mánadagur 12. september 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104
POLITIKKUR
Opið stríð
í Fólka
flokkinum
Jan og hini sokallaðu »liberalu«
fólkafloksfólkini eru ikki
komin við nøkrum politiskum
innihaldi yvirhøvur
Eirikur Lindenskov
Tað fall Jacob Vestergaard
fyri bróstið, tá Jan Christ
iansen loysti frá posa
bandinum um støðu í
Fólkaflokkinum,
sum
sæst í aðrari grein her á
síðuni.
Á
Facebook
leygar
dagin segði Jacob Vester
gaard sína hugsan. Hann
vil ikki hava sitandi á
sær, at hann og onnur eru
orsøkin til fallandi undir
tøku hjá Fólkaflokkinum
í Havn. Í staðin mælir
hann til sjálvsrannsakan
í høvuðsstaðnum og at
sokallaðu »liberalu« val
evnini í Havn standa
saman og finna eitt felags
stev, verulig argumentir
og felags politikk. Um
ikki tað, so kunnu tey
líka so væl melda seg úr
flokkinum.
Jacob
Vestergaard
leggur upp til, at í veru
leikanum er einki lokal
felag hjá Fólkaflokkinum
í Havn. Tað er ein samling
av einstaklingum, sum
bert eru áhugaði í sær
sjálvum
og
klandrast
innanhýsis fyri at sleppa
framat. Tað er einki, ið
eitur felagskensla fyri
flokkin, sambært Jacob
Vestergaard:
»Jan Christiansen drít
ur í egið reiður.
Hann og hini sokall
aðu “liberalu” fólkafloks
fólkini eru ikki komin
við nøkrum politiskum
innihaldi
yvirhøvur.
Ongi greið politiskt argu
ment, men bara finn
ast at og geva øðrum
skyldina,
tá
tað
ikki
gongur væl hjá einum
sjálvum. Fólkaflokkurin
hevur onki lokalfelag í
Havnini, men bara ein
flokk av einstaklingum,
sum
bara
hugsa
um
seg sjálvan og ikki um
flokkin. Tað sæst eisini
týðiliga á valúrslitinum
hjá
Fólkaflokkinum
í
Havnini seinastu árini,
tí valevnini berjast móti
hvørjum øðrum i staðin
fyri at standa saman. Eg
haldi, at hesi “liberalu”
fólkini í Fólkaflokkinum
skulu koma við veruligum
argumentum og politikki.
Um tey ikki kunnu tað,
so hevði verið best, at tey
meldaðu seg úr flokkin
um«, skrivar Jacob Vester
gaard.
Konservativa linjan hóttir
Fólkaflokkin í Havn
Fólkaflokkurin í Havn verður revsaður av bombastisku konservativu
linjuni hjá J-bandanum í Fólkaflokkinum, heldur Jan Christiansen
Eirikur Lindenskov
Jan
Christiansen
hevur
umhugsað
seg
væl
og
virðiliga, áðrenn hann tók
støðu til at stilla uppaftur
til býráðsvalið í Havn fyri
Fólkaflokkin.
– At hetta snýr seg um
kommunalpolitikk í Havn
ger tað so nógv lættari hjá
mær at taka støðu. Tí eg má
blankt viðganga, at eg havi
ikki verið samdur við lands
politikkin hjá Fólkaflokk
inum, sum hevur verið alt
ov bombastiskur og betong
kendur, sigur Jan Christ
iansen.
– Tað er hesin alt ov kon
servativi politikkurin, sum
hevur gjørt, at Fólkaflokk
urin er so veikur í Havn. Tann
harða kjarnan hevur vunnið
ræðið
í
Fólkaflokkinum,
og tað er spell, heldur Jan
Christiansen.
