Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi Síða 7 Skulu hyggja frameftir Tíðindi Síða 6 Broyta manna­ gongdir Tað fall sterka manninum í Fólka­ flokk­i­num, Jacob Vest­er­gaard, fyri bróst­ið, at Jan Christ­i­an­sen, fyrr­ ver­andi borgarstjóri í Havn, gav leiðsl­uni í Fólkaflokkinum eina breið­síðu á in.fo. Jan Christiansen segði, at hann mátti blankt viðganga, at hann ikki hevur ver­ið samdur við lands­poli­ tikk­in hjá Fólka­flokkinum, sum hev­ur ver­ið alt ov bombastiskur og betong­kend­ur, sigur Jan Christ­ i­an­sen. – Tað er hesin alt ov konservativi poli­tikk­urin, sum hevur gjørt, at Fólka­flokkurin er so veikur í Havn. Tann harða kjarnan hevur vunnið ræð­ið í Fólkaflokkinum, og tað er spell, segði Jan Christiansen við in.fo. Seinastu árini hevur Fólka­flokk­ ur­in verið søguliga veikur í Havn. Vit skulu heilt aftur til 1972 fyri at finna líka laka undirtøku fyri Fólkaflokkinum í Havn. Í vælmaktstíðini hjá Poul Mich­ el­sen var flokkurin næstan eina­ ráð­andi, fekk fimm umboð vald í bý­ráð­ið bæði í 1984 og í 1988. Laka undirtøkan hjá Fólka­ flokk­i­num í Suð­ur­streymi sæst eisini á løg­tings­vali­num í fjør, tá flokk­urin bara fekk 13,3 pro­sent av atkvøðunum í Havn. Javn­aðarflokkurin fekk á løg­ tings­vali­num fleiri enn tví­falt so nógvar atkvøður, sum Fólka­flokk­ ur­in, og tað var ikki gamalt í Havn. So kunnu vit spyrja, hví Fólka­ flokk­urin er so veikur í høv­ uðs­stað­num – og svar fáa vit helst fleiri. Men tað at støðan er tann sama á løgtingsvali, so er trupulleikin størri, enn nøkur fólk í Fólkaflokkinum í Havn. Laka støðan hjá Fólkaflokkinum gagn­ar uttan iva Framsókn. Fram­ sókn var um reppið at fáa fólk valt í býráðið seinast. Og á løg­tings­val­i­ num í fjør var bara 1,5 tað er 162 at­ kvøð­ur á muni millum Framsókn og Fólkaflokkin. Uttan iva er ein forgreiðing upp á laku støðuna hjá Fólkaflokkinum í hvøuðsstaðnum so einfaldur, sum tað at Framsókn varð stovnað av fólkafloksfólkum, sum høvdu sama kritikk ímóti leiðsluni í Fólkaflokkinum, sum Jacn Christiansen vísti á. Tað er einki sum bendir á, at Fólkaflokkurin fer at ganga serliga nógv fram á valinum hesaferð. Tí fer undirtøkan hjá Fólkflokkinum at verða treytað av, at onkrir atkvøðuslúkar afturat koma á listan. Tí er uttan iva stórt trýst á Ann­ iku Olsen um stilla upp. Tað kann verða, at hon má eta øll argu­ment­ ini í seg aftur og geva seg – fyri at vinna flokkinum undirtøku. j-bandin og stríð um havnina Jóanes Nielsen hevur gjørt tað aft­ur. Hesuferð við einum mar­itimum trýkantsdrama, sum trykk­prøvar karmarnar á Tjóð­pallinum. Leygarkvøldið 17. sep­tem­ ber hevur Havfrúgvin eft­ir Jóanes Nielsen heims­prem­ i­eru á Tjóðpallinum og lagt er upp til eina stórhending bæði so og so. Havfrúgvin er eitt stór­fingið maritimt trý­ kants­drama um tær stóru kensl­ur­nar, kær­leika, vina­ lag, fam­ilju­bond, brostnar dreym­ar og djúp loyndarmál úr for­tíðini. Á stálpallinum - millum kær­leika og