Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 103 32 E g sum annars helt í mínum einfalda sinni, at føroyingar virða ongan meira enn Gud. Hann er hin størsti. Men har fór eg so illa skeivur. Tað er ikki ofta, slík óhapp henda, men tey koma í ringum løtum. Men ikki ofta. Gud er stórur, siga ikki bara arabar­ ar við knívi ella við dynamittstong við perlu, men eisini tey flestu í Føroyum. Tá so nú tann, sum skilst, uppaftur størri drotningin hjá Danmark, Føroyum og Grønlandi og nøkrum danskarum í Norðurtýsklandi, sum búgva millum týsk flóttafólk har, var her hjá okkum í summar, fór eg at ivast. Hvør er størri, hon ella Gud? Øllum tíðinda­fólkum, eisini teimum, sum hava størstu virðing fyri sær sjálvum, tí tey vita best, varð lagt eina við at siga Deres Kongelige Højhed, Majestæt og endiliga, endiliga, De. Hvad synes De om Færøerne? Skal De skilles? Gamaní segði ein føroyskur politikari, tá politikarar vóru stutt­ lig­ir og høvdu karisma, du, din majested við Fríðrik nummar níggju í rekkjuni. Men hann var ikki so snobbuttur, Fríðrík­ ur, so tað legði hann lítið í. So var tað, tá drotningin var her í summar, at eg fór at hugsa sum so: vit siga tú við Gud, hava altíð gjørt tað. Ja, fyrr søgdu tey du, men tað merkir tað sama sum tú, bara á øðrum, mætari máli. Gud skilti ikki føroyskt tá. Tey siga tú við Gud, ikki tygum. Men tygum við drotningina og hennara húski. Hvar er virðingin? Faðir vár, Tygum, sum eru í Himli/ Heilagt verði navn Tygara/ Komi ríki Tygara/ Verði vilji Tygara, sum í Himli, so á jørð/Gevið okkum í dag okkara dagliga breyð/ Og fyrigevið okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda/Leiðið okkum ikki í freistingar, men frelsið okkum frá tí illa/Tí at Tygara er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir. Sjálvandi. Heldur áttu vit at sagt tú við tey í kongshúsunum, kongsborgunum. Tí neyvan eru tey meira verd enn vit øll onnur her á fold. Og als ikki meira enn Gud hjá teimum, sum trúgva upp á hann. Tey hjá kongi og drotning halda seg vera meira enn onnur. Tað halda tíverri nógv onnur eisini, royalistar eita tey. Tað er eitt mistak. Fyrr søgdu tey eisini tygum við eldri fólk. Ja, børn søgdu tygum við foreldrini. Tann virðingin er langt síðani farin. Nú krevja børnini, at foreldrini siga tygum við tey. Men eg skilji ikki rættiliga, hví virðingin fyri Gudi ikki er størri enn, at vit siga tú við hann. Hava tey øll gingið í skúla saman við Gudi? Eg meini so við, drotningin segði við ein, sum var so blasfemiskur at siga tú við hana, at henni vitandi høvdu tey bæði ikki gingið í skúla saman. Fólk eru ikki so fólkalig longur, ikki so høvisk, uttan tá serligt høvi er. Til dømis fimta hvørt summar, tá drotningin kemur, tá noyðast øll at níga og siga tygum. Jú, hatta er løgið, hatta við virðingini. Kanska er Gud meira veruligur enn drotningin. Hann er hjástaddur, nærstaddur altíð og ikki fimta hvørt ár, tí val er fjórða hvørt. Gud er partur av lívínum hjá nógvum. Hann er ikki bara hjástaddur í glansmyndabløðunum og innan fyri illbrýntar lívverjar, flaggandi smágentur og stolt foreldur og journalistar, sum einki frægari hava at takast við. Sirkus vitjar á nýkólnaðum asfalti, og tey ferðast millum skreytdøgurðarnar sigandi De og Deres kongelige Højhed. Eg nígi tí niður í bøn til tygara, Gud. Og du, din kongelige højhed, og sóðritt nakað har líkasum har. Í bøn til Tygara Gud Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Vilja hava fleiri konu­fólk at stilla upp Meiningin er góð, men spurningurin er um viljin er til staðar – Fleiri kvinnur eiga at bjoða seg fram at stilla upp á kommunuvalið, sum verður um tveir mánaðir, nevniliga týsdagin 8. november.   Tað heldur Demokratia, hvørs endamál er at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.  Demokratia vísir á, at í kom­munu­ stýrunum, sum nú sita, eru bara 28 prosent kvinnur og 72 prosent eru menn. – Sostatt er langt eftir enn á mál áðrenn vit hava fingið javnstøðu í kommunum.  Tey halda, at tað kann tykjast løgið, at fólk hava so lítið álit á, at kvinnur kunnu bjóða seg fram at umboða fólkaræðið. Summastaðni er støðan ring  Tað eru 30 kommunur í Føroyum og í summum kommunum stendur væl til við kynsbýtinum, eitt nú í Kvívík, Tórshavn, Vestmanna, Fámjin, Hov og Tvøroyri – og í Norðoyggjum hava allar kommunur javnt kynsbýti, uttan á Viðareiði – Í trimum kommunum eru als ongar kvinnur, nevniliga í Hvalba, á Sandi og í Sumba. Á Eiði, í Eysturkommuna, Fuglafirði, á Nesi, í Porkeri, í Runavík, í Sjóvar kommunu, í Sunda kommunu, í Vágs og Viðareiðis kommunu stendur illa til við kvinnuumboðan. – Men allarringast stendur til í Eysturoynni og í Vágum. Í allari Eystur­oynni eru 42 mannligir kom­ munustýrislimir og bara níggju kvinnur – og har er heldur ongin kvinnuligur borgarstjóri. – Í Vágum eru 15 mannligir kom­ munustýrislimir og bara tríggir kvinnu­ligir og tann eini av teimum er borgarstjóri. Politisku flokkarnir í Føroyum siga, at teir vilja fegnir hava kvinnulig valevni á listan, tá ið val er. Tað staðfestir Demokratia, sum hevur til endamáls at fáa eitt betri kynsbýti í føroyskum politikki. Men demokratia ivast í, um viljin av álvara er til staðar. Demokratia hevur spurt politisku flokkarnar, og kommunurnar, hvønn dent tey leggja á at tryggja eitt javnt kynsbýti á listunum. – Sambandsflokkurin, Javnaðar­ flokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, hava svarað spurningunum og tað hava nakrar kommunur, eisini, men tað eru kommunur, har listarnir ikki eru flokspolitiskir – Svarini eru í høvuðsheitunum positiv, staðfesta tey í Demokratia. Men tey ásanna samstundis, at tey høvdu ikki væntað annað. Men so er spurningurin, um vilji av álvara liggur aftan fyri orðini og at flokkarnir, og tey, sum annars gera valevnislistar, fara at gera tað, tey kunnu, at tryggja kvinnum pláss á listunum, siga tey í Demokratia. Tey staðfesta, at flokkarnir hava eina stóra ábyrgd, men tað kann kanska vera verri at fáa javnstøðu á listum, sum ikki eru flokspolitiskir, tí teir hava onga endamálsorðing at halda. – Í Demokratia eru vit fullgreið yvir, at tað kann vera langt ímillum orð og gerðir, staðfesta tey í Demokratia.  Og tey leggja afturat: – Fyrsta treyt má vera, at kvinnur koma upp á listarnar, tí annars kunnu tær ikki veljast! Javnstøða