Hann harmast um, at
menn sum Rodmund Niel
sen,
Heðin
Zachariasen,
Bjarni
Djurholm,
Hanus
Samró og Janus Rein eru
burtur úr flokkinum, meðan
tann sokallaði »J-bandin«
(tað eru Jørgen Niclansen,
Jacob Vestergaard, Jákup
Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni
–
og
Elsebeth
Mercedis
Gunnleygsdóttur) hava alt
valdið.
– Tey eru ikki í hesari
verð, og hetta má broytast,
annars verða vit revsað her í
Havn, sigur Jan Christiansen,
sum leggur dent á, at hetta
valið einans snýr seg um
kommunalpolitikk,
og
at
hann ikki vil identifiserast
við
konservativu
linjuna
hjá Fólkaflokkinum í lands
politikki.
Jan Christiansen er ikki
so fegin um stýringina av
Tórshavnar kommunu sein
astu árini.
– Har eru tey farin alt ov
lætt um pengarnar. Pengar
streyma í kassan, men peng
ar streyma eisini úr kass
anum. Skattaprosentið er
eitt prosentstig hægri, enn
tað var, tá Heðin Mortensen
tók við, hóast tey hava lovað,
at tað skuldi lækka aftur,
eftir at tað varð hækka til at
byggja Boðanesheimið, sigur
Jan Christiansen.
Hann er eisini misnøgdur
við, at kommunan aftur
hevur upptikið lán, tí hon
var skuldarfrí, tá sitandi
leiðsla tók við, sigur hann.
– Vit skulu fokusera upp
á búskapin. Nú hava Javn
aðarflokkurin og Tjóðveldi
stýrt í 12 ár – seinastu fýra
árini saman við Fólkaflokk
inum. Men tá Javnaðarflokk
urin hevur reinan meiriluta,
so er tað ikki lætt hjá hinum
flokkunum – uttan at minka
um
skaðan,
sum
Fólka
flokkurin hevur gjørt, heldur
Jan Christiansen.
– Tað er so tað positiva við
tí. Hevði Fólkaflokkurin ikki
verið við, so hevði støðan
verið nógv verri, heldur Jan
Christiansen.
Fyrrverandi borgarstjórin
hjá Fólkaflokkinum saknar,
at
eingin
langtíðarætlan
longur verður løgd.
– Tað verður bara arbeitt
fram eftir fummum. Tey
keypa bygingar og selja
bygningar. So er tað ein
musikkskúli, so er tað ikki
ein musikkskúlini, so er tað
ein langhylur ogso ein nýggj
ur skúli.
– Høvdu vit havt eina
langtíðarætlan,
har
allar
íløgurnar vórðu raðfestar,
so var eingin trupulleiki at
stýra, og so vistu øll, hvønn
vegin tað bar – hóast kanska
ikki so samd um, hvat skal
raðfestat fremst, sigur hann.
Jan Christiansen kundi
eisini hugsað sær størri
opinleika í býráðnum. Hann
heldur eitt nú, at postar
listarnir skuldu verið al
mennir.
– Tá fólk vita, at alt er
alment, so gera tey sær eisini
størri ómak, tá tey skriva til
kommununa. Eg dugi ikki at
síggja, at nakað skal vera at
krógva í samskifti við komm
ununa, heldur hann.
Um samgongumøguleik
arnar vil Jan Christiansen
ikki so nógv – um hann
skuldi verið valdur.
Hann vísir á, at sitandi
borgarstjóri fær skuldina
fyri alt tað ringa.
– Men hann hevur havt 12
fólk afturat sær. Hevur hann
ov stórt vald, so er tað tí, at
hann ikki fær kvalifiserað
mótspæl. Tað nyttar einki
bara at seta seg grenja sum
Tjóðveldi ger, sigur hann.
Jan Christiansen heldur,
at valdið er gingið borgar
stjóranum til høvdið.