fiskivinnu - hitta vit Oli­var, ið gjørdist avlamin á trol­ar­a­dekki‚ hvørs einasti reið­skap­ur nú eru kjafturin og mynda­tólið. Gjøgnum hans­ara kritisku eygu, og sam­bondini sum hann hevur við fami­lju og kenningar, upp­liva vit Føroyar í dag. Havfrúgvin er ein nú­ tíð­ar­leikur um kærleika‚ dreym­ar og líkasælu, har sam­bond knýtast og slitna og lívið fer sína kós. Jó­an­es Nielsen setur sjón­eyk­una á menniskja í vakstr­ar­sam­fel­ ag­num Føroyar 2016. Talan er um eina stóra upp­seting, sum við sterkum kensl­um ljósið, video, ljóði og tøkni trykkprøvar karm­ ar­nar á Tjóðpallinum, sum ong­a­n­tíð áður. Leikstjóri er Eyðun Jo­ hanne­sen og afturat sær hev­ ur hann hesuferð eitt heilt ser­stakt toymi av ung­um og dugnaligum før­oysk­um listafólkum. Altjóða pall­snið­ gevin Sámal Blak ger pall­ mynd og búnar. Sámal hevur gjørt pallmyndir til operur, sjón­leikir og konsertir kring heim­in og hevur vunnið fleiri virðislønir. Tónaskaldið Jens L. Thomsen, ið vit m.a. kenna frá bólkinum ORKA, ger tónleik og ljóðmynd. Films­leik­stjór­in Heiðrik av Heygum, ið gjørdi ræðufilmin SKULD og video­løg fyri m.o. EIVØR og BYRTA, stendur fyri video­ fram­leiðslu. Turpin N. Djur­ huus stendur fyri ljósdesigni og Gunn Reginsdóttir Jo­en­ sen er koreografur. Leikarar eru Hjálmar Dam, Høgni Olsen, Beinta Clothier, Annika Johannessen, Eyð Matras, Súsanna Tórgarð og Páll Danielsen Leikstjóri er Eyðun Jo­ hanne­sen Pall­mynd og búnar: Sámal Blak Tónleikur og ljóðmynd: Jens L. Thomsen L j ó ð d e s i g n : Tu r p i n Napoleon Djurhuus Video: Heiðrik á Heygum. Havfrúgvin er eitt maritimt trýkantsdrama Trýst verður helst lagt á Anniku Olsen um at stilla upp Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Norðurlandahúsið skip­ar aft­ur í ár fyri films­kvøld­i sunnukvøldið 11. des­em­ ber, tá nýggjastu før­oysku stuttfilmarnir verða sýndir, og tvær films­virð­is­løni­r, Geyt­in og Á­skoð­ar­a­virð­is­ løn­in, verða handaðar. Nú stendur øllum films­ fram­leið­ar­um í boði at ríka um spírandi føroyska films­ skatt­in við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Films­kvøldið 2016. – Tykkara filmar verða til­meld­aðir við at senda teldu­post til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á films­f­ramleiðara, teldu­post­a­dressu og tele­fonn­umm­arið hjá kontakt­persóni, skrivar Norðurlandahúsið. Freistin at melda filmin til Films­kvøldið 2016 er tann 10. oktober. Í filmsnevndini sita Birg­ ir Kruse, form., Sif Gunn­ ars­dóttir, Jan B. Jørgensen, og Marjun Niclasen. Út­ lendski nevndarlimurin hesa­ferð er Birgitte Sabina Weinberger, stjóri í Odense Film Festival. Geytavirðislønina á 25.000 krónur letur Trygg­ ing­ar­felagið Føroyar saman við ein­ari Geytastandmynd, sum Astrid Andreassen og Dáv­ur Geyti hava gjørt. Á­skoð­aravirðislønin á 15.000 krónur verður latin av Tórs­havnar Kommunu, og her er tað møtti á­skoð­ ar­in, ið sleppur av velja sín ynd­isfilm. Geytin verður latin 11. desember