mánadagur 12. september 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104
FØÐINGAR
vóru plukverkir, greiðir Rebekka
Mørk Poulsen frá.
Seinni tann dagin fóru hon og
maðurin Kim og sonurin Dávur í
føðingardag í heimbygdini. Men
komin innum dyrnar varnaðist
Rebekka, at talan var ikki um falsk
an alarm, men nú var barnið ávegis.
Eg ringdi til jarðarmóðurina.
Hon bað meg koma beina leið norð
ur til Suðuroyar Sjúkrahús, sigur
Rebekka Mørk Poulsen.
Hon og maðurin pakkaðu eina
skjóta tasku av klæðum hjá Dávi
og hann varð settur av hjá ommuni.
Og so fór leiðin norður á Tvøroyri.
Men
ávegis
norður
broyttist
ætlanirnar.
Læknarnir søgdu nei
Komin til Porkeris ringdi jarðar
móðurin aftur. Hesaferð vóru
boðini øðrvísi. Smyril skuldi fara av
Krambatanga klokkan 21.00 hetta
kvøldið, men skipið hevði fingið
boð um at bíða eftir Rebekku og
Kim.
Hon segði, at vit skulu fara beint
umborð á Smyril, sjálvt um eg átti
at farið til kanningar á Suðuroyar
Sjúkrahúsið
áðrenn,
greiðir
Rebekka frá.
Orsøkin var, at læknarnir ikki
vildu hava Rebekku at koma á
sjúkrahúsið.
Jarðarmóðurin hevði heimild
til at leggja meg inn kortini, men
hon valdi at fylgja boðunum frá
læknunum. Men hon og eg vistu, at
eg var komin ov langt í føðingini til,
at eg fór at klára til Havnar áðrenn
barnið kom, sigur Rebekka Mørk
Poulsen.
Komin umborð á Smyril bíðaði
jarðarmóðurin á dekkinum eftir
lítlu familjuni og og hon, Rebekka
og Kim fóru beina kós inn á eitt av
sjúkrarúmunum umborð á Smyrli.
Óttafull og tó
40 minuttir seinni kom lítla diddan
til heimin. Jarðarmóðurin hevði
eina tasku við ymiskari útgerð
í við umborð, men annars vóru
ikki nógvir hentleikar umborð. Til
dømis var einki heitt teppið at balla
lítlu gentuna í.
Tá eg koyrdi umborð á Smyril
hugsaði eg nógv um, hvat nú fór at
henda. Men tá føðingin sjálv byrjar,
so hugsar man ikki um annað enn
tað, sigur Rebekka Mørk Poulsen.
Á onkran hátt halda tey bæði, at
tað er okkurt stuttligt við, at barnið
er føtt umborð á Smyrli. Men
hinvegin eru tankarnir rundan
føðingina eisini fongdir av óttanum
fyri, hvat kundi hent.
Eg hugsi sjálvandi, hvat nú um
barnið sat fast og ikki fekk andað.
Ella hvat nú um eg misti ov nógv
blóð, sigur Rebekka Mørk Poulsen.
Men mest av øllum tekur hon í
dag – tá ið alt spældi væl av – sera
synd í jarðarmóðurini, sum varð
noydd at hjálpa einum barnið til
heimin undir slíkum umstøðum.
Fyri jarðarmóðurina var tað
hart. Tí hon vildi hava meg á
sjúkrahúsið, men kendi seg noydda
at fara til Havnar hóast hon visti,
at vit ikki fóru at náa tað, sigur
Rebekka Mørk Poulsen.
Vónar ikki tað hendir aftur
Rebekka Mørk hevur valt at greiða
frá tí sermerktu hending umborð á
Smyrli 2. september, tí hon ynskir
ikki, at aðrar barnakonur skulu
enda í somu støðu sum hon.
Hetta má ikki henda aftur, tí tað
kundi enda galið, sigur Rebekka
Mørk.
Hon og lítla dótturin hava tað
gott í dag. Tær skulu tó vera verandi
í Havn inntil uppruna termindagin
hjá Rebekku, tí diddan er borin í
heim tríggjar vikur ov tíðliga.
Tað má finnast ein tryggari skip
an fyri barnakonur í Suðuroynni,
sigur Rebekka Mørk.
Hon vísir á, at fleiri kvinnur í
Suðuroynni eru settar at eiga fram
til ársskiftið, og tí má skil fáast á
skipanina beinan vegin.
Tað hastar at fáa tryggari karm
ar til okkum, sum liva og virka í
Suðuroynni, staðfestir Rebekka
Mørk.