– Heðin Mortensen er í
miðlunum fleiri ferðir um
dagin. Vit síggja hann nógv
oftari enn løgmann ella for
setan í USA. Hann minnir
meg mest um Kim Jong
Un í Norðurkorea, tá hann
fer út í býin við kommu
nalt betaltum fotografi í
hølunum á sær, sigur Jan
Christiansen, sum rættiliga
er komin í valhýr, nú Fólka
flokkurin í Havn er um at
verða liðugur við valevnis
listan til býráðsvalið og hev
ur almannakunngjørt 13 tey
fyrstu nøvnini.
Vit skulu hyggja frameftir
– Tað, sum hevur verið, er farið. Nú skulu vit standa saman um at vinna kommunuvalið, sigur Annika Olsen
Danjal av Rana
– Tað, sum Jan Christiansen
førir fram, er ikki nakað, sum
vit hava havt til viðgerðar í
Framburðsfelagnum.
Vit
mugu leggja hetta aftur um
okkum og hyggja frameftir
nú. Vit hava eitt val fyri
framman og eg haldi, at tað
er týdningarmikið, at vit
sum flokkur standa saman
og gera okkara ítarsta fyri
at vinna hetta valið, sigur
Annika Olsen.
Jan Christiansen kunn
gjørdi fríggjadagin, at hann
stillar upp fyri Fólkaflokk
in til býráðsvalið í Havn. Í
samrøðu við in.fo fór hann
hart
út
móti
sonevnda
J-bandanum í Fólkaflokk
inum,
Jørgen
Niclasen,
Jacob Vestergaard, Jákup
Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni
og Elsebeth Mercedis Gunn
leygsdóttur.
Jan Christiansen vísti á,
at stórur munur er millum
Havnina og restina av land
inum og at konservativa
linjan hjá flokkinum rakar
havnina hart í høvuðsstað
num.
Jacob Vestergaard var
skjótur at svara aftur og
hetti á valevnini í Havnini at
standa saman og finna eitt
felags stev, verulig argument
og felags politikk, heldur enn
at leggja eftir sínum egnu.
Annika Olsen er for
kvinna í Havnar Framburðs
felag. Hon kennir væl til
hetta stríðið millum libe
rala lokalfelagið í Havn
og konservativu feløgini í
restini av landinum. Tað er
beint yvir eitt ár síðani, at
hon fór úr Fólkaflokkinum
og upp í Framsókn, áðrenn
hon nakrar dagar seinni fór
úr Framsókn aftur.
Hon vil tó ikki leggja seg
upp í hetta stríðið og sigur,
at bæði Jacob Vestergaard
og Jan Christiansen tosa fyri
egna rokning.
Annika Olsen sigur tó, at
ávís stig eru tikin til at stytta
um
fjarstøðuna
millum
Havnina og restina av land
inum innanhýsis í flokkinum.
– Tilgongdin við at gera
eina
nýggja
stevnuskrá
er byrjað og er komin væl
áleiðis, og vit hava eitt gott
samstarv millum ymisku
lokalfeløgini. Eitt sindur av
innanhýsis stríðið er millum
persónar í flokkinum, men
hetta er ikki verri enn í
øðrum flokkum, sigur hon.
Jacob
Vestergaard
ákærdi
Framburðsfelagið
fyri at vera eina samling av
einstaklingum,
sum
bert
vóru áhugaði í sær sjálvum
og
klandrast
innanhýsis.
Hetta vil Annika Olsen tó
ikki kennast við.
- Hvat Jacob Vestergaard
heldur
um
einkultar
persónar í flokkinum, má
hann
sjálvur
sleppa
at
úttala seg nærri um. Vit
hava eitt vælvirkandi felag
í Havn, sum hevur góða
undirtøku. Vit hava íðin fólk
í felagnum og uppmøtingin
til
uppstillingarfundirnar
hevur verið sera góð. Vit
hava tí góðar vónir um, at
hetta verður eitt gott val
fyri flokkin í Havnini, sigur
Annika Olsen.
heldur Jan Christiansen