Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FERÐAMAÐUR Árni Gregersen Hann hevur valt at brúka seinnu helvt av árinum í ár at ferðast. Og alt næsta ár. Men David Reichelt er endaður í Føroyum av berari tilvild. Hann hugdi at einum heimskorti og fann Ísland. Suður eystanfyri fekk hann eyga á nakrar prikkar, sum vístu seg at vera Før­ oyar. Forvitin sum hann er, setti hann sær fyri, at hagar skuldi hann fara einaferð. Men fyri tveimum árum síðani hevði hann als ikki ráð at ferðast. Tá var maðurin bert 36 ár og hann megnaði nóg illa at vinna sær mat í munn­in. Hann livdi fyri tað mesta av kaffi, te, kola og skund­ verðum. Hetta tó ikki tí hann ikki tímdi at arbeiða. Nei, hann arbeiddi parttíð við ymiskum, so hann fekk fyri hendan matin, men 10-15 tímar um samdørið brúkti hann til nakað heilt annað. Hann menti talgild spøl til snildfonir og teldur. Hann helt seg sjálvan vera dugnaligan, men hóast hann hevur ment eini 40 spøl, so vóru hetta ikki spøl, sum góvu honum pening – hvørki lítið ella nógv. Nei, í veruleikanum vildi ongin kennast við ella brúka hesi spøl. Men hann var treiskur. So tá ið hann gjørdi spæl nummar 41 eydnaðist alt. Onki spæl hevur vunn­ið seg so skjótt fram á snild­ fonunum, sum Color Switch. Síðani tað kom á marknaðin í januar hava fólk tikið spælið niður 120 milljónir ferðir. Tað er millum tað allar­ mesta, sum nakrantíð er hent við einum telduspæli í App­store. Í dag er talan um eina fyri­tøku, sum hevur selt fyri 10-tals milljónir – í dollarum. Bert átta mánaðir eftir at hann sat við skuld og so at siga ongar inntjening í Los Angeles. Í dag er David Reichelt ein vælhavndi maður, sum vitjar í Føroyum saman við systur síni, Elizabeth. Alt er broytt Í dag er alt broytt hjá 38-ára gamla amerikumanninum úr Los Angeles. Hansara spæl, Color Switch hevur so at siga sligið øll met og verður spælt av meira enn 120 milljónum spæl­brúkarum kring allan heim. Eitt einfalt spæl, sum kort­ini er meira og meira av­ bjóðandi og meira og meira mennandi, jú longur tú kemur í spælinum. Men hetta við júst hesum spæli – nummar 41 av teim­ um, sum DavidReichelt hev­ ur ment – er, at hetta hava fólk tikið til sín. Meðani tey 40 spælini góvu honum tilsamans 44 dollarar, so hevur spæl nummar 41 í átta mánaðir givið honum 10-tals milljónir dollarar í lumman. – Eg visti, at eg fór at koma á mál og finna eitt spæl, sum Amerikanarin, sum menti Color Switch, vitjaði í Føroyum og hevur greitt frá lívi sínum MENTI SPÆL, SUM ER TIKIÐ NIÐUR 120 MILLJÓNIR FERÐIR ­ Lær at hugsa upp á ein nýggjan máta Broyttur hugs­ unar­háttur og annað arbeiðs­ lag gera, at tú fært onnur úrslit Árni Gregersen Ger tú tað sama hvørja ferð, so er onki undarligt í, at tú eisini fært sama úrslit hvørja ferð. Fleiri kendir uppfinnarar hava sannað, at hetta er so og David Reichelt er onki undantak. – Fyri at mennast, so er neyðugt at broyta hugs­un­ ar­hátt og læra av mis­tøk­ um. Ger man tað og broytir arbeiðslag, so ber eisini væl til at fáa góð úrslit, sigur amerikanski íverksetarin. Spælið Color Switch verð­ur í stóran mun spælt á snildfonum. Í Føroyum eru tað mong, sum spæla hetta spælið og hava tað liggjandi fast á telefon ella teldu. – Tá ið tú fæst við spøl, so er tað neyðugt at tey eru avbjóðandi, men samstudis er neyðugt at ansa eftir, at tey ikki eru ov torfør at spæla. Tí ræður um at finna ein millumveg, sigur David Reichelt. Hann sigur, at tað eru bæði børn og vaksin, sum spæla hetta spælið. Tí er tað neyðugt, at tað gev­ur teimum, sum spæla av­ bjóðingar alla tíð­ina – eisini eftir at tey hava lært seg tær fyrstu av­bjóð­ingarnar – so eiga tær næstu at koma. Color Switch er eitt ókeypis spæl, men tað sum hevur givið amerikanska menn­aranum pening eru lýs­ing­arnar, sum við millum­bilum eru at síggja mill­um spølini. – Tey, sum lýsa og tey sum keypta lýsingarplássini hyggja væl eftir, hvørji spæl verða nógv brúkt og hava nógv »download«. Har vilja tey lýsa, tí har vita tey, at nógv síggja teirra lýsingar, sigur David Reichelt. Sjálvur fæst hann als ikki við lýsingarnar. Ein út­ gevari hevur útgivið spæl­ið og tað er hann, sum tekur sær av at selja lýsinga-pláss­ ini. – Sjálvandi veit eg, hvat tað snýr seg um, men nú eru tað onnur, sum taka sær av hesum partinum. Eg kann arbeiða víðari við at menna nýggj spøl, sigur hann. Hetta er eitt ævintýr fyri meg. Nú sleppi eg at ferðast, samstundis sum eg kann arbeiða víðari við spølum