mánadagur 12. september 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FØÐINGAR
Barbara Holm
E
in lítil didda varð borin í
heim fríggjadagin 2. sept
ember. Klokkan var áleið
22.10, tá ið lítla diddan trein inn
í hendan heim. Men enn hevur
hon einki føðibræv. Tí enn er ikki
greitt, hvat skal standa í hennara
føðibrævi um føðistað. Er hon
fødd umborð á Smyrli? Er tað ein
ávís positión, sum skal finnast og
skrivast í brævið? Hon var so ikki
fødd í Suðuroynni ella í Havn. Men
onkrastaðni mitt ímillum á opnum
havi var lítla diddan hjá Rebekku
Mørk Poulsen og Kim Eið úr Vági
borin í heim.
Ongantíð áður er eitt barn født
umborð á Smyrli. Tað var tíðliga
tann morgunin, at Rebekka fekk
verkir.
Tað var so lítið uppá seg fyrstu
tímarnar, so eg helt bara, at tað
- EG SLAPP IKKI
Á SUÐUROYAR
SJÚKRAHÚS
Átti umborð á Smyrli
Bæði eg og jarðarmóðurin søgdu, at eg fór ikki at klára til Havnar við
Smyrli áðrenn eg átti, sigur Rebekka Mørk Poulsen, sigur Rebekka
Mørk Poulsen, sum fríggjadagin 2. september átti eina diddu umborð
á Smyrli. Men læknarnir vildu ikki hava hana á Suðuroyar Sjúkrahús