Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104 FERÐAMAÐUR fólk fóru at tíma at spæla, men tað tekur tíð og tað ræður um at vera treiskur, sigur amerikumðaurin, sum vitjaði í Føroyum. – Meðan eg arbeiddi við hinum spølunum, so lærdi eg av teimum mistøkum og feilum eg gjørdi. Dugir man tað, so mennist man alla tíðina og kemur longur fram á leiðina, sigur David Reichelt. Ungur og tímdi ikki skúlan Amerikanski spælsmiðjurin er uppvaksin í Bakerfield 40 kilometrar norðanfyri Los Angeles. Hann var sum onnur børn, men longu heilt tíðliga var hann ofta inni hjá granna­fólkunum. Har slapp hann at spæla telduspøl av tí slag­num, sum vóru til fyri sløkum 30 árum síðani. David Rechelt tímdi ikki serliga væl at ganga í skúla, hvørki tá ið hann var heilt ungur ella tá ið hann gjørdist tannáringur. Hann tók tó tann skúla, sum skuldi takst, men líka so skjótt hann kundi, gavst hann at ganga í skúla og fór at fáast við ymiskt annað. Hann fekst við tónleik, arbeiddi í filmsvinnuni í Los Angeles og ymiskt annað fyrifallandi arbeiðið. Tað endaði við, at hann valdi at fara í amerikanska herin, har hann arbeiddi sum paramedisinari í eini 10 ár. Tá ferðaðist hann kring heimin og lærdi og upplividi ómetaliga nógv. – Tað gjørdi millum ann­ að, at eg sá hvussu onnur fólk liva og hvussu tey hugsa. Eg haldi tað hevur givið mær eina góða og sterka bak­ grund, sum eg brúki, tá ið eg arbeiði við spølum, sigur hann. Setti sær mál Hugurin at arbeiða við teldu­ spølum og spølum til snild­ fonir lág tó ógvuliga framm­ arlaga. 34 ára gamal setti hann sær fyri at menna spøl, sum fóru at geva honum nóg mik­ ið av peningi at liva av og ferð­ast fyri. Hóast hann framvegis var ógiftur og bert skuldi taka sær av sær sjálvum, so noyddist hann eisini at ar­ beiða, meðan hann menti spæl­ini. – Eg tók ymiskt fyrifall­ andi arbeiðir fýra tímar um dagin og so sat eg við teldun einar 8-10 tímar um dagin, fortelur hann. Av vanligum arbeiði fekst hann við at vera pitsakokkur, reinsa svimji­hylar og annað í Los Angeles, men øll orkan fór til at menna spølini. – 40 spøl fekk eg greitt úr hondum, men tey góvu onki. Ikki fyrr en Color Switch kom á marknaðin, broyttist støðan, sigur David Reichelt. At spælið rakti marknað­ in, er í dag eyðsýnt. Color Swith er tikið niður meira enn 120 milljónir ferðir og pengar streyma inn til spæl­ menn­aran. – Hetta er eitt ævintýr fyri meg. Nú sleppi eg at ferðast, samstundis sum eg kann arbeiða víðari við spølum. Nú havi tvey »teams« sum arbeiða fyri meg. Eg komi við hugskotunum og gera tey arbeiðið, sigur ein smílandi og blíður amerikanskur upp­ finnari. Prikkarnir sunnanfyri sóu spennandi út Amerikanskur spælmennari hevur vitjað í Føroyum – av berari tilvild Árni Gregersen Hann hevur altíð havt hug at ferðast. Amerikanski íverkset­ar­ in og spælmennarin, Da­vid Reichelt. Í 10 ár ferðaðist hann víða um, sum paramedisinari í amerikanska herinum. Hann hevur kent seg berg­tikn­an av at síggja, hvussu onn­ur fólk liva og hvussu tey hugsa. Fyri fýra árum síðani fór hann úr amerikanska herinum og setti sær fyri at menna spøl til snildfonir og til teldur. Tað gekk onki serligt tey fyrstu árini, men nú hevur hann ment Color Switch- spælið, sum gongur sum heitt breyð og gevur honum ómeta­ligar inntøkur. – Men fyri einum tveim­ um árum síðani sat eg við einum heimskortið og droymdi um, hvar eg kundi hugsa mær at fara at ferð­ ast. Eg fekk eyga á Ís­land á kortinum og helt tað vera ómetaliga spennandi. Kanska meira spennandi helt eg nakrar prikkar vera, sum lógu suður eystanfyri, sigur David Reichelt. Tá visti hann ikki, at tal­ a­n var um Føroyar, men tá ið hann fekk pengar og ráð at ferðast avgjørdi at koma til okkara brimbardu klett­ ar. – Hetta hevur verið ómeta­liga stuttligt og spenn­andi og eg komi aftur næsta ár, sigur hann. Meðan hann var í Før­ oyum búðu hann og syst­ urin Elizabeth í Vágum, men tey ferðaðust eisini. Ein dagin fóru tey inn á Kunningnarstovuna í Runavík, sum víst teimum á matstovuna Zibo, har Ólavur Larsen úr Fuglafirði er leiðari. Tey komu í prát og tað vísti seg, at ameriku­mað­ urin eisini dugdi at ganda og gykla – serliga við kortum. Ólavur Larsen helt hetta vera sera spennandi og beindi hann víðari til Fugla­ fjarðar, har mentanar­dag­ arnir júst vóru. Har kom hann í sam­band við leiðarin í Mentanar­ húsinum, sum síðan hevur sett hann í samband við vinnu­lívið í Fuglafirði. Fyri teimum hevði hann eitt spennandi og stuttligt inn­ slag við kortkynstrum. David Reichelt helt eis­ini fyrilestur fyri øllum næm­ ingum og lærarum á mið­ námsskúlanum í Kambs­dali – fyrst og fremst um íverk­ setan og at hava eitt sinni, sum er opið og forvitið. – Hetta hevur verið eina ævintýr fyri meg og næsta summar komi eg aftur og tá fari eg eisini at spæla mín tónleik her, sigur David Reichelt at enda.