættin at luttaka í europeisku kappingini næsta summar. Hetta hevur stóran týdning – bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Felags fyri bæði liðini, sum nú bresta saman í Gundadali, er, at fleiri spælarar seinastu stóru vik­una hava verið upptiknir av lands­liðsfótbólti. Hjá Víkingi snýr tað seg um Atla Gregersen, Sølva Vatnhamar og Jákup Vatnhamar Olsen, og hjá HB snýr tað seg um Teit Matras Getsson, Jóhan Troest Dav­idsen, Fróða Benjaminsen, Nik­las Thomsen, Teit Jacobsen, Jákup Hansen, Ara Mohr Olsen og Magnus Egilsson. -Tíbetur eru allir tøkir – eisini Arn­bjørn T. Hansen sum hevur verið skaddur leingi. Málið er at røkka europeiska luttøku. Vit kappast við B36, og tað er nógv eftir at spæla um. Vit eru væl skipaðir, og vit hava síðstu vikurnar víst góðan hugburð. Um vit skulu hugsa um sigur ímóti Víkingi, er tað neyðugt, sigur HB liðformaðurin Jóhan Troest Davidsen. Víkingarnir eru fult greiðir yvir, at tað er full úrtøka, sum skal til, um FM málið skal røkkast. -Um vit framvegis skulu hava møguleikan, so er alneyðugt at vit vinna okkara dystir, staðfestir Víkinga liðformaðurin Atli Greg­ ersen. Niðurflyting og Europa standa upp á spæl SKÁLA-B36: EILER RASMUSSEN SUNNUDAGIN KL. 15.00 B36 er fimm stig frá bronsu­pláss­ inum. Tað hevur ikki kopp­að tvífaldu meistarunum til fyri­ munar. Tveir av kiksarunum hava verið ímóti Skála. 1-0 tapið í øðrum umfari á Skála og 1-1 í Gundadali í trettanda umfari vóru dyggir smeitir. -Vit spæla fyri europeiska pláss­ inum. 4-1 heimasigurin ímóti ÍF gevur mót um, at tað fer at bera til. Tríggjar teir fyrstu dystirnar í síðsta triðinginum hava vit vunn­ið fulla úrtøku, og eg havi tað álit á spælarunum, at teir fara at arb­eiða hart fyri at siga takk fyri seinast, nú vit fara inn á Skála, sigur B36 hjálparvenjarin Jákup á Borg, sum nú hevur boðað frá, at hann ikki longur verður á spælaralistanum. Hjá B36 hava fleiri spælarar ver­ið burtur frá venjing orsaka av lands­dystunum: Andrias Eriksen, Hørður Askham, Gestur B. Dam, Hannes Agnarsson, Róaldur Jak­ obsen og Jónas Tór Næs. Tølini siga, at Skála er í aldu­dal­ inum. Fimm tær seinastu ferðir­nar hevur tað ikki eydnast at vinna stig og mál: -Vit hava ikki skorað síðani á jóan­søku. Vit arbeiða við at fáa hol á aftur, og vit hava vón um, at tað skal eydnast. Vit eru hóttir av niðurflyting, men tað er framvegis í okkara hondum at varðveita plássið í bestu deildini, sigur Skála málverjin Andras Gango. TB er tætt at málinum TB-B68: RANSIN N. DJURHUUS SUNNUDAGIN KL. 15.00 Sigfríður Clementsen er settur at vera bjargingarmaður á Tvøroyri. Nú er tað tætt við, at hann fer at røkka málinum: -Tað plaga at vera soleiðis, at 26 stig skulu til fyri at varðveita plássið. Vit hava tjúgu stig, og harvið resta tað seks stig. Vit hava mót um, at tað skal eydnast, sigur TB venjarin Sigfríður Clementsen. Ímóti B68 er TB stórfavorittur: -Eftir 5-0 tapið á Argjum mugu vit staðfesta, at plássið hjá okkum er fokið, og at vit næsta ár skulu spæla í næstbestu deildini og har fara undir at byggja nýtt lið. Málið er framvegis, at tað skal eydnast at vinna ein dyst í ár, og tað er við tí í huga, at vit fara suður, sigur B68 veteranurin Jóhan Dávur Høj­ gaard. Báðir undanfarnu dystirnir millum TB og B68 hava verið á Toftum, og í báðum førum var úrslitið javnleikur – 1-1 og 3-3. KÍ ÍF AB TB SKÁLA Effo-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ 21 16 2 3 50 17 +33 50 2 Víkingur 21 14 4 3 49 22 +27 46 3 NSÍ 21 14 1 6 49 29 +20 43 4 B36 21 11 5 5 33 20 +13 38 5 HB 21 10 5 6 34 22 +12 35 6 ÍF 21 7 4 10 33 48 -15 25 7 TB 21 5 5 11 20 36 -16 20 8 Skála 21 4 5 12 14 34 -20 17 9 AB 21 2 6 13 24 36 -12 12 10 B68 21 0 7 14 17 59 -42 7 MYND: ÁLVUR HARALDSEN 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur TB - B68 HB - Víkingur Skála - B36 ÍF - AB NSÍ - KÍ KENDI TIPPARIN Hilmar Jan Hansen Journalistur Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði Rodmundur Nielsen, stjóri á Borg. Hann hevði tveir dystar rættar. Rodmundur Nielsen tippaði AB – B68 X (5-0), NSÍ – HB 1 (0-0), Víkingur – Skála 1 (4-0), KÍ – TB 1 (4-0) og B36 – ÍF X (4-1).