Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØÐIDEILDIN Vit skulu fyribyrgja, at ein barnakona afturat kemur í ta støðu, at hon noyðist at eiga umborð á Smyrli, sigur stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi BROYTA MANNAGONGD FYRI BARNAKONUR Í SUÐUROYNNI Áki Bertholdsen Suðuroyar Sjúkrahús skal vera til reiðar at taka ímóti øll­um sjúklingum, sum hava brúk fyri bráðneyðugari hjálp. Tað staðfestir Ronnie Mid­jord, stjóri á Suðuroyar Sjúkra­húsi. Og hann staðfestir í sama viðgangi, at Suðuroyar Sjúkra­hús skal eisini taka ímóti øllum barnakonum, sum brádliga fáa verkir og eiga ov tíðliga, ella fáa aðrar trupulleikar, og har tað er brúk fyri bráðneyðugari hjálp. – Tað er grundreglan hjá okkum á Suðuroyar Sjúkra­ húsi, sigur Ronnie Midjord. Síðsta fríggjakvøld kom ein barnakona í Vági í ta støðu, at hon átti umborð á Smyrli. Hon fekk brádliga verkir, og fekk boð um at koma á Suð­uroyar Sjúkrahús alt fyri eitt. Men á veg á Tvøroyri, fingu tey kontraboð, tí nú fingu tey boð um at fara beint umborð á Smyril, tí hon skuldi á Landssjúkrahúsið at eiga. Men tey lukkaðust ikki til Havnar, tí tá ið Smyril hevði siglt eina løtu, átti kvinnan eitt gentubarn umborð. Pápin at barninum hevur greitt frá, at tey fingu boð um, at læknin á Suðuroyar Sjúkra­húsi vildi ikki hava hana á sjúkrahúsið, tí fingu tey boð um at fara beint umborð á Smyril. Ikki henda aftur Ronnie Midjord sigur, at slíkt eigur ikki at henda, og hann sigur eisini, at hann hevur tikið stig at forða fyri, at slíkt hendir aftur. Hann hevur biðið um eina frágreiðing um hendingina, men hon er ikki liðug enn. Tí er óvist, hvat tað var, sum hendi, men hann ger greitt, at hetta átti ikki at kunna hent. Hinvegin heldur hann, at tað er ikki serliga upp­byggj­ andi at hyggja aftureftir, tí í hansara hugaheimi snýr tað fyrst og fremst um at líta frameftir fyri at tryggja, at slíkt ikki hendir aftur. Tí hevur Suðuroyar Sjúkra­hús broytt manna­ gongd­irnar í sambandi við barna­konur í Suðuroy. Og tann nýggja skipanin er sett í gildi. – Eg havi givið boð um, at har óvæntaðar støður taka seg upp í sambandi við barna­konur, skal ongin barna­kona sendast til Havn­ ar, uttan at hon fyrst hevur verið á Sjúkrahúsinum til kann­ingar. Í hesum sambandi hev­ur ljósmóðurin heimild at kalla barnakonur inn á sjúkra­ húsið til kanningar, uttan at spyrja læknan, ella nakran annan, eftir, sigur hann. – Men tað er einki nýtt, tí tað er ein heimild, tær al­tíð hava havt, leggur hann aft­ ur­at. Tá ið Ljósmóðurin hevur gjørt sínar kanningar, skal hon senda boð eftir lækn­an­ um, sum er á vakt, og hann tekur so støðu til, um barna­ konan skal sendast á Lands­ sjúkrahúsið, og um hon skal sendast við næsta farti hjá Smyrli, ella um boð skulu send­ast eftir tyrluni. – Er tað ikki ráðiligt at flyta barnakonuna, skal hon leggj­ast inn á Suðuroyar Sjúkrahús og fáa alla viðgerð og hjálp, sum stendur í okk­ ara makt at veita henni. – Hetta er fyri at fyri­ byrgja, at nakar verður send­ur av oynni, uttan at tað er eftir eini ítøkiligari lækna­ fak­ligari meting í hvørjum ein­støkum føri. Veita bráðneyðuga viðgerð Ronnie Midjord sigur, at allar vanligar føðingar skulu vera á Landssjúkrahúsinum. Men tað er ein heilt onnur søga, har tað ikki gongur sum ætl­ að, tí í teimum førunum skal Suðuroyar Sjúkrahús veita ta bráðneyðugu við­gerð­ina. Annars er mannagongdin tann, at har alt gongur eftir ætlan, fara barnakonur úr Suðuroy til Havnar eina viku, áðrenn tær eru settar at eiga. Landssjúkrahúsið hev­ur fýra íbúðir til taks til enda­ málið, umframt fleiri køm­ur, og har verða tær so, til tær hava átt og sleppa suður­ aftur. – Men, hvussu umstøð­ urnar eru hjá barnakonum at gista í Havn, ella hvat tær fáa at búgva í, ímeðan tær eru í Havn, eru vit á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki harrar yvir, staðfestir Ronnie Midjord. Tað er Landssjúkrahúsið, sum er myndugleikin á tí økinum, og tað er sostatt eitt mál ímillum Lands­sjúkra­ hús­ið og Heilsumálaráðið burt­urav, sigur hann. – Tað skal ongin barnakona sendast úr Suðuroy til Havnar á Landssjúkrahúsið, uttan at tað er eftir eini ítøkiligari læknafakligari meting í hvørjum einstøkum føri, sigur Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi Slíkt eigur ikki at henda Tí hevur Suðuroyar Sjúkrahús broytt mannagongdirnar